Tað glógvar ongastaðni við toski

- Í fjør var eingin munur á árstíðini. Toskur fekst víða um og alla tíðina, men nú glóvar ongastaðni, sigur reiðarin á Pison og Kvikki, Torleif Sigurðsson

Fiskivinna

Eftir ólavsøku í fjør gjørdi línuskipið, Pison úr Klaksvík, fleiri roktúrar á Føroyabanka. Tá skipið hevði verið fýra túrar, var samlaða veiðinøgdin 647.000 pund. Teir høvdu tá fiskað í tilsamans 32 dagar, og miðalveiðan lá omanfyri 20.000 pund um dagin. Miðalprísurin lá millum 18 og 19 krónur fyri kilo, og skipið seldi hesar fýra túrarnar fyri umleið 5,6 miljónir krónur. Hetta gav ein manningarpart upp á einar 170.000 krónur í tveir mánaðir!
Í samrøðu við Sosialin, segði reiðarin, Torleif Sigurðsson, at fiskiskapurin hevði verið óvanliga góður.
Tá ið hendan samrøðan var gjørd í fjør heyst, átti Pison stívliga 20 fiskidagar eftir á bankanum.

Nógv broytt

Síðan rokfiskiskapin á Føroyabanka fyri minni enn einum ári síðan, er nógv broytt. Nøgdirnar av toski eru smáar, og tað eru tær sum heild um allan landgrunnin, bæði hjá teimum, sum royna við húki og hjá teimum, sum royna við troli. Hýsa, brosma og longa eru aftur vorðin álitið hjá línuflotanum.
Samstundis, sum fiskiskapurin hjá línubátunum er nógv minkaður, fæst eisini minni fyri fiskin, og prísurin á høgguslokki er øktur seks krónur fyri kilo seinastu mánaðirnar. Prísirnir á makreli og sild eru á leið teir somu, sum teir hava verið
Torleif Sigurðsson, reiðari á Pison og Kvikki, ásannar, at nógv er broytt bara í eitt ár.
- Jú, tað er ein øgilig broyting í heyst í mun til seinasta heyst, sigur hann.
Hann vísir á, at í fjør var august mánaði kanska tann besti mánaðurin hjá línubátunum, bæði til veiði og úrtøku. Nú er nærmast fiskaloysi - og nógv minni fæst fyri fiskin, hýsu, longu og brosmu, sum skipini fáa.

Smáligt

Sum skilst á Torleifi, er Pison aftur farin út á Føroyabanka at royna, men teir siga frá vánaligum fiskiskapi. Lítil toskur er uppi í veiðini. Nú er slagið mest hýsa.
- Eg vil siga, at støðan er farin at líkjast henni, ið menn kenna. August mánaði varð vanliga hildin at vera ein hin vánaligasti mánaðin til fisk, og tað er hetta, vit síggja í dag ? bert eitt ár eftir, at skipini høvdu rokfiskiskap.
Reiðarin vónar tó, at línufiskiskapurin fer at batna, so hvørt tað líður út á heystið.
Torleif Sigurðsson vísir á, at um hesa tíðina í fjør høvdu línuskipini ofta eini 20.000 pund á setuna, soleiðis at veiðan eftir 8-9 setum táttaði í 200.000 pund.
- Í ár er vanligt, at skipini liggja um eini 60-80.000 pund hvønn túrin ? og tá verður tað hildið at vera gott, sigur hann.