heimi, og tá teir eisini høvdu tað besta boðið, fóru vit eftir teimum sigur Statoilstjórin Rúni M. Hansen, nú norska oljufelagið hevur fingið heimsins størsta oljufelag at keypa seg inn í heili trý loyvi [...] drúgvar samráðingar, sum tó endaðu væl og varð skrivað undir avtaluna í Havn týsmorgunin. Rúni M. Hansen dylur ikki fyri, at tey eru sera væl nøgd at hava fingið hetta felagið við í samtakið, tí talan er [...] styrki. At eitt so sterkt felag sum ExxonMobil er komið uppí føroysku oljuleitingina metir Rúni M. Hansen hevur nógv at siga bæði fyri Statoil og fyri Føroyar. Um hetta ikki varð komið uppá pláss nú, so
Føroyar eru longu raktar av valfepuri. Og sambært samfelagsfrøðinginum Jóannes Hansen kann roknast við, at valstríðið fer at vara heilt til 7. juli, ið er síðsta freist fyri løgtingsvalinum. ? Í so máta [...] máta kemur fólkatingsvalið rættiliga tvørtfyri. Løgmaður kann velja at útskriva val beinanvegin. Ger hann tað, verður ikki neyðugt við tingfundum, sjálvt um tingið verður sitandi. Og so fara lógaruppskot [...] inntil juli. So á ein hátt er hetta sum eitt val ímillum pest og kolera hjá løgmanni, sigur Jóannes Hansen. Lógaruppskot sum valagn Samfelagsfrøðingurin hevur tó ilt við at ímyndað sær, hvussu rúmd verður
Í ørviti av áhuga Høgni Fagraberg, sum tekur seinasta partin av lesnaðinum í verkfrøði, og Thomas Hansen, sum er datamatikari, hava úr at gera, nú fólk í hópatali vilja hava teir greiða frá, hvussu nýggja [...] skiljimaskin virkar. ? Í gjár var eg í ørviti, sum eg skuldi greiða øllum frá maskinuni, sigur Thomas Hansen. Teir báðir ungu menninir funnu í fjør saman og hava nú felagið Marine Tech, sum hevur gjørt ymiskar [...] sigur Páll Fagraberg, sum leitaði sær heim úr Danmark fyri fara undir nýggju uppgávuna. Síðani hevur hann valla havt tíð til nakað annað enn arbeiðið við maskinuni, sum teir hava givið navnið IQ3550. Maskina
um tað verður hann ella Martin Klein Joensen, sum verður fremsti maður, um Finnur Justinussen ikki verður millum teir fyrstu ellivu. (rætting: Rani Hansen verður ikki við í dag, tí hann sá gula kortið [...] Knudsen tøkur aftur, og hann eigur sjálvskrivað pláss millum teir fyrstu ellivu. Spurningurin er so, hvønn leiklut NSÍ venjarin Jens Christer Wedeborg fer at geva Búa Egilssyni. Um hann aftur í dag verður millum [...] av vøddaskaða. Finnur hevur verið á vøllinum og vant, og tað kann vera, at hann fer at eiga onkran leiklut í dag. Rani Hansen, sum higartil ikki hevur átt serligan leiklut á besta liðnum, hevur víst seg
viðurskiftini her. Jørn Astrup Hansen er annars eitt sindur kløkkur av, at hann fekk hetta tilboðið, tí hann jú býr uttanfyri Føroyar. Hetta hevur heldur ikki verið siður. Men hann heldur sjálvur, at tað varð [...] Búskaparráð Jan Müller jan@sosialurin.fo Hann sær tað ikki sum nakran trupulleika, at hann ikki býr fast í Føroyum. -Eg havi drúgvar royndir frá mínum meira enn 12 árum í Føroyum, so eg skuldi havt tað [...] tí almenna. Jørn Astrup Hansen sigur, at tað eru støður, har tað kann vera skilagott at brúka fólk uttanífrá av ótta fyri vandanum, at "man går til i hensynsfuldhed", sum hann málber seg. -Men metir tú
er Elias Hansen. Hann sigur við Sosialin, at á Skála og á Strondum snýr alt prátið í hesum døgum seg um hondbólt. Fólkið er øgiliga spent, sigur Elias og leggur aftrat, at í Klaksvík, har hann arbeiðir [...] Jónleif Sólsker, ið hevur roynt hetta áður. Hann hevur fleiri ferðir verið meistari við Kyndli, og hann er ikki óvanur við at leika slíkar avgerandi dystir. Elias Hansen sigur, at allir leikararnir hjá StÍF eru [...] strandingum í dag, men hesum vísir Elias aftur. Hann sigur, at John bleiv meiddur, tá ið hann var við fótbóltslandsliðnum á venjingarlegu í Spania, og at hann ikki er heilt frískur enn. Sum sagt, so er tað
maðurin á B36 liðnum, er ikki altíð so eyðsýndur, tá hann arbeiðir og stríðist. Bara eina ferð áður hevði hann skorað. Men tað sást ikki, tá hann tilspældi sær sjálvum møguleikan at gera fyrsta málið [...] monnunum. Bjarni Prior var týðuliga skaddur. Mikkjal Thomassen fór út, tí hann var skaddur, men so leingi hann var í miðverjuni var hann saman við Egili Zachariasen, sum hesa ferð var liðformaður, og Karl Leonsson [...] Bjarni Prior 90. NSÍ: Rúni Joensen ? Brynjolvur Nielsen, Dánial Hansen, Arnfinn Langgaard, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen, Eddie Mikkelsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard
n alt at siga, segði hann millum annað. Eisini helt hann, at fólk á landi eisini dálka og at húsarhaldini áttu at minka um útlátið, saman við privatbilismuni. Síðani skemtaði hann við, at vit kunnu eisini [...] hugsað verður um úrtøkuna, segði hann. Hann vísti á, at oljunýtslan longu er minkað við 8 prosentum síðani 1990, tí fleiri rækjutrolarar eru seldir úr flotanum. Eisini bar hann fram, at vit sjálvandi kunnu [...] Føroyum er 55/45, og málið hjá SEV er, at býtið skal vera 45/55 í 2015. Hann bar fram, at hann tekur undir við orkuálitinum, men, at hann eftirlýsir, at peningur verður settur av á fíggjarlógini til førleikamenning
valdi hvørki samband ella loysing ,eg valdi nakað annað, segði hann. Hann góðtekur, at summi er sambandssinnað, tó at hann eisini viðgekk, at hann hevur ilt við at skilja tað. Men tað var bara ein flokkur hevur [...] vísir á, at Miðflokkurin hevur verið í báðum blokkum. Hann var í reyða blokki í CHE samgonguni og hann er nú í bláa blokkinum í ABH samgonguni. Hann vísir á, at í báðum hesum samgongunum eru tey etisk mál [...] men ikki tað ringa, leggur hann afturat - Nú eru vit í bláa blokkinum og aftur hesuferð eru etisk mál, vit ikki kunnu taka undir við, parkerað. Í hesum sambandi vísir hann á, at uppskotið um at loyva
taka støðu til politisku avleiðingarnar av niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft Hansen. Um løgtingið bara viðger løgfrøðisliga partin, so væntar hann, at tað fer at verða tulkað sum um, at hetta eisini var politiska [...] val tikið møguleikan frá løgtinginum at viðgera politisku avleiðingina av niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft Hansen. Sambært Poul Michelsen hevur løgmaður við at skriva út val bara bjargað sær sjálvum og tikið [...] Javnaðarflokkinum sigur, at verður uppskot lagt fram, so fer Javnaðarflokkurin at atkvøða fyri. Men hann sigur seg hava fingið at vita, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fara at atkvøða ímóti, og tí