Í dag stendur slagið

Hondbóltur: Klokkan fýra seinnapartin í dag fellur avgerðin í hondbóltskappingini hjá monnum. Tá hittast StÍF og Kyndil á Skála, og vinnandi liðið gerst føroyameistari. Endar dysturin javnur, verður Kyndil meistari

Um nátturðatíð í kvøld vita vit, hvør ið hevur vunnið føroyameistaraheitið í bestu mansdeildini í hondbólti. Um tað verður StÍF ella Kyndil, er ómøguligt at spáa um, tí liðini eru sera jøvn, og í einum so avgerandi dysti sum hesum kann alt henda.

Tað er givið, at um man ætlar sær í høllina á Skála í dag og síggja dystin, so noyðist man at vera í góðari tíð. Í sambandi við verkfallið kann ikki roknast við nakrari útvarpsfrásøgn, og tað er greitt, at allur vestari armur av Skálafjørðinum ætlar sær í høllini saman við einari rúgvu av havnarfólki og øðrum hondbóltsáhugaðum fólkum úr Eysturoynni og Streymoynni. Um man skal gera sær nakra vón um at fáa eitt sitipláss í høllini, so er best at møta einar tveir til tríggjar tímar, áðrenn dysturin verður bríkslaður í gongd.


Liðini eru væl fyri

Ein av royndastu leikarunum hjá strandingum er Elias Hansen. Hann sigur við Sosialin, at á Skála og á Strondum snýr alt prátið í hesum døgum seg um hondbólt. Fólkið er øgiliga spent, sigur Elias og leggur aftrat, at í Klaksvík, har hann arbeiðir, ganga fólk eisini bara og práta um dystin í dag.

Leikararnir hjá StÍF eru ikki vanir við at vera í slíkari støðu, at teir kunnu gerast meistarar við at vinna ein dyst. Tað er einans leikandi venjarin, Jónleif Sólsker, ið hevur roynt hetta áður. Hann hevur fleiri ferðir verið meistari við Kyndli, og hann er ikki óvanur við at leika slíkar avgerandi dystir.

Elias Hansen sigur, at allir leikararnir hjá StÍF eru sera spentir til dystin í dag, og at teir eru øgiliga uppsettir. Liðið er fullmannað við tí undantaki, at strikuspælarin Sveinbjørn Poulsen, ið hevur havt eitt stak gott kappingarár, er leikbannaður. Í hansara stað á strikuni fer helst Bent Djurhuus at spæla.

Leysatíðindi hava gingið seinastu dagarnar um, at John Petersen møguliga skuldi verða við strandingum í dag, men hesum vísir Elias aftur. Hann sigur, at John bleiv meiddur, tá ið hann var við fótbóltslandsliðnum á venjingarlegu í Spania, og at hann ikki er heilt frískur enn.

Sum sagt, so er tað ógvuliga forkunnugt fyri strandingar at leika ein slíkan dyst, sum tann í dag. Ikki síðani 1945 hevur StÍF vunnið føroyameistaraheitið í bestu mansdeildini í hondbólti. Elias sigur, at hetta er ein ógvuliga stuttligur endi á eitt spennandi og stuttligt kappingarár. Um strandingar høvdu, tá ið kappingarárið byrjaði, sett sær ein ynskidreym um endan á kappingarárinum, so hevði hann neyvan verið ólíkur verandi støðu.

- At vit í dag kunnu gerast meistarar á heimavølli, er ein dreymur. Tað skal eingin ivi vera um, at tað einans er gullið, ið telur fyri okkum, sigur Elias Hansen.


Kyndil fullmannað

Eisini í Kyndli er spenningurin stórur. Millum royndaru leikararnar hjá Kyndli telist Rúni Poulsen. Hann sigur, at spenningurin er sera stórur í hópinum hjá havnarliðnum.

- Menn eru serstakliga uppsettir, og allir eru væl fyri. Sum vera man eru allir leikararnir sera spentir til dystin, og eg haldi, at vit eru væl fyri.

Kyndilsliðið er fullmannað til dystin í dag. Hannis Wardum hevur drigist við ein skaða í rygginum, men hann hevur vant við fullari ferð hesa vikuna. Yngsti beiggin hjá Hannis, Bjarni, er komin heim úr Danmark og verður eisini við í dystinum í dag. Tá ið liðið vandi fyri seinastu ferð hóskvøldið, vandu allir uttan leikandi venjarin Jakob Jónsson. Hann hevur havt ein feril av krími, men hetta fer neyvan at darva hann í dag.

Tveir aðrir týðandi leikarar hjá Kyndli, Bárður Johannesen og Hans á Lag, skulu spæla fótbóltsdyst við HB í steypakappingini klokkan hálvgum tvey. Tá ið hesin dystur er lokin, fara teir báðir við bili niðan á Hvítanes, har skjóttgangandi bátur liggur og bíðar eftir at sigla teir inn á Skála til dystin.

Rúni Poulsen sigur, at hann væntar nógvar Kyndilsáskoðarar á Skála í dag. Hann vónar, at hesir tó fara úr Havn í góðari tíð, so at hesir fáa pláss í høllini og kunnu stuðla teimum grønu úti á vøllinum.

Kyndil hevur í kvøld ársveitslu í Sjónleikarahúsinum, og eitt føroyameistaraheitið til menninar hevði verið prikkurin yvir i?inum aftrat meistaraheitinum hjá kvinnunum, sigur Rúni.


Góður endi

Tað hevur verið sagt so mangar ferðir áður, men tað kann gott sigast einaferð aftrat. Hondbóltsárið í ár hevur verið serstakliga stuttligt og spennandi fyri bæði leikarar, áskoðarar, fjølmiðlar og øll onnur, ið hava við hondbólt at gera. Hetta hevur verið eitt serstakliga mennandi ár fyri hondbóltin, og óansæð hvør vinnur dystin á Skála í dag, so er tað undir øllum umstøðum ein stórur vinnnari, og tað er hondbólturin!