Føroyar eru longu raktar av valfepuri. Og sambært samfelagsfrøðinginum Jóannes Hansen kann roknast við, at valstríðið fer at vara heilt til 7. juli, ið er síðsta freist fyri løgtingsvalinum.
? Í so máta kemur fólkatingsvalið rættiliga tvørtfyri. Løgmaður kann velja at útskriva val beinanvegin. Ger hann tað, verður ikki neyðugt við tingfundum, sjálvt um tingið verður sitandi. Og so fara lógaruppskot heldur ikki at verða beinleiðis brúkt í valstríðnum.
? Fólkatingsval og løgtingsval slag í slag, fer sjálvsagt at møða bæði politikarar og veljarar.
? Men spurningurin er, um møðin ikki verður enn størri, um løgmaður bíðar inntil juli. So á ein hátt er hetta sum eitt val ímillum pest og kolera hjá løgmanni, sigur Jóannes Hansen.
Lógaruppskot sum valagn
Samfelagsfrøðingurin hevur tó ilt við at ímyndað sær, hvussu rúmd verður fyri at reka realpolitikk í tinginum komandi fýra mánaðirnar. Valstríð fer at koma í alt, eisini løgtingsarbeiðið.
Og hetta er annars júst tíðin, tá rúgva av lógaruppskotum seta kós móti løgtinginum. Síðsta freist at leggja lógaruppskot fyri tingið er 5. mars, og traditiónin sigur, at sera stórur partur kemur í evstu løtu.
Jóannes Hansen vísir á, at løgmaður í síni ólavsøkurøðu í fjør nevndi 81 løgtingsmál, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar, sum henda samgongan hevði í hyggju at fáa framd.
Haraftrat kann roknast við, at andstøðan leggur rúgvu av uppskotum fyri tingið fyri at markera seg. Og trongdin at markera seg fer at røkka heilt til tinglimir í samgongu.
? Ja, politiska søgan vísir, at tá val er í hondum økist talið av uppskotum, sum verða løgd fyri tingið ? eisini persónlig uppskot frá tinglimum, sum annars eru í samgongu.
? Tað, sum so eftir øllum umstøðum fer at henda er, at rúgvan av uppskotinum koma til 1. viðgerð í tinginum. Har verða tey brúkt í einum orðaskifti, sum fyrst og fremst verður eitt slag av valdysti. Síðan verða uppskotini beind í nevnd, og tey koma helst ongantíð úr nevnd, áðrenn løgtingsval verður.
Sostatt fáa tey onki realpolitiskt innihald.
? Tí haldi eg, tað er rættari ? reint politiskt moralskt ? at steðga øllum tingarbeiðið. Hetta kann gerast við, at løgmaður útskrivar val.
So kunnu politikararnir føra valdyst úti millum fólkið og í fjølmiðlunum, heldur enn í tinginum, sigur Jóannes Hansen.
Samfelagsfrøðingurin vísir tó á, at hjá sitandi tinglimum kann tað vera ein fyrimunur at bíða við einum løgtingsvali sum longst.
? So kann valstríðið førast av tingsins røðarapalli heilt fram til juli. Og í tinginum sleppa onnur valevni jú ikki framat. Harvið fáa sitandi tinglimir og landsstýrismenn lættari við at markera seg, enn onnur valevni.
Fíggjarlógin 1999 eisini rakt
Jóannes Hansen heldur eisini, at tað talar fyri einum løgtingsvali í mai mánað ? ella áðrenn ?, at summarið er ikki tíðin, har føroyingarn plaga at fara á val.
? Í 1994 var val í juli. Men hetta var sum kunnugt tí, kinkur kom í politiska arbeiðið. Og eitt løgtingsval var tá einasti útvegur.
Eitt løgtingsval í juli fer allarhelst eisini at ávirka fíggjarlógina fyri 1999 meira, enn eitt skjótt løgtingsval.
? Longu nú byrja landsstovnarnir at senda sínar fíggjarmetingar fyri komandi ár til landsstýrið. Og eg haldi, tað hevði tænt sakini betur, um eitt landsstýrið kanska longu tíðliga í summar kann byrja at arbeiða við fíggjarlógini fyri 1999, sum skal vera løgd fyri tingið fyri 1. oktober. Verður valið ikki fyrr enn í juli, so kunnu vit vera komin í august, áðrenn samgonga er skipað, og so kann tað vara upp aftur longri, áðrenn glið fæst á arbeiðið í Tinganesi við einum møguligum nýggjum landsstýri. Og so er lítil og ongin tíð eftir, at rættiliga at viðgera fíggjarlógina fyri 1999.