Skilagott at velja fólk uttanífrá

Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Føroya Banka er bæði fegin um og errin av, at landsstýrið hevur gjørt av at gera hann til lim í Búskaparráðnum. Hann tekur tað sum ein heiður at fáa slíka álitisuppgávu. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at hann hevur fingið slíka áheitan. Tað eru 4-5 ár síðani, at hann fekk sama tilboð, men tá helt hann tað ikki vera sameiniligt við at vera stjóri í bankanum eisini. Nú hann er sín egni maður og óheftur heldur hann støðuna vera øðrvísi og hevur tikið av tilboðnum.

Búskaparráð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo




Hann sær tað ikki sum nakran trupulleika, at hann ikki býr fast í Føroyum. -Eg havi drúgvar royndir frá mínum meira enn 12 árum í Føroyum, so eg skuldi havt tað neyðuga innlitið í føroyska samfelagið og viðurskiftini her. Jørn Astrup Hansen er annars eitt sindur kløkkur av, at hann fekk hetta tilboðið, tí hann jú býr uttanfyri Føroyar. Hetta hevur heldur ikki verið siður. Men hann heldur sjálvur, at tað varð skeivt á sinni at vraka Ráðgevanda Nevndina í Danmark viðvíkjandi Føroyum. Nú landsstýrið so hevur gjørt av at heita á seg um at vera partur av Búskaparráðnum heldur hann tað vera eina spennandi og skilagóða roynd, nevniliga hetta at taka fólk uttanfyri Føroyar við í Ráðið.

-Tað var stórt spell fyri Føroyar, at Ráðgevandi Nevndin varð niðurløgd. Frágreiðingar hennara vórðu brúktar alt ov lítið bæði í Føroyum og í Danmark. Føroyska búskaparráðið hevur síðani tikið yvir men hevur havt torført við at fáa sama status sum Ráðgevandi Nevndin. Og tá man nú slepti Ráðgevandi Nevndini so átti man eisini at havt styrkt um Búskaparráðið, og ein máti vildi nettupp verið at tikið við fólk uttanífrá, sum ikki á nakran hátt eru bundin av føroysku skipanini. Flestu limirnir í Búskaparráðnum fáa uttan iva løn sína frá tí almenna.

Jørn Astrup Hansen sigur, at tað eru støður, har tað kann vera skilagott at brúka fólk uttanífrá av ótta fyri vandanum, at "man går til i hensynsfuldhed", sum hann málber seg.

-Men metir tú teg at hava nógv at geva í slíkum starvi?

-Tað haldi eg. Eftir 12-13 ár í Føroyum havi eg fingið innlit í føroysk viðurskifti, kanska meira enn tey flestu, tí eg havi umsitið eitt so týðandi starv í samfelagnum. Eg eri ikki bundin av nøkrum, og tað havi eg heldur ongantíð verið. Eg meti meg vera objektivt óheftan av tí føroysku skipanini. Eg haldi, at mín persónligi integritetur er í lagi. Men tað er greitt, at tað eg eri farin úr Føroyum, ger, at eg miss nakað av tí tætta kenskapinum. Hann ætlar sær kortini at vitja oftani.

Hann heldur tað tó ikki nýtist at vera nakar vansi heldur at búgva aðrastaðni og vísir her til Ráðgevandi Nevndina, sum jú bara vitjaði her av og á men hvørs frágreiðingar ikki liggja nakað aftanfyri tær hjá Búskaparráðnum.

-Ráðgevandi Nevndin nýttist ikki at taka hensyn, nakað, sum ger seg alt ov nógv galdandi í Føroyum. Eg haldi tó, at Búskaparráðið hesi seinastu árini hevur torað at úttalað seg rættiliga nógv men er samtíðis tíverri ikki tikið nóg nógv fyri fult. Man hevur ikki lurtað nóg nógv eftir tí. Jørn Astrup kemur til Føroya miðskeiðis í januar at vera við á eini ráðstevnu.