Skal blokkurin ver Reyður ella skal hann vera bláur? Hjá Miðflokkinum kann tað gera akkurát tað sama.
Tað varð gjørt greitt á landsfundinum hjá flokkinum í dag.
Nakrar ferðir hevur verið róð frammundir, at politisku flokkarnir í Føroyum skuldi taka seg saman í blokkar, so at veljarin visti, hvørja samgongu hann fekk eftir eitt val.
Í hesum sambandi eru Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin settir í bás í einum reyðum blokki, og Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eru koyrdir í ein bláan blokk.
Men á landsfundinum í dag vildi veljarar hjá Miðflokkinum hava at vita, hvønn av hesum báðum blokkum, flokkurin hevðu stuðlað eftir eitt løgtingsval.
Men har gjørdi floksleiðslan púra greitt, at Miðflokkurin fer ikki frammanundan einum vali at binda seg til at stuðla einum ávísum blokki.
Jenis av Rana vísir á, at Miðflokkurin hevur verið í báðum blokkum. Hann var í reyða blokki í CHE samgonguni og hann er nú í bláa blokkinum í ABH samgonguni.
Hann vísir á, at í báðum hesum samgongunum eru tey etisk mál, Miðflokkurin ikki kann taka undir við, parkerað og tað eru kjarnuvirðini hjá Miðflokkinum.
- CHE var ein fín samgonga. Øll etisk mál, sum vit ikki kundu taka undir við, vórðu parkerað og tað varð ongantíð talan um at gera seg inn á kjarnumálini hjá okkum, sigur Jenis av Rana.
- Í CHE samgonguni fingu vit tað góða í reyða blokki, men ikki tað ringa, leggur hann afturat
- Nú eru vit í bláa blokkinum og aftur hesuferð eru etisk mál, vit ikki kunnu taka undir við, parkerað.
Í hesum sambandi vísir hann á, at uppskotið um at loyva samkyndum hjúnalagi, sum nú er lagt fyri Løgtingið, hevur ongan livandi møguleika at verða samtykt, tí øll samgongan, sum hon er, stendur øksl við øksl um at atkvøða ímóti tí.
- Eg haldi ikki, at tað ber til at taka støðu frammanundan einum løgtingsvali, sigur hann.
Hann sigur, at skal Miðflokkurin halda fast við tey grundleggjandi málini, kann flokkurin ikki velja politiskan part áðrenn eitt val.
- Hvønn part, vit fara í, veldst alt um, hvat vit fáa burtur úr eini samráðing um samgongu, leggur hann afturat.
Tað varð eisini gjørt greitt á landsfundinum, at Miðflokkurin hevur onga greiða støðu fyri ella ímóti loysing.
Í flokkinum eru bæði sambandssinnað og loysingasinnað fólk, men tað eru tey etisku og kristnu málini, sum bindur tey saman til ein flokk.
Karsten Hansen staðfestir, at hann er uppvaksin í Tjóðveldisflokkinum.
- Men tí í flokkurin fór út um tey mørk, eg hevði sett fyri meg sjálvan, mátti eg velja.
- Eg visti, at summi fólk í Miðflokkinum eru sambandssinnað, men tað er eingin trupulleiki fyri meg yvirhøvur, tí eg valdi hvørki samband ella loysing ,eg valdi nakað annað, segði hann.
Hann góðtekur, at summi er sambandssinnað, tó at hann eisini viðgekk, at hann hevur ilt við at skilja tað.
Men tað var bara ein flokkur hevur tey etisku og kristnu virðini sum nakað treytaleyst og tað var tað, eg valdi, segði Karsten Hansen.
|