Dagføring úr løgtinginum: Greitt er nú, at misálitisuppskot á løgmann verður lagt fram á tingfundinum seinni í dag
------
Sum skilst eru Tjóðveldi og Framsókn hugað at leggja misálitisuppskot fram í dag. Og Javnaðarflokkurin fer at atkvøða fyri, um so verður.
Tað tykist ikki, sum um full semja er millum andstøðuflokkarnar um at leggja fram misálitisuppskot á løgmann á tingfundinum í dag. Men tað tykist tó ógvuliga sannlíkt, at uppskotið verður lagt fram.
Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum sigur, at verður uppskot lagt fram, so fer Javnaðarflokkurin at atkvøða fyri. Men hann sigur seg hava fingið at vita, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fara at atkvøða ímóti, og tí verður bara talan um markering, um uppskotið verður lagt fram.
Hvørki Poul Michelsen ella Høgni Hoydal fáast at siga, um teir fara at leggja uppskotið fram – og sum info skilir tað, so er tað sannlíkt, at uppskotið verður lagt fram so ella so. Spurningurin er bara, um tað verður ein flokkur, tveir flokkar ella onkur einstakur tingmaður, sum fer at leggja tað fram.
Poul Michelsen heldur, at løgtingið undir øllum umstøðum eisini eigur at taka støðu til politisku avleiðingarnar av niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft Hansen. Um løgtingið bara viðger løgfrøðisliga partin, so væntar hann, at tað fer at verða tulkað sum um, at hetta eisini var politiska avleiðing.
Boðskapurin hevur verið greiður frá samgonguni um, at løgmaður hevur tikið politiskar avleiðingar av frágreiðingini við at skriva út val. Men í veruleikanum hevur løgmaður við at skriva út val tikið møguleikan frá løgtinginum at viðgera politisku avleiðingina av niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft Hansen.
Sambært Poul Michelsen hevur løgmaður við at skriva út val bara bjargað sær sjálvum og tikið løgtingið av ræði.
Fyrsta mál á skránni á løgtinginum í dag er umrøða av ólavsøkurøðu løgmans. Talan verður um ein stuttan fund, tí avtalað er, at einki orðaskifti verður um røðuna. Tvey onnur mál verða til viðgerðar á øðrum fundi. Annað málið er uppskotið um fiskidagar, hitt er løgfrøðisliga átalan til løgmann og Kára P. Højgaard. Tað verður hest beint eftir at hetta málið er avgreitt, at misálitisuppskotið møguliga verður lagt fram. Og verður tað lagt fram, so gongur uttan iva allur dagurin við at viðgera misálitisuppskotið – og uttan iva verður hart orðaskifti um málið.
Greitt er í øllum førum, at Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin – og helst Sjálvstýrisflokkurin við – atkvøða fyri. Spurningurin er so, um samgongan stendur saman um at verja løgmann.