Oljurisar bora á landgrunni í summar

Oljusamtak. At fáa eitt nýtt felag og nýggj eygu inn á føroyska landgrunnin er gott fyri Statoil og fyri Føroyar. Eftir nýggju avtaluna við oljurisan ExxonMobil fer Statoil nú at brúka allar kreftir til at arbeiða á Føroyaøkinum.

-Vit hava verið úti á marknaðinum og roynt at selt burtur av okkara loyvum í Føroyum. Fleiri feløg vórðu áhugað, eitt nú ExxonMobil, og tá vit longu hava eitt samstarv við felagið úti í heimi, og tá teir eisini høvdu tað besta boðið, fóru vit eftir teimum sigur Statoilstjórin Rúni M. Hansen, nú norska oljufelagið hevur fingið heimsins størsta oljufelag at keypa seg inn í heili trý loyvi á Føroyaøkinum.

Talan hevur verið um sera drúgvar samráðingar, sum tó endaðu væl og varð skrivað undir avtaluna í Havn týsmorgunin. Rúni M. Hansen dylur ikki fyri, at tey eru sera væl nøgd at hava fingið hetta felagið við í samtakið, tí talan er um eitt ábyrdarfult og gott felag, sum kemur við bæði tøkniligari ekspertisu og royndum umframt stórari fíggjarligari styrki.

At eitt so sterkt felag sum ExxonMobil er komið uppí føroysku oljuleitingina metir Rúni M. Hansen hevur nógv at siga bæði fyri Statoil og fyri Føroyar. Um hetta ikki varð komið uppá pláss nú, so hevði Statoil ikki nærum einsamalt borað í summar við tí stóra váðanum talan vildi verið um og tí høga prísinum brunnurin fer at kosta.

-Nú hava vit eitt felag, sum kann vera við til at deila váðan. At fáa eitt nýtt felag og nýggj eygu á landgrunnin er gott fyri Statoil og fyri Føroyar. Nú fara vit so at brúka allar kreftir til at arbeiða á Føroyaøkinum.

Fleiri brunnar í eygsjón
Statoil bant seg í fjør til at bora tveir brunnar. Annan saman við Dong og OMV og so henda, sum Atlantic Petroleum er við í umframt ExxonMobil. At eitt so stórt felag er komið við ger tað nógv meira spennandi fyri Statoil at bora og haraftrat nógv lættari sigur føroyski Statoilstjórin.

Nú eitt so peningaliga sterkt felag sum ExxonMobil er komið við í trý loyvi hómast eisini møguleikar fyri fleiri nýggjum brunnum í framtíðini. Um brunnurin, sum verður boraður í summar, gevur positivar ábendingar og upplýsingar, men kortini ikki er eitt lønandi fund, so hevur Statoil fingið eitt samstarvsfelag, sum kann vera við til at lyfta, tá avgerð skal takast um ein ella fleiri brunnar í einum av teimum trimum loyvunum aftrat. Áhugavert er at merkja sær, at ein slík avgerð kann longu takast í heyst, tá úrslitið av nýggja Brugdubrunninum fyriliggur.

Vit spurdu Rúna Hansen um tað hevur verið ein bevíst strategi hjá Statoil fyrst at leggja undir seg seks loyvi fyri síðani at búna hesi og loksins bjóða øðrum við?

-Tað kann eg siga ja til. Tá vit átóku okkum hesi loyvi var tað tí, at vit hildu Føroyaøkið vera spennandi. Júst tá fingu vit tó ikki so nógv onnur feløg við okkum, men síðani hava vit skotið seismikk og tikið kjarnuroyndir í loyvunum, og nú sær tað so út til, at aðrir eru áhugaðir. Eg kann tí játta, at hetta hevur verið okkara strategi í nøkur ár. Man veit tó ongantíð, um hon fer at eydnast, men í so máta hevur hon riggað, og so mugu vit síggja, hvussu víðari verður farið fram. Um boringin í summar eydnast væl, so er hon við at ruddað slóð fyri øðrum brunnum í teimum trimum loyvunum, nettupp tí man hevur fingið ein so góðan partnara við staðfestir hann.

-Í summar verður so farið at bora í loyvi 006, har Brugdan fyrr varð borað. Man flytur seg eitt sindur frá júst tí økinum, har man hevur borað fyrr, og so er tað spurningurin, hvussu djúpt verður farið. Tað er rætt, at vit hyggja báðar vegir. Tað er dýrt at bora djúpt, so tað eru nógvir faktorar, sum spæla inn. Ætlanin er at bora í summar, og helst ikki ov langt út á árið.

Rúni M. Hansen dylur ikki fyri, at bæði Statoil og Føroyar hava gjørt ein góðan handil at fáa ExxonMobil við í leitingina við Føroyar. Nógv bendir nú á, at tað komandi mánaðirnar fer at vera meira virksemi í hølunum á Bryggjubakka.