Hugsa globalt og broyt lokalt

Onki høpi er í at seta í gildi Kyoto, um málið ikki verður fylgt upp við politiskum tiltøkum. Hetta var ein av niðurstøðunum á væl vitjaða Trapputinginum um orku og umhvørvi í Miðlahúsinum fríggjakvøldið

Miðlahúsið var á tremur við fólki fríggjakvøldið, tá boðið var til Trapputing, undir heitinum orka, umhvørvi og framtíðin.
Samanumtikið kann sigast, at talan var um eitt gott og upplýsandi tiltak, sum bar brá av, at evnið upptekur nógv fólk. Samstundis var eyðsæð, at hetta er eitt øki, sum vit ikki vita nóg mikið um. Eitt nú var ein av niðurstøðunum á fundinum, at stórur tørvur er á einum óheftum upplýsingarstovni um orku og umhvørvi. Harumframt vóru fólk samd um, at vit eiga at hugsa globalt, men broyta lokalt.

Føroyar uttanfyri
Kjakið var soleiðis skipað, at teir fimm við pallborðið fingu 10 minuttir í part til framløgu, og síðani var orðið frítt. Uni Arge, journalistur var orðstýrari.
Við pallborðið sat millum annað Bogi Hansen, professari í havumhvørvi, sum eisini legði fyri í orðaskiftinum.
Boðskapur hansara var, at veðurlagsbroytingarnar eru manngjørdar, og stava frá, at vit brenna kol, olju og onnur lívrunnin evni.
- Vandi er fyri, at vit fáa sjógv, sum er fimm stig kaldari enn nú. Tí áttu vit at framt tiltøk nú, segði hann millum annað. Og hann greiddi frá, at tað nyttar onki bert at heita á fólk, um at minka um útlátið av CO2.
- Tað ber heldur ikki til at heita á fólk um at rinda skatt ella at skikka sær pent í ferðsluni, segði hann. Og hann greiddi víðari frá, at EU arbeiðir við at minka útlátið við 20 prosentum.
- Vandin hjá okkum er, at vit knappliga noyðast at minka við 50 prosentum. Tí mugu
vit seta krøv og gera lógir, og melda greitt út politiskt, segði hann.

Kina og Føroyar
Ein av stóru trupulleikunum er, at Kina dálkar nógv og skjótt dálkar meira enn USA. Bogi Hansen vísti á, at tað er torført at fáa kinesarar at skilja, hví teir skulu minka um útlátið, tá teir dálka nógv minni pr. íbúgva enn USA.
Seinni varð hann spurdur, um tað ger nakran mun, um vit minka um okkara útlát, tá vit standa fyri einum so lítlum parti av samlaðu nøgdini. Til hetta svaraði Bogi Hansen, at hví skal ein lítil kinesari í einari lítlari bygd í Kina minka um sítt útlát, um ikki eisini ein føroyingur í einari lítlari bygd skal minka um sítt útlát? Har er ongin munur á – útlát er útlát, og øll mugu gera sítt til at minka um tað.
- Samanumtikið er spurningurin í Trapputinginum: Orka, umhvørvi og framtíðin – eru Føroyar partur av altjóða samfelagnum í hesum høpi? NEI! Var rungandi svarið frá Boga Hansen.

Orkuráðgeving
Nógvir útbjóðarar eru av hitapumpum, sól- og ljósskipanum. Hesi vilja ofra vera við, at vøran er orkusparandi og umhvørvisvinarlig. Men, sum onkur tók til, so eru hesi fólk seljarar! Tí var semja um, at stórur tørvur er á einum almennum orkustovni, nakað sum gamla orkuráðið, sum kann upplýsa um orkunýtslu og hvussu vit betur gangnýta orkuna í húsarhaldinum ella í vinnuni. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum var millum áhoyrarnar, tók orðið, og greiddi frá, at ein tílíkur stovnur er partur av orkuálitinum, sum aðalorðaskifti verður um í tinginum týsdagin.

Íslandskaðalin
Millum áhoyrarnar var Kári Mortensen, studentaskúlalærari. Hann helt, at fólkini við pallborðið vóru onki serliga visionér. Eftir hansara tykki átti landið í størri mun at kanna, um til ber at fáa orku gjøgnum sjóðkaðalin úr Íslandi.
- Vit skulu tora at hugsa stórt. Kanska kundi hetta gjørt, at vit kundu sløkt allar oljufýringar og koyrt við el-bilum, samstundis sum, at útlátið hevði verið null, segði hann.
Sambært Klæmint Weihe, stjóra í SEV, sum eisini sat í pallborðinum, er hetta nakað, sum verður kannað, men enn er ov tíðliga at siga við vissu, um tað hevði borið til. Bjarni Djurholm greiddi frá, at íslendingar hava gjørt av at bíða við at útflyta orku í nøkur ár, tí teir vilja gera eina ætlan á økinum.
Borið var eisini fram, at hetta er ein politiskur spurningur, tí vilja vit vera bundin av, at ein onnur tjóð kann tendra og sløkkja fyri streyminum til Føroyar?

Flotin hugsar rationelt
Jákup Sólstein, formaður Reiðarafelagsins, umboðaði tann bólkin, sum dálkar mest. Fiskiflotan stendur fyri 44 prosentum av samlaða útlátinum í landinum. Hann bar eitt nú fram, at tað er torført at minka um oljunýtsluna hjá flotanum, tí sum er, nýtir hann so lítla olju, sum tað fíggjarliga loysir seg.
- Vinnan hugsar rationelt og økonomiskt, so metingin gongur uppá, um tað svarar seg fíggjarliga. Oljan er dýr, so ongin brúkar meira enn neyðugt. Í hesum sambandi hevur fiskaprísurin alt at siga, segði hann millum annað.
Eisini helt hann, at fólk á landi eisini dálka og at húsarhaldini áttu at minka um útlátið, saman við privatbilismuni. Síðani skemtaði hann við, at vit kunnu eisini bara ganga í ulpu inni!
Hann helt, at tað er ein trupulleiki fyri Føroyar, um vit ikki seta Kyoto í gildi, men samstundis mugu vit kanna væl og virðiliga, um tað loysir seg at seta sáttmálan í gildi.
- Sum er brúkar flotin lutfalsliga lítla olju, um hugsað verður um úrtøkuna, segði hann. Hann vísti á, at oljunýtslan longu er minkað við 8 prosentum síðani 1990, tí fleiri rækjutrolarar eru seldir úr flotanum. Eisini bar hann fram, at vit sjálvandi kunnu broyta flotan til segl og húkar, men at tað helst ikki fór at vera nøkur loysn fyri landið.

Um orkuálitið
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Jarðfeingi, greiddi frá um orkuálitið hjá landsstýrinum, sum kemur til aðalorðaskifti týsdagin. Hann segði, at 95 prosenst av orkunýtsluni í er grundað á olju, fýra prosent úr vatni og vindi og eitt prosent frá brenning av burturkasti. Samlaða oljunýtslan var 227.000 tons í 2005.
- Tríggir meginhættir eru at minka um oljunýtsluna: at nýta varandi orkukeldur í størri mun, at gagnnýta orkutilfeingið betur, og at broyta orkutørvin hjá fiskiflota, húsarhaldum og flutningskervi, segði hann.
Síðani vísti hann á, at orkupolitikkurin skal taka atlit til veitingartrygd, búskap og umhvørvi.
- Vit skulu arbeiða fyri at gerast óheft av jarðrunnum brennievnum. Í 2015 skulu 20 prosent av orkunýtsluni á landi stava frá varandi orkukeldum í mun til 9 prosent í dag. Og í 2015 skal fiskiflotin nýta 15 prosent minni orku í mun til veiðinøgdina, bar hann fram.

Hugsa globalt – broyt lokalt
Agenda21 ráðgevin, Bergmann Finnsson, greiddi frá um Agenda21 hugtakið, sum snýr seg um, hvat vit kunnu gera lokalt. Hann segði millum annað, at tað ræður um at broyta hugburð, so vit øll kenna okkum sum ein part av loysnini.
- Land og kommunur eiga at ganga á odda. Eitt nú ber til at spara eini 30 prosent av orkuni, við at bjálva bygningar væl. Her hevur tað týdning, at vit hugsa langsiktað, tí tað kostar kanska 10 prosent eyka at hugsa orkusparing í sambandi við skúlabyggingar og líknandi, men í síðsta enda loysir tað seg kortini væl fíggjarliga.
Sambært Bergmann Finnsson er ein av uppgávunum hjá Agenda21 ráðgevingarstovunum eisini at upplýsa børnum og ungum um orku og umhvørvi, soleiðis at tey vaksa upp sum tilvitaðir brúkarar. Eitt nú við verkætlanum sum Grønur Skúli.
- Í framtíðini verður tað eitt fólksligt krav frá kundunum, at vørur og tænastur eru framleiddar undir skilagóðum umstøðum, segði hann eisini.

Krevur dirvi
Sambært Klæmint Weihe, stjóra í SEV, eru Føroyar nógv betur fyri enn OECD londini sum heild. Býtið millum termiska og vatn/vind orku í Føroyum er 55/45, og málið hjá SEV er, at býtið skal vera 45/55 í 2015.
Hann bar fram, at hann tekur undir við orkuálitinum, men, at hann eftirlýsir, at peningur verður settur av á fíggjarlógini til førleikamenning innan orku.
- Tað kostar at røkka Kyoto, og tað krevur mót at taka týðandi avgerðir. Hetta fer vónandi at vísa seg týsdagin í tinginum, segði hann.

--

Myndatekstirrrr::::

Nr. 1. Bogi Hansen, professari í havumhvørvi

Nr. 2. Áhugin fyri Trapputinginum var avbera stórur. Fólk sótu og stóðu í hvørjum horni.

Nr. 3. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi, Klæmint Weihe, stjóri í SEV og
Bergmann Finnsson, Agenda21 ráðgevi.