verður selt hjá salongini Hárlist í Klaksvík. Umframt at alt frá kremi til makeup er av hesum merki, eru eisini litingar, styling, sjampo, eitt serligt te og aromaljós av sama merki at fáa. Umframt Elisabeth [...] skipaði fyri í fjør í Havn. Elisabeth sigur, at tørvur er á eini vælverustovu sum hesari. Tey hava longu nú fingið nógvar bíleggingar, og tær hava úr at gera. Hon hevur ætlanir um at søkja eftir einum lærlingi [...] á vælverustovuni umfatar alt vanligt makeup- og frisørarbeiði. Tá alt er komið upp á pláss, kunnu vit bjóða kundunum SPA við t.d. andlistrøkt, kropsrøkt og gosbað, sigur Elisabeth M. Johannesen, sum leggur
London at islam, men teir hava samstundis gjørt greitt, at nógv teir flestu muslimarnir í Bretlandi eru ímóti slíkum ágangi. Teir muslimsku leiðararnir í Bretlandi vóru eisini skjótir at fordøma atsóknirnar [...] og aðrir muslimar í býnum óttast fyri hevndarálopum. -Men fólk skulu vita, at islam loyvir ikki, at vit myrða ósek fólk, sigur Zakaria Koubissi. Ehab Maged, sum arbeiðis á eina ferðaskrivstovu í London, [...] seinasta landið í Vesturheiminum, sum hevði virðing fyri arabarum og muslimum. Eingin dugir at siga, hvat nú fer at henda, sigur hann við bretsk bløð. Summir muslimar siga seg ikki duga at skilja, hvussu yvi
upp arbeiði síni, og koma tískil at arbeiða nógv á hotellinum. - Skal hetta bera til, er neyðugt at vit arbeiða nógv sjálvi, men tað koma eisini onnur fólk at arbeiða her, sigur Andreas við "Trúboðin", sum [...] langtíðarleigað bygningin, og fara at reka tað við mastovu og kømrum. Trúboðin skrivar, at í mars mánaði eru longu fleiri stórar bíleggingar komnar til matstovuna. Summarið í ár er somuleiðis longu rættiliga [...] hotellið næstan fult bílagt. Í kjallaranum á Hotel Runavík Sjómansheimið fer felagsskapurin Blái Krossur nú at hava virksemið sítt, eins og Formula fer at leiga hin partin av kjallaranum.
tónleiki sum útflutningsvinna, og fleiri tónleikarar kunnu fylgja í fótasporunum hjá eitt nú Teitur, Eivør og Týr, ið eru við til at seta Føroyar á heimskortið, sigur Sólarn Solmunde. Fyrsta tiltakið av hesum [...] møguleikan at koma saman at hugna sær við góðum tónleiki. Og tónleikurin skal vera í miðdeplinum. ? Vit meta tað vera sera umráðandi at seta ferð á menningina av føroyskum tónleikarum, soleiðis at Føroyar
Hann minnir á, at freistin at søkja ikki er farin enn. Tað er 16. mars kl. 16.00. – Men higartil hava vit fingið nógvar fyrispurningar, sigur hann. Anfinn V. Hansen ynskir ikki at svara spurninginum, um teir [...] í trúnaði, sum Anfinn V. Hansen sigur. Spurdur um hann fær sagt nakað um, hvørt møguligar umsóknir eru føroyskar ella útlendskar, svarar Anfinn V. Hansen, at eitt av berandi orðunum í allari verkætlanini [...] Jákup á Dul er “føroyskt”, og sum skilst á Anfinni V. Hansen, so er hetta eisini galdandi, tá teir nú lýsa eftir stjóra.
felagnum í ungum aldri, og hóast tað nú eru nógv ár síðani, at Todi fór úr Klaksvík, hava teir báðir altíð hildið sambandið við líka. Løtt uppgáva at dekka Toda Tá ið vit fingu eitt stutt prát við Fríðin Ziskason
síðsta val vóru boðini frá Sverra Midjord av Tvøroyri annars greið. Hann stillaði ikki uppaftur, tí nú var hann vorðin ov gamal. Men Sverre, sum er fyltur 70 ár, er enn einaferð á listanum hjá Javnaðarflokkinum [...] upp á ein løgmann, og tí stilli eg upp. Valið í Suðuroy verður avgerandi, og eg vil hjálpa til, at vit sleppa í landsstýri og fáa løgmann. Eg havi nógvar persónligar atkvøður. Veri eg ikki við, so fara [...] Midjord. Spurdur, um hann longu er farin at reka, svarar hann kvikur: ? Tað geri je alt árið. Her suðuri eru okur altíð í kontakt við veljaran, sigur Sverre Midjord.
havnarskrivstovuni. Hann segði, at nú fór portrið upp til tað forjettaða landið, og at bildekkið var so stórt sum ein heilur fótbóltsvøllur? At dimensiónirnar á nýggju Norrönu eru munandi størri enn á Smyrli [...] myndin á hesi síðu, sum Árni C. Joensen hevur tikið, týðuligt prógv um. Men fyri at samanbera, so fáa vit her nøkur fakta um Smyril og um Norrönu: Norröna: Longd:164,5 m Breidd:30 m Deyðvekt:4.300 t Brutt
at verkfallið var av. Egil sigur, at nøkur av skipunum, sum plaga at landa til virkið, eru ikki í vinnu beint nú. - Jákup B liggur; teir skifta brúgv, og Núpur er uttanlands, har ymiskt verður gjørt við [...] við skipið, sigur hann. Lítil toskur Á Kósini hava tey arbeitt alla hesa vikuna. - Vit hava keypt hýsu og upsa á uppboðssølu, og tað hevur verið fitt av arbeiði á flakavirkinum. Enn er tó lítil gongd í
høgru og vinstru, men fáast at virka limunum til góða. Sáttmálasamráðingar verða nú í vár og má hin gamli hátturin, at vit mestsum uttan drál taka við tí mótparturin bjóðar, sleppast. Okkara hurðar skulu [...] Tryggingarviðurskiftini hjá limum okkara eru alls ikki nøktandi og mugu takast upp til endurskoðan. Eftirlønarútgjaldið hjá okkara pensiónistum skal takast upp til viðgerðar í summar (tá er freistin úti