Nýtt hotell í Runavík

Gongur sum ætlað, so verður Sjómansheimið í Runavík latið uppaftur um ein mánað. Men navnið verður broytt.

Avtala er gjørd við hjúnini Andreas og Kirstin Andreasen úr Saltangará um at lata dyrnar upp aftur.
Hetta verður kortini gjørt undir nýggjum navni, tí hereftir skal Sjómansheimið marknaðarføra seg sum "Hotel Runavík Sjómansheimið".
Tey hava bæði sagt upp arbeiði síni, og koma tískil at arbeiða nógv á hotellinum.
- Skal hetta bera til, er neyðugt at vit arbeiða nógv sjálvi, men tað koma eisini onnur fólk at arbeiða her, sigur Andreas við "Trúboðin", sum er málgagn hjá Heimamissiónini.
Andreas og Kirstin hava royndir frá slíkum arbeiði, tá tey í trý ár vóru leiðarar á sjómansheiminum í grønlendska býnum Holsteinsborg.


Fleiri bíleggingar
Sjómansheimið lat aftur í august mánaði í fjør, og hjúnini meta, at nógv má gerast til tess at marknaðarføra hotellið. Tað fer tí eisini at taka nøkur ár, inntil tað veruliga kann hvíla í sær sjálvum.
Tey miða eftir at fáa sín part av ferðafólkunum, ið vitja her, og annars skipa fyri skeiðsdøgum, temadøgum, fyrilestrum og øðrum.
Hjúnini hava langtíðarleigað bygningin, og fara at reka tað við mastovu og kømrum.
Trúboðin skrivar, at í mars mánaði eru longu fleiri stórar bíleggingar komnar til matstovuna. Summarið í ár er somuleiðis longu rættiliga væl selt, og í juni mánað er hotellið næstan fult bílagt.
Í kjallaranum á Hotel Runavík Sjómansheimið fer felagsskapurin Blái Krossur nú at hava virksemið sítt, eins og Formula fer at leiga hin partin av kjallaranum.