Munur á ferjum?

Stórur munur er á nýggja flaggskipi føroyinga, Norrønu, og Smyrli, ið sum flaggskip føroyinga í 1975 breyt upp úr nýggjum við sigling í Atlantshavi

Mong vóru tey, sum ógvaðust, tá Smyril á sumri í 1975 stevndi inn á Havnarvág.
Útróðrarmenn høvdu blokkerað havnina í Havn í nakrar dagar, so Smyril kom ikki á Havnina á fyrsta túrinum ? hann slapp bara at bryggju á Tvøroyri. Men eftir fyrstu uttanlandsferðina til Noregs, stevndi hann so loksins á Havnina, og tá var mikil móttøka.
Fólk tóku til, hvussu stórt hetta skipið var, og tá Ritan sigldi fram við Smyrli, sást rættuliga, hvussu STÓRT skipið var.
Á Strandferðsluni minnast tey væl orðini hjá Jógvan Arge, útvarpsmanni, tá portrið fór upp á fyrsta sinnið undir havnarskrivstovuni. Hann segði, at nú fór portrið upp til tað forjettaða landið, og at bildekkið var so stórt sum ein heilur fótbóltsvøllur?
At dimensiónirnar á nýggju Norrönu eru munandi størri enn á Smyrli, er myndin á hesi síðu, sum Árni C. Joensen hevur tikið, týðuligt prógv um.
Men fyri at samanbera, so fáa vit her nøkur fakta um Smyril og um Norrönu:

Norröna:

Longd:164,5 m
Breidd:30 m
Deyðvekt:4.300 t
Bruttotonnaga:36.000 brt
Ferðafólk:1.482
Bilar:800
(ella 120 trailarar)
Høvuðsmotorur:30.000 Hk
Manning:130
Prísur:700 mió krónur
Byggiár: 2003

Smyril:

Longd:87,52 m
Breidd:16,52 m
Bruttotonnaga:2.430 brt
Ferðafólk:800/495
Bilar:110
?
Høvuðsmotorur:4 X 2.520 Hk
Manning:130
Prísur:umleið 25 mió
Byggirár: 1969