Tryggingarviðurskiftini hjá limum okkara eru alls ikki nøktandi og mugu takast upp til endurskoðan.
Eftirlønarútgjaldið hjá okkara pensiónistum skal takast upp til viðgerðar í summar (tá er freistin úti á niðurfrystingini). Tað er ikki nevnd felagsins sum hækkar/lækkar útgjaldið, men nevndin er alls ikki - og eigur ikki - at vera uttan ávirkan. Grunnin eiga limir okkara!
Tað skal vera ein sjálvfylgja at limir sum ynskja tað, kunnu hitta formannin og/ella nevndina um teir ynskja tað. Tað eigur at vera sjálvsagt at ávísar dag- ella kvøldtíðir verða settar av til hetta endamál.
Milliónir liggja óvirknar og skulu ikki tveitast til høgru og vinstru, men fáast at virka limunum til góða.
Sáttmálasamráðingar verða nú í vár og má hin gamli hátturin, at vit mestsum uttan drál taka við tí mótparturin bjóðar, sleppast. Okkara hurðar skulu standa opnar fyri nógv breiðari samstarvi við hini fakfeløgini enn higartil.
Eitt mál at taka upp til komandi samráðingarnar verður at fáa yvirtíðarsatsin at samsvara øðrum lønarsáttmálum her á landi. Meðan okkara limur skal noyðast við 35%, 65% og bert í serstøkum førum 100%, fáa flestu aðrir lønarstættir 50% fyri teir fyrstu 2-3 tímarnar og síðan 100% allar yrkadagar. Hetta er órættur so tað stendur eftir!
Mong onnur mál liggja á láni, men komandi opinleikin í felagnum fer at kunna limir okkara um tey viðurskiftini.