Nógvir fyrispurningar til stjórastarvið

Tað er ein kvalifiseraður áhugi fyri stjórastarvinum til Stórustjørn verkætlanina. Nógvir fyrispurningar eru komnir, men Anfinn V. Hansen, advokatur, fær ikki sagt, um tey hava fingið nakra ítøkiliga umsókn. – Alt fyri gongur í trúnaði, sigur hann

23. februar stóð lýsing í bløðunum, har lýst var eftir stjóra til verkætlanina Stórutjørn. Einum stjóra, sum skal hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni og samskipa tey ymsu viðurskiftini, meðan byggibúningin og byggingin fer fram.
– Tað er ein kvalifiseraður áhugi, sigur Anfinn V. Hansen, advokatur og formidlari av sambandinum millum umsøkjarar og fólkini handan Stórutjørn verkætlanini.
Hann minnir á, at freistin at søkja ikki er farin enn. Tað er 16. mars kl. 16.00.
– Men higartil hava vit fingið nógvar fyrispurningar, sigur hann.
Anfinn V. Hansen ynskir ikki at svara spurninginum, um teir hava fingið nakra ítøkiliga umsókn frá nøkrum.
– Tað fyrigongur alt í trúnaði, so tað fái eg ikki svara fyri, sigur Anfinn V. Hansen.
Hann leggur so aftrat, at fólk, ið vanliga søkja størv sum hesi, sita ofta í høgum sessum frammanundan. Um hetta so merkir, at tey hava fingið onkra umsókn frá einum persóni, sum í løtuni situr í einum prominentum stjórastarvið, sigur søgan einki um, tí alt fyrigongur í trúnaði, sum Anfinn V. Hansen sigur.
Spurdur um hann fær sagt nakað um, hvørt møguligar umsóknir eru føroyskar ella útlendskar, svarar Anfinn V. Hansen, at eitt av berandi orðunum í allari verkætlanini hjá Jákup á Dul er “føroyskt”, og sum skilst á Anfinni V. Hansen, so er hetta eisini galdandi, tá teir nú lýsa eftir stjóra.