Sverre Midjord stríðist fyri løgmanssessi

70 ára gamli Sverre Midjord stillar enn einaferð upp fyri Javnaðarflokkin í Suðuroy. Á seinasta vali var hann bara tríggjar atkvøður frá at taka sessin frá Henriki Old

? Tað er so stutt fráliðið síðan síðsta val, so eg taki eitt tørn afturat. Vóru fýra ár gingin, so stillaði eg ikki upp, sigur Sverre Midjord.

Eftir síðsta val vóru boðini frá Sverra Midjord av Tvøroyri annars greið. Hann stillaði ikki uppaftur, tí nú var hann vorðin ov gamal. Men Sverre, sum er fyltur 70 ár, er enn einaferð á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy, og mikudagin verður endalig avgerð tikin á síðsta uppstillingarfundinum.

Sverre var bara tríggjar atkvøður frá at sleppa á løgting seinast. Henrik Old, sum varð valdur fyri Javnaðarflokkin, fekk 245 akvøður, og Sverre Midjord fekk 242. Men tað er ikki, tí hann ætlar sær at stjala sessin frá Henriki, at hann stillar upp.

? Sambandsflokkurin hevur einki boð upp á løgmann, hava teir sjálvir viðgingið. Eg haldi, at okkara formaður, Jóannes Eidesgaard, er eitt sera gott boð upp á ein løgmann, og tí stilli eg upp. Valið í Suðuroy verður avgerandi, og eg vil hjálpa til, at vit sleppa í landsstýri og fáa løgmann. Eg havi nógvar persónligar atkvøður. Veri eg ikki við, so fara tær helst nógvar til Sambandsflokkin, sigur Sverre Midjord.

Spurdur, um hann longu er farin at reka, svarar hann kvikur:
? Tað geri je alt árið. Her suðuri eru okur altíð í kontakt við veljaran, sigur Sverre Midjord.