Bumbur í London
Bæðir Tony Blair, forsætisráðharri, og Jack Straw, uttanríkisráðharri, hava knýtt bumbuspreingingarnar í London at islam, men teir hava samstundis gjørt greitt, at nógv teir flestu muslimarnir í Bretlandi eru ímóti slíkum ágangi.
Teir muslimsku leiðararnir í Bretlandi vóru eisini skjótir at fordøma atsóknirnar, og fleiri teirra gjørdu vart við, at framferðin hjá teimum víðgongdu felagsskapunum stríðir ímóti teirri islamsku trúnni.
Kortini stúra nógvir muslimar fyri, at bretar fara at hevna álopini hósdagin. Tann 29 ára gamli Zakaria Koubissi, sum eigur eina matstovu í London, sigur við bretsk bløð, at hann og aðrir muslimar í býnum óttast fyri hevndarálopum.
-Men fólk skulu vita, at islam loyvir ikki, at vit myrða ósek fólk, sigur Zakaria Koubissi.
Ehab Maged, sum arbeiðis á eina ferðaskrivstovu í London, skilir ikki, at Bretland bleiv álopið.
-Hetta var tað seinasta landið í Vesturheiminum, sum hevði virðing fyri arabarum og muslimum. Eingin dugir at siga, hvat nú fer at henda, sigur hann við bretsk bløð.
Summir muslimar siga seg ikki duga at skilja, hvussu yvirgangsmenn kunnu fremja slíkar atsóknir við tí fyri eyga at steðga krígnum í Irak og Afganistan.
-Teir mótmæla, at fólk doyggja í Irak og Afganistan, og so koma teir higar og drepa ósek fólk og oyðileggja lívið hjá vanligum muslimum. Hatta er høpisleyst, sigur Ahmed al-Merri við BBC.










