Fiskivinna
Fríggjadagin landaðu línuskipini, Kvik og Pison, á Kósini í Klaksvík.
Egil Johansen sigur, at Kvik, sum hendan túrin var undir Íslandi, hevði eini 120.000 pund, meginparturin brosma. Pison, sum hevur roynt undir Føroyum, hevði eini 100.000 pund, harav meginparturin var hýsa.
Línuskipini, Klakkur og Polarstjørnan, koma ætlandi inn at landa mánadagin. Klakkur roynir norðanfyri, meðan Polarstjørnan er á Føroya Banka.
Egil veit at siga, at skipini høvdu ávikavist 60.000 og 50.000 pund miðskeiðis í hesi vikuni.
- So, hetta verður ivaleyst ein hampiligur túrur, tá ið skipini koma inn at landa mánadagin, sigur hann.
Fyrstu túrarnir
Hetta er at kalla fyrsti túrur hjá fleiri av teimum størru skipunum eftir verkfallið, sum var á privata arbeiðsmarknaðinum.
Onkur av bátunum hevur verið á útlendska marknaðinum og selt ? eisini fyrsta túrin eftir, at verkfallið var av.
Egil sigur, at nøkur av skipunum, sum plaga at landa til virkið, eru ikki í vinnu beint nú.
- Jákup B liggur; teir skifta brúgv, og Núpur er uttanlands, har ymiskt verður gjørt við skipið, sigur hann.
Lítil toskur
Á Kósini hava tey arbeitt alla hesa vikuna.
- Vit hava keypt hýsu og upsa á uppboðssølu, og tað hevur verið fitt av arbeiði á flakavirkinum. Enn er tó lítil gongd í saltfiskinum, tí enn hevur so lítil toskur verið á marknaðinum, sigur Egil Johansen.










