netútgávan er komin fyri at vera - internetið er ein nátúrligur partur í menningini av einum blað, nú vit nærkast komandi øldini. Valdu støðuga menning Fyri ikki at taka munnin ov fullan valdu vit á Sosialinum [...] Verður klikt á teirra lýsing, koma vit inn á heimasíðuna hjá Farodane, har m. a. lýsingin við CD-brennaranum er at síggja. KT-fyritøkan, ið nevnist KT-Húsið hevur eisini eina lýsing. Klikkja vit á teirra lýsing [...] Longu nú eru fleiri enn 800 greinar at finna á dátabasanum, sum hevur verðið dagførdur síðani august. Tað skal tó viðmerkjast, at netúgávan av Sosialinum er ein royndarútgáva, men tað er longu nú staðfest
mangar føroyingar, ið var á Roskildefestivali. - Vit vóru eina løtu við pallin, har Pearl Jam spældi. Og vit hoyrdu eisini, at tað gekk vilt fyri seg. Einaferð rópti sangarin, at nú skuldu øll stíga aftur [...] sonurin var á festivalinum. - Føroyingarnir á festivalinum hittust í stórum tali eftir vanlukkuna. Vit tosaðu um tað, sum var hent, og móti morgni var lagið betri. Men leygardagin sóu vit, at nógv fólk [...] aftur eftir. Og løtu seinni góvust teir at spæla og alt ljósið varð tendrað. Tá vóru vit longu á veg burtur. Vit vistu ikki, hvussu hart tað gekk fyri seg har frammi, greiðir Magnus Sørensen frá. Vistu einki
Gallery'. Heidi kenna vit eisini sum svimjara og sum dj. Í London hevur hon eitt nú diskað á 'The Den' (áður kent sum 'The End'), sum er ein av londons kendastu klubbum og á kendu 'Cafe 1001' á Brick Lane. Í løtuni [...] al 2011 er komin og fæst til keyps. Tað er Heidi Andreasen ið hevur gjørt plakatina. Heidi lesur grafiska sniðgeving, við speciali í illustratión, á Central Saint Martins í London og fer nú undir triðja [...] eitt fashion label og handil í London, har hon hevur verið involverað í nógv spennandi projektir. Eitt nú hevur hon verið við til at gjørt grafiska list fyri Lego, George Smith, Liberty og V&A (Victoria and
men tá eg kenni á mær, at eg ikki havi ávirkan, so havi eg heldur ongan áhuga, sigur Heðin Mortensen, sum kortini heldur tað vera frálíkt, at vøllurin er komin. Heðin Mortensen ætlar sær nú at líta frammeftir [...] illgitingar. ? Vit skulu hava ein góðan og tryggan vøll. Áskoðarapallurin fekk skaða í vindinum tórsmorgun, og hetta krevur kanning. Dettur eitt flogfar niður, verður vanliga ikki farið á flog við somu [...] eftirtektar. ? Eg havi ongantíð ynskt at verið í stríði við Poul. Vit hava fyrr framt fleiri ætlanir í felag, og tað hevur verið í fínasta lagi. Men nú er keglaríið við Poul Michelsen tíbetur liðugt, sigur ein
teir eru fult greiðir yvir vandan at fara um Kappan við lítum árabáti. Ein av teimum, sum var komin at bjóða teimum vælkomnum, var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum á myndini heilsar upp á Eyþór [...] Tað síðsta samdøgurið róðu vit sum svakir, men tað var rørandi at stíga fótin á land í Porkeri. Tað sigur Eyþór Eðvarðsson, ein av íslendsku rógvarunum á árabátinum Áuður, sum tók land í Porkeri eftir [...] a samdøgur um at rógva til Føroya. - Vit høvdu eisini eina harða ferð til Føroya, tí 100 fjórðingar suður úr Føroyum brotnaði róðrið, so vit fingu ikki stýrt. Vit riggaðu kjølin til, men elvdi bara til
og á sosialum miðlum við fólk í útlandinum. - Tað er ikki soleiðis, at nakað ólógligt er í hesum millum vaksin fólk, men tað eru fleiri, sum eru komin illa fyri við slíkum sambondum. Vaktleiðarin á lø [...] tú hevur samskift við, koma á skíggjan, og tá verður tað ikki so stuttligt meira. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey javnan hava slíka mál, har fólk, sum eru komin soleiðis fyri, ikki vita síni [...] myndirnar - víðari til vinir og kenningar. Løgreglan sigur, at eitt nú kunnu slík fólk hótta við at senda myndirnar til vinarskarin á viðkomandi á Facebook, sum tey siga seg hava atgongd til. - Talan kann vera
at vit einki hava til tey í Føroyum. Tað staðfestur Javni, sum er áhugafelagið hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Javni uplýsir á síni heimasíðu, at tey hava verið á kunnandi fundi á Rásini [...] plássi til 30 næmingar um árið. Tey vísa á, at hóast gongd er komin á skipanina við einum serliga skipaðum miðnámsskúla til ung við menningartarni, SSM, er tørvurin á eftirskúla ikki minkaður, kanska tvørturímóti [...] at kosta eina 12 milliónir krónur, og nú vóna tey, at tey fáa politiska undirtøku fyri tí í Løgtinginum. Javni staðfestur á heimasíðuni, at sum støðan er nú, eru tað fleiri næmingar við menningartarni
ferðini eru fólk, sum hava verið á oljumessu í oljuhøvuðsstaðnum við Norðsjógvin. Men tey hava eisini verið í tí landinum, sum meinast er rakt av munn- og kleyvsóttini, sum nú eisini er farin at herja á europeiska [...] kemur inn í landið. Tað eru tó tey, sum halda, at hendan viðgerðin er ikki nokk kortini. Tey vilja halda, at vit eiga at krevja, upp aftur strangari tiltøk. Men soleiðis eru tey nú einaferð, tiltøkini, og [...] Sóttverja á flogvøllinum hóskvøld klokkan 21.oo: Hóast kunngerðin, um verju móti munn- og kleyvsóttini ikki er komin í gildi í Føroyum enn, verða ferðafólk, sum koma við Atlantsflog úr Skotlandi, kortini
standa á odda fyri so nógvum handlum, og Simon Stampe hevur ein heldur øðrvísi leiðsluhátt, enn vit vanliga síggja. – 100 handlar rekur tú ikki aftanfyri skriviborðið, sigur hann, tá vit hitta hann nú hann [...] seinastu árini, at vit í Føroyum næstan eru vorðin partur av globaliseringini. Júst her hevur vitjanin frá danska stjóranum eisini týdning, tí soleiðis merkja starvsfólk okkara, at vit eru ein partur av einum [...] landinum, har vit vitjað størri deildir hjá Idé møblum í Danmark, umframt at vit eisini vitja aðrar fyritøkur, sigur Birgir Andreasen. Tosa alla tíðina um menning Idé møblar er tað, sum á donskum verður
lið. - Tað er so vist og satt: Jesus, hann er vinurin hjá okkum øllum. Spurningurin er, um vit – ja, um vit eru hansara vinir? - Eg veit, at hann er mín vinur og eg ynski eisini, at hann eisini skal verða [...] Hann er ikki meiri enn komin niður av talarastólinum, fyrrenn ein kvinna í salinum fer á føtur og setur fram sama spurning sum tann ungi maðurin: - Elskar tú Jesus?! Triðja møtið á missiónsvikuni er í hæddini [...] hæddini. Vitnisburðirnir eru í gongd, og síðani fara bæði yngri og eldri fólk á føtur at siga frá tí, ið tey sum trúgvandi eiga í trúnni á frelsara sín. Praktiskt og andaligt Hesar seinastu mánaðirnar hava