Vóru við lagnupallin

ROSKILDEFESTIVALURIN. Havnamaðurin, Magnus Sørensen, var ein teirra, ið lurtaði eftir lagnubólkinum, Pearl Jam

Magnus Sørensen úr Havn, sum er búsitandi í Keypmannahavn, var ein millum mangar føroyingar, ið var á Roskildefestivali.

- Vit vóru eina løtu við pallin, har Pearl Jam spældi. Og vit hoyrdu eisini, at tað gekk vilt fyri seg. Einaferð rópti sangarin, at nú skuldu øll stíga aftur eftir. Og løtu seinni góvust teir at spæla og alt ljósið varð tendrað. Tá vóru vit longu á veg burtur. Vit vistu ikki, hvussu hart tað gekk fyri seg har frammi, greiðir Magnus Sørensen frá.


Vistu einki

Tíðindini um, at fleiri fólk høvdu latið lív, komu ikki Magnusi fyri oyrað fyrr enn seinni um kvøldið, tá ið hann var komin heimaftur í tjaldið, har føroyingar hildu til.

Magnus Sørensen arbeiðir á fyritøkuni Telia, og ein av starvsfeløgum hansara stóð fremstur í rokanum undir konsertini. Hesin hevur greitt Magnusi frá, at hann var um at verða fangaður í trokanum, men at hann eftir mikið stríð slapp út.


Fólk fóru heim

Eisini mongu føroyingarnir á festivalinum vóru illa við av tilburðinum.

- Tá ið vit komu aftur til tjaldið, høvdu fleiri bangin foreldur ringt úr Føroyum. Eg ringdi heim beinanvegin, sigur Magnus Sørensen úr Keypmannahavn.

Tá ið Magnus ringdi heim, hevði pápin, sum mong onnur óttafull foreldur, longu boðað løgregluni í Havn frá, at sonurin var á festivalinum.

- Føroyingarnir á festivalinum hittust í stórum tali eftir vanlukkuna. Vit tosaðu um tað, sum var hent, og móti morgni var lagið betri. Men leygardagin sóu vit, at nógv fólk vóru farin heim, sigur Magnus Sørensen.