100 handlar rekur tú ikki aftanfyri skriviborðið

Tað sigur Simon Stampe, sum er nýggi stjórin hjá Idé møblum. Hóast sín unga aldur er hann eitt slag av einum verðinsmanni við nógvum royndum innan altjóða handil. Hesar royndir skal hann nú brúka í fyritøkuni, og føra Idé møblar út um Danmark og Føroyar

Herfyri fekk stóra møblaketan Idé møblar nýggjan stjóra. Simon Stampe eitur maðurin. Hann er ungur, 38 ára gamal, men hevur hóast tað drúgvar royndir innan altjóða handil. Hann hevur starvast hjá Jysk Sengetøj, IC Company og Levi’s Europes.
Nú er hann vorðin stjórin í Idé møblum, og teir báðar seinastu dagarnar hevur hann vitjað føroysku deildina av Idé møblum. Orsøkin til hann vitjar her er rættiliga einføld.
Idé møblar er ein stór keta, sera stór keta, og hava tey eitt stað ímillum 100 og 150 fyritøkur. Tað krevur sín mann at standa á odda fyri so nógvum handlum, og Simon Stampe hevur ein heldur øðrvísi leiðsluhátt, enn vit vanliga síggja.
– 100 handlar rekur tú ikki aftanfyri skriviborðið, sigur hann, tá vit hitta hann nú hann vitjar í Føroyum.
– Tað er í handlunum at tingini henda. Hvørja ferð ein kundi kemur innar er talan um sannleikans tíma fyri okkum, og tí er tað eisini umráðandi hjá mær at vera við har tingini henda.

Brúka føroyskar royndir aðrastaðni
Simon Stampe er komin inn í fyritøkuna við altjóða royndum. Síðani hann kom hevur hann vitjað nógv í teimum ymsu deildunum hjá fyritøkuni. Hann skal vera við at lyfta, menna og vaksa um virksemi hjá fyritøkuni, sum í dag hevur 17% av danska marknaðinum undir sær og er størsta møblaketan í Danmark. Simon Stampe ásannar, at møguleikarnir at vaksa um virksemi í Danmark eru avmarkaðir. Kortini ynskir hann at styrkja um støðuna har, og samstundis vil fyritøkan brúka hansara altjóða royndir soleiðis, soleiðis at fyritøkan fer at flyta seg meira yvir á globala marknaðin. Og hetta er vitjanin í Føroyum ein partur av.
– Idé møblar í Føroyum er ein ógvuliga flottur handil. Eg kann eisini staðfesta, at tað er óført, at handilin er valdur at vera besti handilin í Føroyum seinastu fýra árini, heldur Simon Stampe.
– Eg havi verið í fyritøkuni í eitt hálvt ár, og noyðist at seta meg inn í nógv viðurskifti. Millum annað hvussu okkara deildir kappast við aðrar handlar. Eg má skilja kappingina her í Føroyum eisini, tí tað fái eg heilt víst brúkt aðrastaðni eisini, sigur hann.

Vitjanin hevur týdning
Birgir Andreasen, handilsleiðari, í Idé møblum í Føroyum, tekur undir við tí, sum Simon Stampe higartil hevur ført fram. Men hann hevur eisini hug at leggja aftrat, at tey sanniliga eisini kunnu draga nyttu av vitjanini hjá Simon Stampe.
– Menningin innan fyri øki hevur verið so ógvuslig seinastu árini, at vit í Føroyum næstan eru vorðin partur av globaliseringini. Júst her hevur vitjanin frá danska stjóranum eisini týdning, tí soleiðis merkja starvsfólk okkara, at vit eru ein partur av einum størri marknaði, sum eisini er uttan fyri Føroyar, sigur Birgir Andreasen.
Hann vísir eisini á, at júst hetta vera partur av tí, sum gongur fyri seg uttan í heimi hevur týdning hjá einum fyritøku sum teirra.
– Tí er tað eisini at øll starvsfólkini árliga verða boðin ein túr av landinum, har vit vitjað størri deildir hjá Idé møblum í Danmark, umframt at vit eisini vitja aðrar fyritøkur, sigur Birgir Andreasen.

Tosa alla tíðina um menning
Idé møblar er tað, sum á donskum verður rópt ein “frivillig” keta. Tað merkir, at tað eru teir einstøku handlarnir, sum eiga ketuna í felag. Sum mótsetning til tað kunnu vit nevna kapital ketuna, har tað er ein eigari, sum eigur nógvar handlar.
Tað merkir, at føroyska deildin av Idé møblum eisini sítt at skula sagt, tá avgerðir verða tiknar í ketuni. Tí hava Simon Stampe og Birgir Andreasen alla tíð ein samskifti sínamillum, og vitjanin nú er eisini ein liður í tí samskiftinum.
– Vit tosa alla tíðina saman um, hvussu vit kunnu bøta um fyritøku okkara, sigur Simon Stampe, og Birgir Andreasen leggur aftrat, at annaðhvørt er tú í menning, ella stendur tú í stað.

Pent ílatin fíggjarliga
Tað er ein sannroynd, at ferðin á búskapinum er høg, og forbrúkið millum manna er so stórt sum ongantíð áður. Hetta merkja tey sanniliga aftur í Idé møblum.
– Seinasta árið hevur verið eitt tað besta hjá okkum, og heilt víst tað besta síðani vit fluttu í hesi húsini. Men marknaðurin her hjá okkum er so følin, og tað gongur skjótt báðar vegir. Tí mugu vit eisini verða pent ílatin reint fíggjarliga, sigur Birgir Andreasen.
Simon Stampe lurtar og nikkar samtykkjandi. Hann hevur áður sagt, at hetta eru royndir, hann heilt víst fær brúkt aðrastaðni, nú tey arbeiða við økja um virksemið uttan fyri Danmark.
– Vit merkja undanvind í løtuni í fyritøkuni, og ynskja at víðka um virksemi. Til hetta hava vit eitt gott grundarlag í fyritøkunum í bæði Danmark og Føroyum, sigur Simon Stampe, sum nú arbeiðir við at føra fyritøkuna næsta stigi fram, sum er út í heim.