Føtur í fat

Ferðafólkini, sum koma við flogfarinum hjá Atlantsflog úr Aberdeen, skulu ígjøgnum eitt fat við sóttreinsandi løgi, áðrenn tey sleppa av vøllinum

 

Sóttverja

á flogvøllinum hóskvøld klokkan 21.oo:

Hóast kunngerðin, um verju móti munn- og kleyvsóttini ikki er komin í gildi í Føroyum enn, verða ferðafólk, sum koma við Atlantsflog úr Skotlandi, kortini sóttreinsað, áðrenn tey fara av flogvøllinum.

Tað er hóskvøld, flogfarið hjá Atlantsflog kemur spakuliga koyrandi inn eftir flogvøllinum. Tað hevur júst sett seg, afturkomið úr Aberdeen í Skotlandi. Við í ferðini eru fólk, sum hava verið á oljumessu í oljuhøvuðsstaðnum við Norðsjógvin.

Men tey hava eisini verið í tí landinum, sum meinast er rakt av munn- og kleyvsóttini, sum nú eisini er farin at herja á europeiska meginlandinum. Og tí skulu tey sóttreinsast, áðrenn tey sleppa heim.

Tað kemur ein maður út á vøllin við einum vogni. Á vogninum standa tvey føt, sum hann setir framman fyri báðum landgongdunum, sum settar verða upp móti flogfarinum. Eina annar maður kemur við eini spann við reinsandi løgi, sum hann stoytir í føtini, áðrenn ferðafólkini fáa loyvi at koma niður trappurnar.

Tey steðga á, so hvørt tey koma til karið. Stíga upp í og verða standandi nøkur sekund, áðrenn tey fara víðari.

So einføld er hendan viðgerðin, sum kortini helst skal gera, at hendan herviliga sjúkan ikki kemur inn í landið.

Tað eru tó tey, sum halda, at hendan viðgerðin er ikki nokk kortini. Tey vilja halda, at vit eiga at krevja, upp aftur strangari tiltøk. Men soleiðis eru tey nú einaferð, tiltøkini, og verður ivaleyst hildið, at hetta man vera nokk. Tí flutningsfeløgini siga seg enn í skrivandi stund ikki hava fingið nøkur boð um at herða tiltøkini.

Og tað kann undra, siga fólk á flogvøllinum, at ferðafólkini skulu ígjøgnum hesi føtini, hóast tað er púra beint, sum tikið verður til. Tað er ikki tað, sum undrar.

Tey undrast tvørtur í móti á, at einki verður gjørt við sjálvt flogfarið. Tí tað koyrir jú eftir eini breyt í Skotlandi, og har kann tað sama vera smitta, sum á eini gongugøtu inni í býnum, verður víst á.

Men enn siga tey seg ikki hava fingið nøkur boð um at sóttreinsa flogfarið.