Nú ber til at lýsa í Internet-Sosialinum

Sosialurin hevur nú tikið enn eitt stig í útbyggingini av Internetútgávuni av blaðnum. Leygardagin vóru tær fyrstu lýsingarnar at síggja í Internetútgávuni av Sosialinum, og í framtíðini verður enn meira tilfar á netinum

Nú ber fyri fyrstu ferð til hjá føroyskum virkjum og fyritøkum at lýsa á Internetinum, har til ber at koma í samband við nógv fólk.

Netbløðini eru tey mest spennandi støðini, sum fólk tíma at hyggja eftir á Internetinum. Síðani Sosialurin fyri nøkrum vikum síðani fór undir at dagføra blaðið á netinum hvønn dag, er áhugin hjá lesarum vaksin tilsvarandi. Sosialurin er eisini eitt av teimum fáu bløðunum í ríkinum, sum hava eina dátabásu, har alt tilfarið verður goymt - og tað einasta føroyska blaðið, har til ber elektroniskt at leita í gomlum tilfari.

Longu nú eru fleiri enn 800 greinar at finna á dátabasanum, sum hevur verðið dagførdur síðani august.

Tað skal tó viðmerkjast, at netúgávan av Sosialinum er ein royndarútgáva, men tað er longu nú staðfest, at netútgávan er komin fyri at vera - internetið er ein nátúrligur partur í menningini av einum blað, nú vit nærkast komandi øldini.


Valdu støðuga menning

Fyri ikki at taka munnin ov fullan valdu vit á Sosialinum fyrst at leggja ein part av tilfarinum út á netið.

Tað er fyritøkan FarCom (Kunningartænastan) sum hevur staðið fyri menningini av forritum og sum hevur latið pláss á ambætaranum (servara). Sum blað hava vit á Sosialinum sjálvandi allar upplýsingarnar, sum skulu í Internetútgávuna, og snýr tað seg tí bara um at umseta hetta tilfar, so tað er atkomiligt á Internetinum. Tað er FarCom, sum hevur ment ta skipanina, meðan tað eru starvsfólkini á Sosialinum, sum dagliga leggja tilfarið út á netið.


Fyribils ókeypsi skipan

Tað er sjálvtsagt, at eitt blað skal vinna pengar upp á at vera á netinum, og verður tað í prinsippinum júst á sama hátt, sum við vanligu blaðútgávuni - blaðið skal seljast, og lýsingarpláss skal seljast.

Sum frá er liðið fer tað fyri ein rímiligan prís av verða gjørligt at tekna seg sum haldara. Hvør haldari fær so eitt loynital, sum gevur honum atgongd til Internetsosialin. Men tað fer eisini at bera til at keypa sokallað »10-túrakort«, so at tú sleppur inn á Sosialin tíggju ferðir - í eitt samdøgur hvørja ferð.

Men fyribils er tað ókeypis hjá øllum at lesa og halda Sosialin á Internetinum.


Áhugavert knútapunkt

Eitt er so tað viðrið, ið Sosialurin hevur sum blað á Internetinum. Annað - eins týdningarmikið er tað knútapunkt, sum Sosialurin soleiðis verður fyri onnur - eitt nú lýsarar.

Hyggur tú á heimasíðuna hjá Sosialinum í dag (www.sosialurin.fo) sært tú umframt Sosialin fimm lýsingar.

Lýsingafyritøkan Sansir hevur eina sera áhugaverda lýsing, fyri tann, ið vil vita meira um internet og um marknaðarføring á internetinum. Ovast á lýsingabreddanum hjá Sosialinum kanst tú klikkja teg inn á heimasíðuna hjá Sansum - sum uttan iva er tann mesta avanseraða føroyska heimasíðan, við fleiri enn 100 síðum, við hópin av myndum, við tónleiki og fyri at tað ikki skal vera lygn eisini sjónvarpslýsingum, sum tey hava gjørt.

FaroeNet hevur eisini eina lýsing, sum vísir til teirra nýggja Forum á internetinum. Har ber til hjá fólki at kjakast um alt millum himmal og jørð, og er tað bara hugflogið, ið setir avmarkingarnar.

FaroeNet er eitt føroyskt knútapunkt á Internetinum.

Hevur onkur hug at keypa eina Ford Transit 100 S CL HD 76 HK Diesel frá p/f Wenzel, so sæst hann eisini á Internetinum. Við at klikkja á lýsingina hjá Wenzel í Sosialinum letur tú upp nýtt vindeyga, har lýsingin hjá Wenzel sæst. Á sama hátt er tað við lýsingini frá Farodane, sum lýsir við einum CD-brennara. Verður klikt á teirra lýsing, koma vit inn á heimasíðuna hjá Farodane, har m. a. lýsingin við CD-brennaranum er at síggja.

KT-fyritøkan, ið nevnist KT-Húsið hevur eisini eina lýsing. Klikkja vit á teirra lýsing koma vit inn á teirra heimasíðu, ið eisini hevur mangt áhugavert at vísa fram. M. a. ber til at fáa ráð um telduvirus og um koppseting, har er ein spurnarkapping og har eru annars nógvar upplýsingar um fyritøkurnar »Norna« og »Vit«, sum tilsamans eru KT-Húsið.

Tónleikabólkurin Moira hevur eisini eina lýsing, har lýst verður við dansi á Kambsdali 1. november.

Menningin í tøknini gongur skjótt, og Sosialurin fylgir væl við - fyri á tann hátt eisini at ganga í fremstu røð tá tað snýr seg um føroysk tíðindi á Internetinum. Internet-Sosialurin verður í dag lisin í umleið 20 londum - bæði í eystri og vestri - og eyðsæð er, at brúkararnir í Føroyum eru tann minni parturin. Á henda hátt hava útiseta møguleika at fáa føroysk tíðindi eins skjótt, og føroyingar í Føroyum

So hvørt vit menna skipanina meira, fara vit at greiða lesarum okkara frá hesum.