Ganga eina kann eg ei

Árliga missiónsvikan í Havn er nú komin í helvt við møtum hvørt kvøld í Meinigheitshúsinum.
Væl av eldri og tilkomnum fólki var á møti í gjárkvøldið, men haraftrat var eisini eitt rættiliga stórt tal av ungdómi úr býnum.
- Tað er so gott at vit altíð kunnu fara til Jesus. Hann er ein góður vinur at eiga, og er altíð hjá okkum, segði ein ung genta í sínum vitnisburði.

- Eg havi ikki nógvar vinir, og føli meg ofta einsamallan, men kortini eri eg ongatíð einsamallur!
Talan er liðug og orðið er givið frítt til samkomuna at bera fram ein persónligan vitnisburð um Jesus. Løtan er ikki meiri enn byrjað, fyrrenn ein ungur maður fer niðan á sjálvan talarastólin.
Orðini omanfyri ljóða kanska um ein mótsøgn, men ikki hjá hesum unga manninum sum hevur verið persónliga trúgvandi í eina tíð. Hann kann siga frá, hvat tað vil siga at fylgjast við Jesusi, sínum besta vini, og sum altíð gongur honum við lið.
- Tað er so vist og satt: Jesus, hann er vinurin hjá okkum øllum. Spurningurin er, um vit – ja, um vit eru hansara vinir?
- Eg veit, at hann er mín vinur og eg ynski eisini, at hann eisini skal verða tín besti vinur. Hann elskaði teg! Men elskar tú hann?!, spyr ungi maðurin út í salin.
Hann tekur til nøkur ørindi úr Bíbliuni, og endar so vitnisburð sín við eini reglu úr einum kendum sangi: - Ganga eina kann eg ei!
Hann er ikki meiri enn komin niður av talarastólinum, fyrrenn ein kvinna í salinum fer á føtur og setur fram sama spurning sum tann ungi maðurin: - Elskar tú Jesus?!
Triðja møtið á missiónsvikuni er í hæddini. Vitnisburðirnir eru í gongd, og síðani fara bæði yngri og eldri fólk á føtur at siga frá tí, ið tey sum trúgvandi eiga í trúnni á frelsara sín.

Praktiskt og andaligt
Hesar seinastu mánaðirnar hava bæði yngri og eldri fólk sæð fram til viku 4 í 2007. Hetta er vikan, tá árliga missiónsvikan er á skránni.
Hesa vikuna eru fólkini í samkomuni oftari saman enn vanligt, tí møtir eru hvørt kvøld. Eftir hvørt møti er gott høvið at hava eina hugnaliga løtu saman við hinum afturvið einum drekkamunni í kjallaranum.
Sunnukvøldið byrjaði so henda vikan eftir at fólk í samkomuni hava fyrireikað alt tað praktiska við møtunum, og hava haraftrat biðið nógv fyri møtunum á serstakari bønarviku fyrr í mánaðinum.
Í gjárkvøldið kl. 20 var aftur boðið til møti, har talarin var Olaf Magnussen av Toftum og Manskórið úr Vágum stóð fyri sanginum.
Áðrenn sjálvt møtið byrjaði var eitt bønamøti hildið. Biðið varð serliga fyri tí, sum talarin skuldi bera fram og um at Heilagi Andin mátti tala til hvønn einstakan gjøgnum sang, vitnisburð og kórsang.
Nú var klárt at byrja møtið.

Streymar av náði
Inni í møtisalinum er nakað av fólki komið. Tey koma allatíðina innar, og tá møtileiðarin, Jógvan Garðsá byrjar møtið við eini heilsan er rættiliga fitt av fólki til staðar.
- Vit byrja í kvøld við at syngja nr. 17 “Send tínar streymar av náði”. Hetta er faktiskt sami sangur sum vit byrjaðu møtið við í gjárkvøldið.
- Sama ger. Hann er góður og sigur mær so nógv. Veri øll vælkomin á hetta møtið, sigur hann.
Fyrsti sangurin er sungin og ein maður úr samkomuni fer á talarastólin. Hann er biðin um at hava eitt orð at byrja møtið við.
Hann blaðar í Bíbliuni, og greiðir frá, at tá hann var biðin um at byrja møtið, komu nøkur orð úr Sálmi 40 í Gamla Testamenti beinanvegin til hansara.
“Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet”, lesur hann upp.
- Dávid var komin rættiliga langt út í síni synd, men hann fekk at enda eyguni upp fyri, hvar hjálpin var at finna. Hann vendi sær til sín Gud.
- Hetta sama gjørdi eg, og hetta sama ynskir Gud eisini at øll skulu gera. Vend tær tí til hansara í kvøld, sigur maðurin og leggur síðani alt møtið fram í bøn.

Fylg mær
Møtileiðarin Jógvan sigur nú frá, at menninir úr Vágum kunnu gera seg klárar at syngja. Fyrst hevur hann nakrar kunngerðir at bera fram.
Hann greiðir frá, at møguleiki er at fáa samtalu og forbøn í teimum báðum loftsstovunum, bæði undir møtinum og aftaná. Barnaansing er eisini undir møtinum og hevur ein hug at ogna sær eina góða bók ella góðan tónleik, er høvið til tað við eitt bókaborð úti í gongini.
Manskórið úr Vágum syngur síðani tríggjar sangir, áðrenn orðið verður givið til høvuðstalaran av Toftum. Hansara boðskapur var greiður um tað at fylgja Jesusi eftir.
- Boðskapurin frá Jesusi er einfaldur: Fylg mær! Eg vil verða vinur tín. Eg vil eisini í kvøld taka ímóti tær, júst so sum tú ert.