Rópti rasistisk ókvæmisorð eftir politisti

Tríggir mans hava verið á politistøðini í Havn í nátt eftir býtúr

Stutt fyri klokkan trý í nátt varð løgreglan boðsend til skeinkistaðið Tórshøll í Havn, har tveir mans ikki dugdu at uppføra seg. Tað er tað sum á løgreglumáli eitur »værtshusuorden«.

Løgreglan valdi at skuldseta boðar fyri brot á skilhaldsreglarnar, sum kostar eina bót upp á 1500 krónur. Tá teir tosa við menninar um tað, fer annar teirra at rópa rasistisk ókvæmisorð eitt einum av løgreglufólkunum. Tað verður hann so eisini skuldsettur fyri, sum so eisini kostar eina bót upp á 1500 krónur. Teir verða tiknir við á støðina, og har leikar sami maður so illa í, at hann verður skuldsettur fyri herverk, sum eisini skal bøta fyri. Hvussu nógv tað verður, er ikki greitt, fyrr enn skaðin er uppgjørdur. 

Ein triðið maður varð tikin í býnum nakað seinni, tað var umleið klokkan 4. Ein løgreglupatrulja kemur framvið, og maðurin vísir teimum longutong - ella fuck-fingurin, sum sagt verður. Løgreglufólkini fara úr bilinum at tosa við mannin, tí sum vaktleiðarin sigur, tað hjálpir ofta at práta við fólk um slík, men tað gjørdi tað tó ikki í hesum føri, tí maðurin vildi ikki siga hvør hann var, og tað hevur tú skyldu til, tá løgreglan spyr. Hann varð tí eisini tikin við á støðina, har hann fekk tvær bøtur, eina fyri brot á skilhaldsreglarnar og eina fyri ikki at vilja upplýsa, hvør hann var.-

Allir tríggir menninir vórðu latnir leysir um sekstíðina í morgun, sigur vaktleiðarin.