Vit hava ikki pláss fyri teimum í Føroyum

Fleiri næmingar við menningartarni noyðast av landinum, tí einki er til tey í Føroyum

Í dag er støðan tann, at fleiri næmingar við menningartarni noyðast at fara av landinum, tí at vit einki hava til tey í Føroyum. Tað staðfestur Javni, sum er áhugafelagið hjá fólki við menningartarni og familjum teirra.

 

Javni uplýsir á síni heimasíðu, at tey hava verið á kunnandi fundi á Rásini, sum er ein serligur eftirskúli í Saltangará til ung við menningartarni, hagar tey kunnu fara eftir loknan fólkaskúla.

 

Men Rásin hevur bara pláss fyri at taka sjey næmingar inn annaðhvørt ár og tí vilja tey ógvuliga fegin, at skúlin fær betri sømdir, soleiðis at tey kunnu taka fleiri næmingar.

 

Á Rásini hava tey arbeitt við eini ætlan um at byggja út við tí endamálið at tvífaldað næmingatalið, men hóast tað nøktar tað bara ein part av tørvinum, tí ein meting sigur, at tørvur er plássi til 30 næmingar um árið.

 

Tey vísa á, at hóast gongd er komin á skipanina við einum serliga skipaðum miðnámsskúla til ung við menningartarni, SSM, er tørvurin á eftirskúla ikki minkaður, kanska tvørturímóti. Tað tey frætta frá SSM er nevniliga, at eftirkúlin er eitt sera gott grundarlag hjá næmingum at fara víðari á SSM við.

 

Síðani Rásin varð stovnað, hava tey húsast í einum stórum sethúsum í Saltangará, og tað eru teyð glað fyri, hóast tað er trongligt, tí tað gevur teimum góðar møguleikar at brúka nærumhvørvið sum eitt lið í undirvísingini.

 

Tí arbeiða tey við eini ætlan um at byggja 450 fermetrar upp í Rásina, soleiðis at næmingatalið kann tvífaldast upp í 14 næmingar. Tað er mett at kosta eina 12 milliónir krónur, og nú vóna tey, at tey fáa politiska undirtøku fyri tí í Løgtinginum.

 

Javni staðfestur á heimasíðuni, at sum støðan er nú, eru tað fleiri næmingar við menningartarni, sum ikki hava eitt skúlatilboð, tá teir eru lidnir við fólkaskúlan.

 

– Fleiri av teimum fara av landinum, til dømis á danskar eftirskúlar. Hetta kann sjálvandi vera sera mennandi í sjálvum sær, men tað eigur ikki at vera ein neyðloysn, tí einki hóskandi tilboð er í Føroyum, sigur Javni.