Heidi hevur gjørt plakatina

Plakatin til Tórshavnar Jazzfestival 2011 er komin og fæst til keyps.

Tað er Heidi Andreasen ið hevur gjørt plakatina.

Heidi lesur grafiska sniðgeving, við speciali í illustratión, á Central Saint Martins í London og fer nú undir triðja og seinasta ár av útbúgvingini.

Heidi hevur í summarferiuni arbeitt hjá 'Beyond the Valley', sum er eitt fashion label og handil í London, har hon hevur verið involverað í nógv spennandi projektir. Eitt nú hevur hon verið við til at gjørt grafiska list fyri Lego, George Smith, Liberty og V&A (Victoria and Albert Museum).

Umframt arbeiðið og útbúgving hevur hon eg verið við í tveimum framsýningum í London, 'Few & Far Between' sum var hildin í 'The Rag Factory' og '57 Protagonist' sum var hildin í 'SW1 Gallery'. Heidi kenna vit eisini sum svimjara og sum dj.

Í London hevur hon eitt nú diskað á 'The Den' (áður kent sum 'The End'), sum er ein av londons kendastu klubbum og á kendu 'Cafe 1001' á Brick Lane. Í løtuni liggur diskingin á hyllini, men kemur helst afturíaftur tá hon verður liðug við skúlan.

Plakatin fæst í Norðurlandahúsinum, TUTL og í Kunningarstovuni í Havn, og kostar 100 krónur.