verið saman í góð trý ár og miðjan juni í ár, skulu tey giftast. Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum, og abbi Súsonnu, Jákup Kass, skal víga tey í hjúnalag. Eftir vígsluna hava tey vælkomst í bygdarhúsinum [...] gifta seg tíðliga, bert gifta seg fyri at fara í song saman, men hesum eru Súsanna og Heini ikki samd í. - Sjálvandi giftast vit ikki fyri at fara í song saman. Í okkara trúgv er tað ikki loyvi at hava kynsliga [...] Tað skal verða púra óvæntað, sigur Súsanna argandi. Heini hevur keypt sær stás í Føroyum. Á brúdleypsdegnum fer hann í svartan klædning og vest. Ikki ov ung Heini og Súsanna eru bæði á einum máli um
vikuskifti, síðani eg var 12 ára gamal. Hvussu var føroyski DJ pallurin tá í byrjanini? - Í 90unum var DJ Ottar nummar eitt í Føroyum. Hann var eisini totalt kul. Hann kundi spæla onkur reyvkiksað løg, men [...] sum teir kanska ikki høvdu í kulheit og í musikalskum innliti, høvdu teir í dugnaskapi. Og tað ger teir kul. - Kjakið um føroyska DJ pallin hevur bara verið so ræðuliga keðiligt í seinastuni. Fólk hava tosað [...] ein DJ er, sigur Rúni, sum í vikuskiftunum gongur undir navninum DJ Frisko og seinastu árini hevur verið regluligur DJ í Eclipse - Eg haldi, at Jante spælir alt ov nógv inn í hesum samfelagnum. Og tað
hevur víst í Føroyum. Mann móti manni og í liðavrikinum vóru B36 spælararnir stinnari taktiskt, tekniskt og eisini kropsliga. Likamliga styrkin og skjótleikin plaga at vera tað, sum íslendingar í síðsta enda [...] ÍBV slepti í verjuni, og teir vóru einar tríggjar ferðir í nánd av málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Um teir høvdu havt javnað til 2-2, so høvdu tað verið teir í ÍBV, sum høvdu fingið plássið í næsta umfarinum [...] So var lív og rómur í Gundadali. B36 hevði takið. Ingi Højsted vísti styrki, sum ivaleyst bóru pluss við sær í bókina hjá landsliðsvenjaranum, Fróði Benjaminsen var sera stinnur í miðverjuni, Santos vísti
hesa slupp í 1989, tí tað var ein gamal dreymur hjá mær at kunna sigla útferðir við slupp. Tá ið alt so fór á heysin í hálvfemsunum, so sluppu vit ikki heilt óskalaðir undan, og vit fóru tí í samstarv við [...] grotto í Hesti, har akustikkurin var so avbera góður. Vit báðir funnu so upp á ráð, at útferð skuldi verða gjørd regluliga til grottokonsertir, sigur Birgir Enni. Hetta tiltakið var í 1995, og í dag 12 [...] Ikki í bókligum formi tó, tí tað meti eg ikki, hevði passað til mín. Hinuvegin havi eg mangan tonkt uppá, at givið okkurt út í digitalum formi, eitt nú á dvd, sigur Bigir. Barbara og krúnprinsurin Í øll
einasti í Føroyum. Í gongini, har vit koma innar, standa ein rúgva av skóm. Prátið hoyrist oman gjøgnum trappurnar, og frá einum rúmi í kjallaranum, sum seinni vísir seg at vera køkurin. Inni í køkinum [...] dagsins døgurði skal gerast. Í dag er okkurt við fiski á skránni. Nakrar skulu baka, meðan nakrar gera døgurða. ? Vit býta genturnar upp í tveir bólkar. Annar bólkurin er í køkinum fyrrapart, meðan hin [...] teorifrálæru. Soleiðis er í eina heila viku. So verður aftur býtt um, greiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti frá. Hon sigur, at tað kanska er strævið at skula gera døgurða og nátturða í eina heila viku, men so
eru ongar grundgevingar. Bert pástandir og róp, sum onki hald hava í veruleikanum. Men hetta tykist eftirhondini so vanligt í Føroyum. At tey, sum standa við sína ábyrgd, fáa skolurnar. Meðan tey, sum [...] Hann skal seinni í heyst skal samráðast við øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, og vit hava als ikki ráð til slíkar lønarhækkingar í løtuni hjá tí almenna. Og vil nakar í fullum álvara vera [...] gjørt og fara at gera frameftir. Eri vísur í, at tað einasta sum í longdini gagnar verkamannafjøldini og øllum samfelagnum er ein politikkur, har øll taka ábyrgd her í landinum, og ikki renna undan henni og
Johansen við tøgn eina løtu. Karl var formaður í felagnum í 25 ár. Hann andaðist fyri einum góðum ári síðani, og síðani tá hevur Jan Midjord verið formaður í felagnum. Gjørt var av, at eykaaðalfundur ikki [...] stillaði ikki upp til formansvalið. Í formansfrágreiðingini kom hann millum annað inn á, at lønarinntøkurnar hjá limum felagsins vóru hækkaðar við fýra milliónum í 2002 í mun til 2001. Ein partur av hesi [...] Fráfarandi formaðurin segði seg stuðla Hans Joensen í royndunum at gerast formaður. Greitt var eisini, at nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag gekk í tveimum bólkum. Eyðbjørn Jakobsen og Jóhan Carl Dam fingu
KÍ-liðið hevur í seinastuni víst í verki virðini hjá KÍ, ið eru samanhald, menning, stríðsvilji og gleði. Ein av viðmerkjarunum í KVF týskvøldið vísti á, at tað er ein sterk mentan í KÍ-hópinum, og at [...] og stemningurin var í topp. Molde legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki, og fleiri mundu hugsa, at hesaferð fór neyvan at bera til at endurtaka brøgdini, sum liðið framdi í Ungarn og Svøríki. Men [...] hóma á KÍ-liðnum. Hugburðurin var hin sami, sum teir vístu ímóti BK Häcken, liðið fall ikki í fátt í mótbrekku. Í dystinum ímóti Molde hevði liðið fokus, mentala styrki ogarbeiddi treiskt og miðvíst. Leikararnir
fangunum í Danmark aðra etniska bakgrund enn danska. Sambært PEW Research Center forum on Religion and Public Life, hækkar talið av muslimum við nærum einum triðingi í 2030 í mun til 2010. Í Fraklandi [...] muslimum, og stendur tað upp til Regin og hansara javnlíkar, skulu vit í Føroyum og vesturheiminum taka ímóti fleiri muslimum og flóttafólkum, í eini roynd at bjarga heiminum móti neyð og elendigheit. Regin m [...] tók støðið í, og vit onnur deyðiðligu menniskju. Men tað er einki nýtt undir sólini, tí tað er nevniliga naiviteturin hjá vinstravonginum, sum hevur koyrt okkum í hesa støðuna. Tey fingu valdið í seksti-
David. Hetta vóru modell, sum vóru farin av móta í Danmark, og sum hann helt kanska kundu seljast í Føroyum. Tað stóð heldur ikki á. Brillurnar kostaðu 1 kr. í innkeypi, og hann seldi tær avstað aftur fyri [...] Síðani fór Jacobina innar í køkin at bíða, inntil hon hoyrdi eitt skot. Nú var brennarin opin. Munnstykkið varð nú skrúvað í, og so var alt í lagi. Hetta var ein nógv lættari máti, sum spardi nógv stríð. Tað [...] ein rakiknív og hakkaði í kúluna, so tað fór at bløða. Síðani var sjúki limurin koyrdur í eina balju við flógvum vatni, og »illa blóðið« rann út. Tað vísti seg, at hetta hjálpti, í hvussu er fyri eina tíð