Tað eydnaðist, men tað tók sína tíð. Ólavsøkuaftan mundu tað bara vera heilt fáu føroysku undantøkini, sum ikki tóku á við og stuðlaðu B36. Eftir stríð og strev og nógvar avhølvingar í trettan ára longu føroysku Europa Cup søguni, eydnaðist tað endiliga hjá einum felag at spæla seg víðari í næsta innleiðandi umfarið.
Hugaligt var tað fyri føroyskan fótbólt og serliga B36, at tað vóru so mong eygnavitni til nýggja blaðið í føroyskari fótbóltssøgu. Allir føroyingar eiga at ynskja B36 tillukku við fína avrikinum, sum tað var at vinna á ÍBV.
Men tað gjørdist óneyðuga spennandi og nervapirrandi. Ein hálvur tími restaði, tá ið Bergur Midjord skoraði til 2-1. Eftir at Allan Mørkøre hevði vunnið fríspark miðskeiðis á ÍBV hálvuni og eitt sindur í vinstru, sendi Mikkjal Thomassen flatt í ÍBV brotsteigin. Bergur Midjord stakk fótin fram, og bólturin broytti kós og smoygdi sær dygst inn við nærra stólpanum.
B36 var á odda 2-1, og fagnaðurin var stórur. Leiðslan var hundrað prosent uppiborin, og gongdin seinasta hálva tíman átti at borið eitt, tvey ella kanska trý B36 mál afturat við sær. Heimaliðið var leikliga omaná, og fyritreytirnar gjørdust alt betri.
ÍBV avrikið mundi vera eitt tað vánaligasta, sum nakað íslendskt fótbóltslið hevur víst í Føroyum. Mann móti manni og í liðavrikinum vóru B36 spælararnir stinnari taktiskt, tekniskt og eisini kropsliga. Likamliga styrkin og skjótleikin plaga at vera tað, sum íslendingar í síðsta enda koppa føroyingum við. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. B36 menninir vunnu kanska fýra av fimm nærdystum bæði á jørðini og í luftini.
At tap var í hendi, og at stríðið kendist mest sum vónleyst mundi vera orsøkin til íslendsku frustratiónirnar. Fyri býttisligar hevnisøkur mistu teir tveir spælarar, og so var møguleikin góður hjá B36 heilt at gera av við ÍBV og at vinna við tveimum ella trimum málum.
Tað megnaði B36 ikki. Harvið gjørdist síðsta løtan óneyðuga spennandi og slítandi. ÍBV slepti í verjuni, og teir vóru einar tríggjar ferðir í nánd av málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Um teir høvdu havt javnað til 2-2, so høvdu tað verið teir í ÍBV, sum høvdu fingið plássið í næsta umfarinum. B36 syrgdi fyri, at ÍBV ikki fekk mál. Men løtan kendist óneyðuga slítandi. Tað hevði rætt og slætt ikki verið annað enn skandala, um føroyskt lið, sum var á odda 2-1, og sum hevði takið og spældi ellivu ímóti níggju, ikki hevði megnað hesa uppgávuna.
At B36 ikki økti um munin til 3-1 og meiri enn tað komst ikki av, at B36 ikki spældi seg til møguleikar at gera mál. Síðstu løtuna høvdu Klæmint Matras og serliga Allan Mørkøre fínar møguleikar, men teir vóru ikki nóg neyvir. Tíbetur vísti tepri sigurin seg at vera nóg mikið til samantaldan sigur. Onkur helt, at um Bergur Magnussen hevði verið á vøllinum, tá ið hann var upp á tað besta, so hevði B36 vunnið við kanska trimum ella fýra málum!
Framúr fyrsta løtan
Ofta plaga føroysk lið í altjóða uppgerðum ikki at fáa hol á. Trýstið plagar at kennast stórt og úrtøkan at vera lítil. Soleiðis var tað ikki fyrstu løtuna ólavsøkuaftan. Í fyrsta álopinum legði Niels Joensen innfyri úr høgru, og Allan Mørkøre, sum er heilt væl fyri, smekkaði í kassan aftanfyri eykamálverjan hjá ÍBV, sum avloysti gamla liðfelagan hjá Allani, Birkir Kristinsson, sum er so mikið skaddur, at tað ikki verður roknað við, at hann fer at spæla aftur.
So var lív og rómur í Gundadali. B36 hevði takið. Ingi Højsted vísti styrki, sum ivaleyst bóru pluss við sær í bókina hjá landsliðsvenjaranum, Fróði Benjaminsen var sera stinnur í miðverjuni, Santos vísti síni góðu fótbóltsevni og Klæmint Matras tuskaði, bant saman og bakkaði upp soleiðis, sum lítið sjálvsóknir og týdningarmiklir spælarar gera tað.
Alt bendi á heimasigur og framhaldandi luttøku uttan søguligu hagtølini. Og fýra minuttir undan steðginum lagaði tað seg soleiðis, sum tað á ongan hátt mátti gera. Eftir B36 bólttap og skjótt mótálop fekk ÍBV fríspark mitt fyri og seytjan metrar úr málinum. Manngarðurin var stórur, og Jákup tóktist líta heilt og fult á, at garðurin skuldi verja annan helmingin av málinum, og at hann tískil skuldi taka sær av hinum helminginum.
Ian Jeff lyfti spakuliga upp um manngarðin, og tá ið bólturin datt niður í B36 málið, spøkti kenslan, at tað enn eina ferð skuldi fara at kiksa, hóast tað hevði sæð so ljóst út.
Men B36 helt høvdið kalt. Teir settu máttleysa íslendska ÍBV upp á pláss, og stinna B36 verjan syrgi saman við verjukenda miðvøllinum fyri, at ÍBV ikki fekk óhugnaliga týdningarmikla næsta málið. Tað eydnaðist.
Í hinum endanum eydnaðist tað at fáa eitt mál afturat. Síðstu løtuna vóru tað tey, sum vendu sær burtur, tá ið ÍBV einstakar ferðir otaði seg fram á B36 hálvuna, og neglirnar vóru heilt niðurbitnar hjá fleiri, tá ið dómarin úr Luksemborg hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
Íslendingarnir vórðu sendir tómhentir aftur í Oyggjarnar, og B36 setti kós úr Ólavsøkuni og suður í Europa! Tað bar nýtt kapitul í føroysku fótbóltssøguni við sær.
B36-ÍBV 2-1 (1-1)
UEFA Cup fyrsta innleiðandi umfar
28. juli 2005 kl. 18.30 á Tórsvølli
Dómarakvartett úr Luksemborg: Luc Wilmes, François Mangen, Guy Rolling og MarioPinto Da Costa
1-0: Allan Mørkøre 1.
1-1: Ian Jeffs 41.
2-1: Bergur Midjord 59.
B36: 1. Jákup Mikkelsen 15. Kenneth Jacobsen, 10. Fróði Benjaminsen, 19. Pól Thorsteinsson liðformaður, 2. Alex Dos Santos 14. Niels Joensen (17. Heini í Skorini, 85.) , 6. Ingi Højsted, 22. Klæmint Matras, 8. Mikkjal Thomassen 3. Allan Mørkøre, 20. Bergur Midjord (11. Levi Hanssen, 79.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 21. Magnus Poulsen, 4. Jóhan V. Gunnarsson, 7. Wellington Da Silva Soares, 9. Obele Okeke Onyebuchi, 13. Bárður H. Joensen
Gult kort: Ingi Højsted, Bergur Midjord 60., Kenneth Jacobsen 64., Fróði Benjaminsen 72.
Venjari: Sigfríður Clementsen
Hjálparvenjari: Magni Mohr
ÍBV: 1. Hrafn Davidsson 9. Petur Runolfsson, 5. Bjarni Adalsteinsson, 2. Páll Hjardar liðformaður, 3. Bjarni Vidarsson (18. Andrew Sam, 80.) 4. Heimir Gudmundsson, 16. Bjarni Einarsson (15. Matthew Platt, 57.), 8. Ian Jeffs, 6. Andri Olafsson 10. Petur Sigurdsson, 7. Atli Johannsson
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Gudjon Magnusson, 13. Anton Bjarnason, 14. Hilmar Björnsson, 17. Egill Johannsson
Gult kort: Heimir Gudmundsson 71.
Reytt kort: Petur Sigurdsson 72., Ian Jeffs
Venjari: Guðlaugur Baldursson
Hjálparvenjari: Huginn Helgason