Kavandi gourmetkokkurin sum gjørdist ferðavinnuslóðbrótari

Hjá øllum teimum mongu ferðafólkunum, ið leita sær til landið um summarið, kann ferðin bert tykjast hálv, um tey ikki fara ein túr við Norðlýsinum. Grottokonsertir, fiskitúrar og frálíkir fiskarættir umborð, er alt partur av einum nútímans túri til Føroyar. Aftanfyri øll hesi mongu spennandi tiltøkini, stendur maðurin, sum Sosialurin valdi at kjósa sum ársins mann 2006, tvørámaðurin Birgir Enni

Tá ið Sosialurin setur Birgir Enni mið, so kann ein bert hittast á einum stað; umborð á stásiliga flaggskipi hansara Norðlýsinum. Og tað er ikki eiti á, sum tað er vakurt at koma umborð. Jólaperur hanga undir tí bláu plast presendingini, so ein næstan gloymir, at ein stendur á dekkinum á einari slupp, og ístaðin kemur at hugsa um ein romantiskan ungdómsfilm úr Hollywood. Brádliga kemur røringur í, og ein maður kemur upp úr lugarinum.
-Ja, her umborð vara jólini heilt til páskir, sigur fryntligi maðurin og flennur. Maðurin er Birgir Enni. Hetta er maðurin sum síðani 1993 hevur siglt okkara oyggjar aftur og fram við vøkru sluppini Norðlýsinum. Spurdur um hví tað nú var, at hann fór í holtur við hesa sigling, sigur hann lítillátin, at hann kann ikki taka alla æruna fyri byrjanina upp á tað, sum í dag er vorðið eitt stórt ferðavinnuævintýr.
-Tað vóru eg og nakrir góðir menn, ið valdu at ístandseta og keypa hesa slupp í 1989, tí tað var ein gamal dreymur hjá mær at kunna sigla útferðir við slupp. Tá ið alt so fór á heysin í hálvfemsunum, so sluppu vit ikki heilt óskalaðir undan, og vit fóru tí í samstarv við Smyril Line. Og so byrjaðu vit at sigla útferðir fyri Smyril Line, sigur Birgir Enni.

Stoltast av Grottokonsertunum
Tað, sum byrjaði við at sigla nakrar føroyingar útferðir fáar ferðir um árið, er í dag nærum vorðið synonymt við føroyska ferðavinnu. Tí í dag eru tað sera fá ferðafólk, ið koma til landið, sum ikki eisini vilja royna tað forkunnuga at sigla við einari slupp. Og møguleikarnir umborð eru fleiri. Ferðafólkið kann fiska, sigla útferðir og enntá fara á Grottokonsert. Lítillátni Birgir, ið ikki vil taka nógv av ábyrgdini til stóru framgongdini upp á sínar herðar, er tó ikki í iva um, hvat fyri tiltak, hann er stoltast av at hava sett á stovn.
-Tað er avgjørt tær so nú tiltiknu Grottokonsertirnar, og tær fløvurnar, ið eru komnar út frá teimum konsertunum. Tað var Kristian Blak, ið greiddi mær frá, at hann hevði funnið eina grotto í Hesti, har akustikkurin var so avbera góður. Vit báðir funnu so upp á ráð, at útferð skuldi verða gjørd regluliga til grottokonsertir, sigur Birgir Enni.
Hetta tiltakið var í 1995, og í dag 12 ár seinni er hetta tiltakið vorðið víðagitið kring allan heim, og hevur verið nevnt og ummælt í fleiri fjølmiðlum kring heimin. Hvørja ferð útferðin verður farin er skipið altíð stúgvandi fult, og eitt nú hava Shakin Stevens og Brødrene Olsen verið við til Grottoútferðir.

Frá maskinsmiði til gourmetkokk
Sum ungur maður ynskti Birgir altíð at gerast kokkur. Áhugin kom helst av, at hann sum kavari mangan fann áhugavert tilfeingi til mat á ymsum føroyskum firðum. Men á Tvøroyri, har Birgir vaks upp, fekk hann lærupláss sum maskinsmiður, og valdi heldur at satsa upp á hetta. Tó helt áhugin fyri fliðum, øðum, tara, krabbum og øðrum mattilfeingi úr føroyska sjóvarmálanum ongantíð uppat. Eisini tá ið Birgir sum útlærdur maskinsmiður arbeiddi á eitt nú brúnni yvir Streymin kavaði hann heilt nógv, og har fann ymiskar matvørur, ið hann helt kundu verða spennandi at arbeiða við. Tá ið Birgir so fyrst í hálvfemsunum hálsaði um, og gjørdist fastur skipari umborð á Norðlýsinum, bleiv tað bara ein náttúrligur partur av útferðunum, at Birgir gjørdi ein góðan bita afturvið ferðini. Serverað bleiv við teimum fínastu rættunum úr havinum, ið Birgir sjálvur hevði kavað eftir, og uppskriftum, ið Birgir sjálvur varð komin við. Í dag eru kulinarisku evnini hjá Birgiri tiltikin. Mangan hevur hann serverað til fín høvi. Og spurdur, um hann ikki eftirhondini eigur nógvar uppskriftir á lagur, kann hann ikki enn játta.
-Ja, tað er heilt vist. Eg havi onkutíð tonkt uppá at givið hesar uppskriftir út. Ikki í bókligum formi tó, tí tað meti eg ikki, hevði passað til mín. Hinuvegin havi eg mangan tonkt uppá, at givið okkurt út í digitalum formi, eitt nú á dvd, sigur Bigir.

Barbara og krúnprinsurin
Í øll hesi árini Birgir hevur siglt við Norðlýsinum, hevur hann upplivað mangar hendingaríkar og skemtiligar løtur umborð. Eitt nú minnist hann serliga væl aftur á, tá ið hann gjørdi mat fyri danska krúnprinsinum.
-Vit fingu fína vitjan av krúnprins Fredrikki, og eg skuldi borðreiða við mati. Tá ið serverað varð, fekk eg strangar ordrar at seta meg undir liðuna á krúnprinsinum. Har sat eg so og prátaði við krúnprinsin, ið er ein sera fryntligur maður, sum tyktist at dáma væl mín mat, sigur Birgir.
Ein skemtilig løta umborð var, tá ið Smyril Line bjóðaði ymsum fremmandum fjølmiðlafólkum umborð.
-Hesi høvdu øll vín og ymsan ost við fyri at vísa á, ymsar matmentanir úr teirra landið. Brádliga máttu tey leypa avstað, tí ferðalíkindini vórðu soleiðis, og so sat eg eftir við einum lugari fullum av fínum víni og osti. Um hetta mundi varð filmurin Barbara eisini tikin upp her í Føroyum. Og tey komu eisini umborð at eta. Tey fingu so ikki einans gleði av mínum føroyska mati, men eisini einari rúgvu av fremmandum víni og osti, sigur Birgir og flennur.

Gjørt mat í tíggju ymsum londum
Tað er serliga um summarið, at Birgir hevur úr at gera við Norðlýsinum. Tá ið líður út á veturin plagar Birgir at gera mat burturav til ymisk tiltøk. Eisini hendur tað seg ikki so heilt sjáldan, at Birgir leitar sær út um klettarnar at gera sín tiltikna mat. Eitt nú hevur hevur hann verið í Ìslandi og borðreitt. Eisini fer hann til serlig føroysk tiltøk uttanlands. Øll munnu minnast afturá, at tað var Birgir, ið borðreiddi við mati, tá ið løgmaður Jóannes Eidesgaard í fyrrárið fór marknaðarferð til Brussel. Eisini hevur hann borðreitt fyri einum tiltaki hjá Anikku Hoydal í Keypmannahavn. Øll hesi spennandi tiltøk tekur Birgir við stórari ró.
-Eg má hava verið í tíggju ymsum londum eftirhondini og borðreitt. Hetta er altíð spennandi, men hetta geri eg ikki fyri fíggjarligan vinning. Hetta geri eg meira, fyri at fáa eitt spennandi upplivilsi á leiðini, sigur Birgir.
Næsta spennandi tiltakið hjá Birgir verður, umframt at keypa nýggjan smábát til Norðlýsið, sum hann nú eigur saman við Thor úr Hósvík, er at fáa føroyingar at eta meiri tilfeingi úr sjónum.
-Eg haldi, at tað er sera keðiligt, at vit heldur í dag vilja eta burgarar, Coca-Cola og pasta enn tað fríska og sunna tilfeingið, ið finst rundan um okkum. Tískil arbeiði eg í løtuni við eini ætlan, ið skal gera tað lættari hjá tí vanliga føroyingum at eta tilfeingi úr havinum, sigur Birgir.