Læra ungar gentur at gera føroyskan mat

? Vit leggja stóran dent á at læra tær ungu genturnar, sum koma á Húsarhaldsskúlan at gera føroyskan mat. Tað vísir seg, at føroyskur matur er næstan ein útdoyggjandi siður, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík

Klaksvík: Blái bygningurin í Klaksvík er sermerktur. Sjálvt um hann ikki hevur nakað serligt sermerki, uttan tað, at tað stendur Húsarhaldsskúli Føroya á, so kundi alt møguligt verið inni har. Men nú er tað soleiðis, at her inni húsast Húsarhaldsskúlin. Tann einasti í Føroyum.
Í gongini, har vit koma innar, standa ein rúgva av skóm. Prátið hoyrist oman gjøgnum trappurnar, og frá einum rúmi í kjallaranum, sum seinni vísir seg at vera køkurin. Inni í køkinum sita eini 10 gentur, og saman við teimum er leiðarinn, Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Genturnar sita og lurta, meðan Jóhanna greiðir frá, hvussu dagsins døgurði skal gerast. Í dag er okkurt við fiski á skránni. Nakrar skulu baka, meðan nakrar gera døgurða.
? Vit býta genturnar upp í tveir bólkar. Annar bólkurin er í køkinum fyrrapart, meðan hin bólkurin hevur hondarbeiði ella teorifrálæru. Soleiðis er í eina heila viku. So verður aftur býtt um, greiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti frá.
Hon sigur, at tað kanska er strævið at skula gera døgurða og nátturða í eina heila viku, men so ganga heili átta vikur áðrenn genturnar aftur eiga tørn. Tí næstu ferð holdið eigur í køkin, skulu tær genturnar, sum bakaðu breyð, bollar, køkur og annað, gera døgurða, meðan tær, ið gjørdu døgurða skulu bakað.
So tað stutta av tí langa er, at aðru hvørja viku kemur tú til dekka borð, og aðru hvørja viku, dekkar tú borð.

Stórur áhugi

Ikki er nógv pláss inni, men stak hugnaligt er tað. Genturnar ganga og mala aftur og fram, meðan leiðarinn prátar við okkum. Viðhvørt bróta tær av og biðja um ráð.
? Í ár hava vit 21 gentur á skúlanum, og tá er fult. Tað koma dreingir viðhvørt, men ógvuliga fáir. Eg haldi, at tað hava verið fimm dreingir tilsamans, sigur Jóhanna.
? Ógvuliga stórur áhugi er fyri at koma á Húsarhaldsskúla. Vit hava eins nógvar umsóknir, sum HF-skeiðið og Tekniski skúlin, og tað er verri enn so ikki pláss fyri øllum.
Til hetta skeiðið, ið stutt síðani er byrjað, vóru yvir 40 umsøkjarar.
? Skúlin er so lítil, og tað er ógvuliga keðiligt at siga nei. Bíðilistin er eisini ógvuliga langur.
Jóhanna á Tjaldrafløtti vísir á, at um skúlin hevði verið eitt sindur størri, hevði verið møguleiki fyri fleiri valfakum. Nú bara konufólk eru á skúlanum, so verða fakini eisini har eftir. Men um fleiri dreingir høvdu komið á skúlan, so høvdu fakini sjálvsagt verið broytt eitt sindur til teirra fyrimun.
? Skúlin hevur ongar upptøkutreytir, so tað ræður bara um at verða fyrstur at søkja. Vit taka inn eftir eini beinari røð, so tey, sum eru fyrst framat, sleppa fyrst inn.
Ein dagur í skúlanum er soleiðis hættaður, at byrjað verður klokkan átta á morgni. Tá ganga tvær ella tríggjar gentur runt og vakja hinar, og síðani verður morgunmatur gjørdur. Morgumaturin er klárur eitt korter til níggju. Øll hava møtiskyldu til allar máltíðirnar, sjálvt um genturnar kanska búgva í Klaksvík.
? Soleiðis hava vit betur tamarhald á støðuni, sigur Jóhanna. ? So gera vit ikki ein leskiligan nátturða, og bara fýra gentur koma til borðs.
Jóhanna sigur eisini, at tað eru fleiri gentur, sum koma á Húsarhaldsskúlan, sum als onki duga. Ikki so frægt, sum at kóka epli.
? Vit leggja stóran dent á, at læra genturnar at gera føroyskan mat. Hetta vísir seg at vera ein siður, sum er við at doyggja út, greiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti frá.
? Hetta meta vit verða umráðandi, tí nógvar av gentunum koma als ikki í samband við føroyskan mat. Eg krympi meg tá eg hoyri um Sunset Boulevard og Burger King og tílíkt, og tað er skjótt at vit enda í sama skili sum Danmark og Amerika. Ikki tí, tað er gott við hvørt, men tað er nógv betri at duga at gera føroyskan mat.


Dýrt hjá suðuroyingum

Umleið einaferð um mánaðan verður skipað fyri hugnakvøldum. Tá koma fólk úti frá og hava fyrilestrar, har ymisk evni verða tikin upp.
? Gentunum dámar væl at fáa vitjan av til dømis einum kostemologi ella stylisti. Vit hava eisini havt ein blomsturbindara her, sigur Jóhanna.
Eisini verður skipað fyri evnisvikum. Einaferð var evnið neytakonur. Tá var Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur á skúlanum og greiddi frá. Í fjør var evnið føroyski búnin. Tá fingu næmingarnir góð ráð og hjálp frá Nicolinu Beder.
Eitt skeið á húsarhaldsskúlanum er sjey mánaðar. Frá august til seinast í februar.
Hóast genturnar skulu vera inni á midnátt, so er ongantíð nakar trupulleiki við teimum, sigur Jóhanna. Um vikuskiftini skulu tær heim, men eini trý vikuskifti er opið á skúlanum. Tá nýtist gentunum sjálvsagt ikki at vera inni klokkan 24.00. Hesi vikuskifti verða sum oftast løgd tá okkurt serligt er í Klaksvík, sum til dømis sølustevna.
Tvær suðuroyargentur eru á skúlanum hesuferð. Eftirsum húsarhaldsskúlin er ein privatskúli, so skal alt gjaldast úr egnum lumma. Bæði skúlagongd, matur og ferðing aftur og fram um vikuskiftini. Og hetta er serliga dýrt hjá suðuroyargentunum. Umframt at skula gjalda fyri skúla, hava tær ein eykakostnað uppá 1200 krónur um mánaðan bara fyri ferðing. Hetta metir Jóhanna ikki verða rætt, tá næmingarnir, sum ganga í tekniska skúla skulu gjalda nógvar ferðir minni.
? Men av tí, at skúlin er ein privatskúli, so hugsa øll, at tey klára seg sjálvi. Men tað er ein stórur eykakostnaður hjá gentunum úr Suðuroy at skula ferðast so langt.

Handarbeiði

Vit fara nú ein túr niðan gjøgnum trappurnar. Har er uppihaldsstova og ein seymistova og inni í einum stórum rúmi, sita eini 10 gentur afturat. Tær flestu brodera eitt ella annað, meðan summar gera dýnuvár og koddavár. Hjá teimum er ein leiðari, sum hjálpir teimum áleiðis. Láturin er nógvur, og sussið hoyrist langt út í gongini. Tær hugna sær!
Síðani fara vit at hyggja eftir restini av skúlanum. Upprunaliga vóru húsini skúlin er í bara eini vanlig sethús. Fyri tólv árum síðani varð bygt uppí, so nú er plássið munandi betri enn tað var áðrenn.
Eftir eini gongd eru kømur, wc og brúsur. Jóhanna vísir okkum, hvussu væl er farið um alt.
? Tað er ongantíð málað inni her ella gjørt ístand síðani hetta av fyrstan tíð varð bygt fyri tólv árum síðani. Tað er heilt fantastiskt. Og so siga tey ungdómurin fer so illa við, men tí kann eg als ikki taka undir við.
? Og so eitt afturat: Ein verður veruliga góður við genturnar sum eru her. So í veruleikanum hevði eg als ikki viljað, at skúlin varð størri, sjálvt um tørvurin er stórur á tí..
Døgurðalukturin byrjar spakuliga at breiða seg um alt húsið, meðan vit ganga unt og hyggja. Vit gera eitt lítið legg inn aftur í køkin har genturnar framvegis standa og gera mat. Vit takka fyri okkum og leita okkum út aftur í heitu heystsólina.