Ein má ongantíð halda seg vera nakað

29 ára gamli Rúni Friis Kjær hevur verið upptikin við at venda plátum næstan hvørt vikuskifti, síðani hann var 12 ára gamal

- Hetta er ein hørð bransja, sum krevur nógva venjing. Og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa fólk at skilja, hvat ein DJ er, sigur Rúni, sum í vikuskiftunum gongur undir navninum DJ Frisko og seinastu árini hevur verið regluligur DJ í Eclipse

- Eg haldi, at Jante spælir alt ov nógv inn í hesum samfelag­num. Og tað ger hann eisini, tá tað kemur til DJ mentanina. Ein persónur kann ikki stilla seg aftanfyri ein pult og leggja tónleik á, uttan at ein og hvør Hanus og Janus skal koma og brokka seg og biðja um okkurt totalt óviðkomandi, sum tey vilja hoyra. Tú mást nevniliga ikki halda teg vera nakað, bara tí at tú stendur aftanfyri pultin, leggur Rúni út við at greiða frá.

 

Men fyrst eitt sindur av bak­grund. Hvussu leingi hevur tú verið DJ, og nær kom áhugin fyri hesum?

- Eg komi frá einari familju, sum altíð hevur lurtað eftir tónleiki. Pápi mín var plátuvend­ari í 70’unum, og so havi eg sum drongur koyrt nógvar biltúrar við gubbunum, meðan tónleikur hevur verið frá.

Eg arvaði eina stóra plátusaml­ing frá pápa mínum og bleiv frá tí degi til tann, sum altíð varð biðin um at koma við til ymisk ball at leggja plátur á. So mann kann siga, at eg havi verið busy næstan hvørt vikuskifti, síðani eg var 12 ára gamal.

 

Hvussu var føroyski DJ pallurin tá í byrjanini?

- Í 90unum var DJ Ottar nummar eitt í Føroyum. Hann var eisini totalt kul. Hann kundi spæla onkur reyvkiksað løg, men dugdi stadigvekk at fýra sítt shitt av. Eg havi stóra virðing fyri honum og Martin Kjærbo. Tað, sum teir kanska ikki høvdu í kulheit og í musikalskum innliti, høvdu teir í dugnaskapi. Og tað ger teir kul.

- Kjakið um føroyska DJ pallin hevur bara verið so ræðuliga keðiligt í seinastuni. Fólk hava tosað keðiligt um hvønn annan á almennum kjakforumum, og tað hevur verið moðið hjá teimum DJ’unum, ið hava verið framman­undan. Sjálvt um fatanin fyri DJ konseptinum ikki hevur verið serliga stór her fyrr enn seinastu árini, royndu vit at gera okkara ítarsta fyri at halda lívi laga í tí lítla virkseminum, sum var.

- Bara fyri nøkrum heilt fáum árum síðani mundi føroyski DJ pallurin totalt krakelerað. Fólk byrjaðu at halda alt vera so ókul. Eclipse, tónleikin, DJ’arnar osfr. Men eingin gjørdi nakað við tað. Í eitt tíðarskeið vóru eg og Eyð­finn Drewsen einastu virkandi DJ’arnir í Eclipse, áðrenn Pætur Magnussen (DJ Switch) og Árni Joensen (Árni Neon) komu. Tað var ein hørð tíð, sum mundi enda við krisu, tí tað er jú avmarkað, hvussu nógv ein kann endur­nýggj­að seg, tá tað bara eru tveir DJ’ar. Hetta var eisini, áðrenn mann kundi downloada á inter­netinum, so vit høvdu ikki so lætta atgongd til tónleikin. Vit máttu bíleggja stakplátur, og tað kundi taka langa tíð, áðrenn tær komu fram.

 

Hvussu upplivir tú mentalitetin mótvegis DJ’ing her á landi?

- Antin grenja fólk, ella eru tey líkasæl. Tú hevur sum DJ nøkur basal krøv, m.a tað, at tú mást fáa respons uppá tað, ið tú framførir. Um tað so er við einari fløsku í høvdið ella við rósandi oðrum. Men trupulleikin her er, at fólk eru alt ov apatisk, tey hugsa ov nógv um trend og hava ov lítilan áhuga í tí, sum fer fram tónleika­liga. Hetta úrslitar í, at fólk ikki síggja mun millum teir DJ’arnar, ið ganga høgt uppí miksing, skratsjing og alt tað tekniska og so aðrar, ið bara koyra á play. Tað er øgiliga harmiligt, tí vit eru nakrir, ið ganga øgiliga høgt uppí hetta. Tað er eitt starv, sum krevur venjing. Tú investerar eina rúgvu av tíð í at venja teg og finna tónleik, men tøkkin er bara eingin, tí fólk leggja einki í, hvør er DJ, ella hvat hann spælir. Bara hann spælir »tað kenda«.

 

Merkir tú nakað til útviklingina, sum fer fram í løtuni í føroysku DJ mentanini?

- Ja, men tað er enn ikki blivið takknemligt at vera DJ. Tú kanst ikki spæla alt tað, sum tú vilt, tí fólkið kemur ikki at lurta eftir tær, men vil altíð hava okkurt annað. Eitt ella annað stað haldi eg eisini, at tað er ein forðing hjá mær, at eg minnist teir gomlu dagarnar. Tað ger, at eg eri eitt sindur smæðin við at spæla alt tað, sum eg vil. Teir yngru DJ’arnir eru nógv meira upfront og gera bara tað, sum teir gera. Teir skíta so deiliga nógv á, hvussu lítið mentaðir áhoyrarar­nir eru.

 

Hevur tú nakað boð uppá, hví hendan útviklingin fer fram júst nú?

- Tað trúgvi eg er tí, at fólk tora betri at standa fram í dag. Fólk eru farin at dáma house, techno osfr. Høvdu promotararnir á teimum ymsu klubbunum ikki verið so líkaglaðir við, hvat teir smekka á plakatina, hevði føroyska náttarlívið kunnað verið enn meira etablerað.

- Jantelógin er ikki líka nógv galdandi nú, sum hon var, men hon er har enn. Ein skal ongantíð halda, at ein er nakað; ein sleppur enn ikki heilt at standa einsamallur aftanfyri pultin og vera kul.

 

Hevur tú nakað boð uppá, hvat vit kunnu gera betri?

- Fyrst og fremst skuldu vit havt fleiri arrangørar/promotarar, ið ikki eru so líkasælir við góðskuni. Áðrenn ein bólkur ella DJ verður bókaður, áttu teir at kanna, at viðkomandi navn dugir nakað live og ikki bara bóka hann, tí hann kann trýsta á play og spæla í fýra tímar. Tað snýr seg ov nógv um pening hjá føroyskum bookarum. Húsið skal bara fyllast, og tað er tað.

- Og ikki minst hevur tað alstóran týdning, at DJ’arnir gera tað við hjartanum. Eitt slíkt starv skal drívast við gleði og áhuga. Tað er eisini tað feita, sum eg havi upplivað niðri í Cippo, tá Undirbeat er; at allir djarnir brenna fyri tí. Tað smittar fjøldina og gevur eitt nógv meira positivt huglag. Fólk kunnu dansa og hava tað stuttligt uttan at vera hamrandi skít ella uppá stoffir, og tað er mega kul.

- Tað tekur nokk bara eitt sindur av tíð afturat, inntil fólk hava lært at vera kul, tá tey fara út. At taka ímóti nýggjum tónleiki og umhvørvi. Tí dámar tær tað ikki, kanst tú bara fara onkra aðrastaðni. Fyrr høvdu vit bara Club20, men í dag er nógv meira at velja ímillum. Fólk skulu bara líka læra at hava eina positiva tilgongd til DJ mentan­ina. Og tá tað hendir, fer tað at vera nógv feitari at vera DJ í hesum landinum. Inntil ta tíð, má ein bara síggja tað sum eina avbjóðing og gera sítt besta.

 

Vitja Frisko á myspace.com á adressuni myspace.com/frisko28i