Johan David var ættaður av Skipanesi, men kom ungur til Gøtu, har hann giftist við Onnu Louisu Zachariassen í Jákupsstovu.
Tey búsettust úti á Fløtum, har Johan David hevði smiðju, sum varð bygd uppí húsini.
Johan David var ein nærum sjálvlærdur smiður. Hann hevði arbeitt hjá beiggja sínum Tummasi, sum hevði lært smíð í Mikladali.
Johan David yvirtók smiðjuna frá Tummasi, sum flutti til Søldarfjarðar og hevði smiðju har.
Johan David gjørdi alt hugsandi smiðjuarbeiði. Nógv ættarlið av gøtudreingjum hava havt sum fragd at blása luft til essuna hjá Johan Davidi.
Urias
Johan David gjørdi so nógv annað enn smiðjuarbeiði. Eitt av hansara »spesialunum« var at umvæla ur, tí varð hann eisini nevndur »urias« millum manna. Her gjørdi tað ikki mun, um tað vóru størstu bornholmaraklokkur ella minstu damuur, sum hann fór í holt við. Hann var so hegnigur, at hann enntá kundi skoyta fjarðarnar á urum.
Urini komu úr øllum landinum. Tey komu og vórðu send við postinum. Tað var uppgávan hjá dótrini Jacobinu at senda urini avstað aftur og at pakka tey so væl, at tey kundu koma heilskapað fram aftur. Eykalutirnar fekk Johan David úr Keypmannahavn.
Slíkt »fínmekanisk« arbeiði gekk fyri seg í stovuni hjá Johan Davidi og ikki í smiðuni.
Jacobina mintist eisini, at einaferð aftaná 1. veraldarbardaga kom ein stórur pakki av brillum frá donskum handilssambandi hjá Johan David. Hetta vóru modell, sum vóru farin av móta í Danmark, og sum hann helt kanska kundu seljast í Føroyum. Tað stóð heldur ikki á. Brillurnar kostaðu 1 kr. í innkeypi, og hann seldi tær avstað aftur fyri 2 kr. Hetta hevur kanska givið nakað av peningi, men annars var tað eyðkent fyri slíkar menn, at teir dugdu illa at taka fyri tað, sum teir gjørdu, so nakað gullnám gjørdist hetta ikki.
Tað var nú heldur ikki altíð, at goldið var í peningi. Vóru tað bøndur, sum vóru kundar, vóru teir kanska eins skjótt bidnir um okkurt av seyði í løn.
Ikki minst undir teimum báðum stóru kríggjunum var brúk fyri tí snildi, sum slíkir menn kundi leggja fyri dagin. Undir 1. heimsbardaga fekst ikki petroleum til lampurnar. Einasta brennievni var lýsi, men hetta dálkaði illa. Men snillingar sum Johan David fingu gjørt lampur, sum uttan stórvegis háva kundu nýtast til lýsi. Frammanundan hevði Johan David annars gjørt hópin av kolum, sum tá vóru lampurnar í føroyskum heimum.
Johan David gjørdi eisini kumpassir, og onkur úti við 90 ára gomul kumpass hjá honum er enn til.
Primusar
Undir seinna heimsbardaga vóru tað brennararnir til primusar, sum vóru trupulleikin, teir skaffaðust nevnliga ikki. Men her kom ein serligur eginleiki hjá Jacobinu til góða. Henni dámdi ikki at blaka nakað burtur. So teir brennarar, sum annars skuldu havi verið blaðkaðir burtur sum ónýtiligir, hevði hon goymt, og hevði enntá drigið teir uppá eitt band.
Johan David fekk umvælt teir allar, soleiðis at teir kundu brúkast.
Brennarar kundu hava tveir feilir. Annar var, at hol var á, og teir kundu leka. Hetta kravdi slaglodding, sum var eitt serligt kynstur.
Hin var, at brennarin kundi vera typtur. Tá mátti hann skrúvast úr og opnast við krúti, sum fekst til at bresta. Her skuldi ansast sera væl eftir.
Patentið hjá Jacobinu
Men Jacobina var ikki fyri nothing heldur á hesum økinum. Hon fann uppá ein nýggjan lættari máta at gera hetta.
Brennarin skuldi fyri tað fyrsta ikki skrúvast úr. Beholdarin skuldi tømast fyri petroleum. Tínæst skuldi munnstykkið skrúvast úr. Tað næsta var at pumpa luft í primusin. Síðani skuldi spritt á skálina, sum varð nýtt til at hita primusin, áðrenn hann varð tendraður. Primusurin varð settur út á gátt, so ikki nakað skuldi henda, um eldur kom í. Síðani fór Jacobina innar í køkin at bíða, inntil hon hoyrdi eitt skot. Nú var brennarin opin. Munnstykkið varð nú skrúvað í, og so var alt í lagi. Hetta var ein nógv lættari máti, sum spardi nógv stríð.
Tað var eisini tørvur á reinsinálum til brennarar. Men hetta var eingin trupulleiki hjá Johan Davidi. Hann gjørdi ein hóp av teimum, og hann seldi tær fyri 5 oyru.
Uppgávurnar hjá eini smiðju vóru sum sagt alt millum himmal og jørð, og tað var nærum einki mark fyri, hvat Johan David kundi greiða. Fyribrigdi sum at nitta, zinka, lodda, slaglodda er partur av orðafarinum, sum børnini hjá honum vuksu upp við.
Johan David var kendur sum ein sera lagaligur maður. Tá eingilskmenninir undir krígnum høvdu brúk fyri at gera okkurt smiðjarbeiði, so lænti hann teimum smiðjuna, so teir kundi gera tað sjálvir. Hetta var áðrenn teir sjálvir fingu smiðju.
Gelendarin um Lorvíksfjall
Ein av uppgávunum hjá Johan Davidi var eisini at gera gelendaran um Lorvíksfjall av nýggjum fyrrapartin í tjúgunum. Valaverk hevur verið, tí gelendarin og trappurnar, sum hann eisini umvældi, halda enn. So sigast kann bókstaviliga, at Johan David hevði nógv jørn í eldinum!
Hann var sera vitandi og las nógv. Um so fólk komu inn at vitja, kundi kann saktans sita og lesa í eini bók, og eingin tók sær ilt av tí. Hann hevði sera gott skil á veðri, og hvussu náttúran háttaði sær undir ymiskum veðurviðurskiftum.
Tað skal verða nevnt her, at nógvir eftirkomarar hjá Johan Davidi hava eisini víst seg at hava eitt framúr gott handalag.
Heimadoktari
Johan David var eisini eitt slag av heimadoktara. Hann koppaði fólk, sum tað kallaðist. Tey, sum søktu Johan David í hesum ørindum, vóru serliga fólk við hovnum beinum ella hondum. Fyrst Jacobina mintist, var reiðskapurin tað spíska av einum neytahorni. Men seinni gjørdist tað eitt glas við fóti. Og mannagongdin var hendan:
Glasið skuldi fáast til at súgva seg fast í húðina. Hetta varð gjørt á tann hátt, at áðrenn glasið varð sett inn móti húðini, varð eitt petti av logandi pappíri koyrt í glasið, sum tískil gjørdist lufttómt og seyg seg fast. Tá glasið varð tikið frá aftur, var ein kúla á húðini. So tók Johan David ein rakiknív og hakkaði í kúluna, so tað fór at bløða. Síðani var sjúki limurin koyrdur í eina balju við flógvum vatni, og »illa blóðið« rann út.
Tað vísti seg, at hetta hjálpti, í hvussu er fyri eina tíð.
Rætting: Ole Jacobsen, føddur 1714, var giftur við Cathrine Simonsdatter.