Eri errin av politikki Tjóðveldisfloksins til frama fyri verkafólkið

    

Dimmalætting, Sosialurin, javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin og mong lesarabrøv gera Karsten Hansen og Tjóðveldisflokkin til syndabukk fyri eitt verkfall á privata arbeiðsmarknaðinum. 0g øll arbeiðarafeløgini hava gjørt tað við stórum lýsingum í bløðunum.
Eg haldi tað vera undir alt lágmárk og sera ábyrgdarleyst at leggja eftir Karsten Hansen og Tjóðveldis-flokkinum. Har eru ongar grundgevingar. Bert pástandir og róp, sum onki hald hava í veruleikanum.
Men hetta tykist eftirhondini so vanligt í Føroyum. At tey, sum standa við sína ábyrgd, fáa skolurnar. Meðan tey, sum altíð skúgva ábyrgdina frá sær, sleppa undan at standa til svars og grundgeva fyri sínum gerðum.

Endurtak eina lygn nóg ofta
Seinasta royndin hjá Jóannesi Eidesgaard at spæla verkafólkavinur og sláa partapolitiskt platt uppá nakað so álvarsligt sum eitt verkfall og korini hjá arbeiðarafjøldini, ber prísin. Soleiðis tosa og skriva bert fólk uttan ábyrgd. Sum halda, at verkafólk gloyma skjótt og ikki duga at hugsa sjálvi.
Jóannes Eidesgaard tosar tildømis aftur ósatt um hækkaðar útreiðslur hjá tí almenna, hóast hann veit betur. Ja, teir pengarnir eru fyrst og fremst farnir til lønarhækkingar hjá øllum fakbólkum. Til barsilsskipan, avtøku av karensdøgum, lestrarstuðul, hækkaðar pensiónir, skúlaverkið, sjúkrahúsverkið, eldraøkið, serforsorg, til almannaverkið og til íløgur í eitt betri samfelag.
Vit hava rætt og slætt hækkað tær almennu útreiðslurnar til tey økir, ið skapa betri kor og betri framtíð hjá øllum landinum - til alt tað sum varð niðurpínt, tá Jóannes Eidesgaard sat í samgongu og brúkti allan blokkstuðulin. Nú gera vit tað við at byggja á okkara egnu framleiðslu og ikki danskan blokkstuðul. Og vit brúka framvegis minni enn vit tjena.
Samstundis hava vit seinastu 5 árini framt teir munadyggastu og mest sosialt rættvísu skattalættarnar, enn í nøkrum øðrum samgonguskeiði.
Men Jóannes Eidesgaard heldur seg til setningin um, at bara tú endurtekur eina lygn nóg ofta, um at "tær almennu útreiðslurnar bara hækka", so skulu fólk trúgva tí.
Karsten og Tjóðveldisflokkurin gera sína skyldu
Karsten Hansen hevur, áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður millum SEV og Maskinmeistarafelagið boðað SEV frá síni støðu. Hann hevur ábyrgd og skyldu sum landsstýrismaður at gera hetta.
At SEV kortini hevur undirskrivað sáttmálan, er teirra ábyrgd. SEV er ikki ein privatur arbeiðsgevari, men veit, at tað skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Hetta svarar til, at ein fakfelagsleiðari skrivaði undir sáttmála við tí fyri-varni, at limirnir skuldu góðkenna hann á uratkvøðu. Fall uppskotið - ja, so hevði tú ikki kunnað lastað limunum tað. Serliga ikki, um teir frammanundan høvdu boðað frá, at teir fóru at vraka sáttmálan.
Tí er tað als ikki at leggja seg út í partarnar á arbeiðsmarknaðinum, tá Karsten Hansen hevur staðið við sína ábyrgd. Hann er ein partur í málinum, og hevur tikið við síni ábyrgd.
Sjálvandi vil og skal Karsten Hansen ikki góðkenna ein slíkan sáttmála. Hann skal seinni í heyst skal samráðast við øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, og vit hava als ikki ráð til slíkar lønarhækkingar í løtuni hjá tí almenna.
Og vil nakar í fullum álvara vera við, at um Karsten Hansen bara hevði góðkent ein sáttmála hjá SEV, so var onki verkfall á privata arbeiðsmarknaðinum og alt var gott?
Hetta eru berar undanførslur. Nei, størri álit hava vit á pørtunum á privata arbeiðsmarknaðinum, enn at teir skulu hanga sínar samráðingar uppá, hvat ein interkommunalur felagsskapur ger uttan góðkenning. Teir hava sjálvandi sínar grundgevingar og fyrireik-ingar uppá pláss í samráðingum.

Tjóðveldisflokkurin stendur við sína stevnu
At so andstøðuflokkarnir á tingi halda seg kunna spæla verkamannavinir og royna at koyra partapolitikk uppí samráðingarnar, er ikki annað enn væntandi. Eftir mínum tykki er tað reint ábyrgdarloysi og eg haldi, at úrslitini tala fyri seg.
Tjóðveldisflokkurin hevur altíð vart rættindini hjá verkafólki, og tað fer hann altíð at gera. Hesi seinastu 5 árini, meðan Tjóðveldisflokkurin hevur sitið í landsins leiðslu og við fíggjarmálum, eru korini og rættindini hjá øllum fakbólkum betrað stútt og munandi. Um nakar kann vísa á eitt annað 5 ára skeið, har so nógvir batar í korunum hjá fakbólkunum eru framdir, so lurti eg fegin. Um nakar kann vísa á, at gjógvin millum verkafólk og hinar fakbólkarnar er vaksin hesi seinastu 5 árini, so lurti eg eisini fegin.
Til dømis vildi fegin eg hoyrt, hvørjir batar hendu, tá Verkamannafylkingin við navnframum fakfelagsfólki sat á tingi og í samgongu frá 1994-1998? Og hvør politikkur til frama fyri verka-fólk varð førdur, tá teir flokkar, sum nú spæla verkamannavinir, sótu við landsins leiðslu í hesum tíðarskeiði?

Politiskt ábyrgdarloysi gagnar ikki verkafólki
Karsten Hansen hevur gjørt sína skyldu sum landsstýrismaður í øllum samráðingum, hann hevur havt ábyrgdina av. Og hann hevur havt truplastu uppgávuna yvirhøvur at standa fyri fíggjarpolitikki, búskapi og samráðingum, eftir at alt varð niðurpínt og afturúrsiglt í nærum 10 ár.
Karsten Hansen hevur kunnað staðið við alt tað, sum hann hevur avtalað. Tað kunnu øll feløg, sum hava samskift við hann, vátta. Hann hevur lagt dent á, at besta trygdin fyri betri korum, er, at vit hava skil á búskapinum. Og at vit gera avtalur um eina trygga og stabila gongd, har vit kunnu halda tað, vit lova. Tað er politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum.
Tað hevði verið lættasta ting av verðini hjá Karsten Hansen og Tjóðveldisflokkinum at spælt jólamaður, og so bara blaka ábyrgdina og avleiðingarnar til onkran annan at taka upp.
Tað gera vit ikki. Tí vit vita, at tað eru altíð tey lægstløntu, sum koma at gjalda fyri politiskt ábyrgdarloysi. Hygg bert fá ár aftur í tíðina.
At lova nógv í góðum tíðum og so bara at skerja alt, tá alt er koyrt niður, skal ongantíð henda aftur, meðan Tjóðveldisflokkurin hevur ábyrgd.

Stoltur politikki Tjóðveldisfloksins
Eg eri stoltur av tí góða, Tjóðveldisflokkurin hevur framt í verki. Eisini av tí skattalætta, har vit hava barst og fingið undirtøku fyri, at júst verkamannalønin skuldi fáa størsta og veruliga ágóðan.
Og eg kann lova, at Tjóðveldisflokkurin eisini vil standa við ábyrgdini av teimum ópopuleru tingunum, vit sjálvandi hava gjørt og fara at gera frameftir.
Eri vísur í, at tað einasta sum í longdini gagnar verkamannafjøldini og øllum samfelagnum er ein politikkur, har øll taka ábyrgd her í landinum, og ikki renna undan henni og royna at geva øðrum skyldina av sínum egnu avgerðum.
Eg leggi onki í, at tað eftir øllum at døma er vorðið kostnaðarleyst hjá øllum at spilla Tjóðveldisflokkin út alment, uttan at hava nakra grundgeving ella nakað ítøkiligt at vísa á.
Um so bløðini fyllast við lýsingum, har Tjóðveldisflokkurin verður spiltur út, so fer Tjóðveldisflokkurin at standa við sína hugsjón og at fremja hana í verki - verkafólkinum og øllum samfelagnum at frama.
Eg undrist bert á, at pengar hjá fakfelagslimum skulu brúkast til at gjalda bløðum fyri ógrundað politisk álop.