AÐALFUNDUR
Veitstluhøllin á Hotel Føroyum var stúgvandi full, tá Havnar Arbeiðsmannafelag helt aðalfund leygardagin.
Vanliga møta eini 150 fólk á fundi, men stríðsvalið hevði fingið fólk á føtur og niðan á Hotel Føroyar, sum leygardagin hýsti á leið tríhundrað limum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Samlaða limatalið hjá felagnum liggur um 750 fastar limir.
Eftir at Niels Winther varð valdur sum orðstýrari, so var formansfrágreiðingin á skránni. Havnar Arbeiðsmannafelag nýtti høvi at minnast fyrrverandi formannin Karl Johansen við tøgn eina løtu. Karl var formaður í felagnum í 25 ár. Hann andaðist fyri einum góðum ári síðani, og síðani tá hevur Jan Midjord verið formaður í felagnum. Gjørt var av, at eykaaðalfundur ikki skuldi haldast, men at Jan Midjord skuldi gerast formaður til næsta aðalfund, har val kundi vera. Hesin aðalfundurin var leygardagin, men Jan Midjord stillaði ikki upp til formansvalið.
Í formansfrágreiðingini kom hann millum annað inn á, at lønarinntøkurnar hjá limum felagsins vóru hækkaðar við fýra milliónum í 2002 í mun til 2001. Ein partur av hesi hækking skyldast, at tímalønin varð hækkað við 4 kr. í árinum.
Eftir at hann hevði sagt sítt um farna árið, greiddi hann frá orsøkini til, at hann hevði tikið hesa avgerð.
Herfrá broytti aðalfundurin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag skap. Menn ? tað vóru bara menn, sum tóku orðið ? spardu sær ikki orðini burtur, og eitt rættiligt stríðsval kom til sjóndar.
Jan Midjord vísti stóra misnøgd við leiklutin hjá Jóhan Carl Dam og Eyðbjørn Jakobsen, sum báðir hava verið nevndarlimir seinnu árini.
Fráfarandi formaðurin kallaði teir báðar, Jóhan Carl og Eyðbjørn, fyri at vera maktsjúkar, og teir vildu gera felagið til teirra egna spælipláss. Tað skuldi eisini vera atburðurin hjá hesum báðum, ið vóru orsøkin til, at Jan Midjord ikki vildi stilla upp til formansvalið.
Og harvið varð kósin sett. Herfrá gjørdust orðini harðari og harðari, og menn smæddust ikki burtur við at kalla hvønn annan fyri bæði líkt og ólíkt.
Fráfarandi formaðurin segði seg stuðla Hans Joensen í royndunum at gerast formaður. Greitt var eisini, at nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag gekk í tveimum bólkum.
Eyðbjørn Jakobsen og Jóhan Carl Dam fingu harða viðferð og hørð orð frá fleiri av hinum nevndarlimunum í felagnum fyri teirra atburð og serliga fyri skrivingina í sambandi við formansvalið.
Jóhan Carl lat ikki hesa seinastu taluna standa ósvaraða, og hann segði seg einans hava gjørt soleiðis, sum limirnir høvud samtykt, at arbeiðið í nevnd og felag skuldi fara fram.
Tað er fatanin hjá Jóhan Carl, at aðalfundurin varð tikin av ræði, tá Jan Midjord varð settur sum formaður, og eingin eykaaðalfundur varð hildin, har limirnir fingu høvi at velja nýggjan formann.
Tá sjálv agitatiónin til formansvalið byrjaði, var tað fyrst Hans Joensen, ið slap framat mikrofonini.
Eins og Jan Midjord vísti hann á, at Jóhan Carl Dam og Eyðbjørn Jakobsen høvdu uppført seg ógvuliga illa mótvegis felagnum. Hann heitti á limirnar um at sparka hesar báðar har piparið grør.
Seinni tók skrivari og bókhaldari felagsins, Monrad Kjelnæs, eisini orðið, og hann gav Jóhan Carl og Eyðbjørn av somu skuffu Hans Joensen, og samstundis gjørdi hann greitt, at Hans Joensen var ? eftir hansara tykki ? rætti maðurin í formanssessinum hjá felagnum.
Jóhan Carl Dam segði seg ikki hava áhuga í at fara út í smálutir, men seg kenna einki til ákærurnar um, at hann hevði tosað ringt um fyrrverandi formannin Karl Johansen, og hann seg kenna til nógv viðurskifti, har Hans Joensen og aðrir høvdu borið seg skeivt at. Hann helt ov nógv fór fram umvegis bakdyrnar, og hann saknar serliga opinleika í felagnum.
Jóhan Carl Dam helt, at hetta felagið við formansvalinum stóð á einum vegamóti, har ein av tveimum sera ymiskum leiðum skuldi veljast.
Nógvar viðmerkingar koma eisini frá limunum. Onkur helt, at nevndin bar seg illa at við at sita og lata hvønn úr á hendan hátt við misprýðandi orðum. Ein skeyt upp, at øll nevndin varð koyrd frá, men hetta skapti ikki nógva undirtøku.
Flestu viðmerkjararnir styðjaðu seg til annan partin í valstríðnum.
Sum heild var talan um eitt sera hart valstríð, har stríðshugaðir setningar ikki trótaðu, og fólk fingu sítt at hugsa um.
Greitt var undan valinum, at valið var millum tvær síður. Var Hans Joensen valdur, so fór Jóhan Carl Dam úr nevndini. Varð Jóhan Carl valdur, so segði eitt nú Monrad Kjelnæs, at so var hansara síðsti arbeiðsdagur komin.
Sostatt lá nógv trýst á limunum í felagnum. Valið var meira enn bert eitt formansval millum tvey valevni. Limirnir vórður tvungnir at velja síðu og taka við fylgjunum, valið innibar.
Telja upp
Sjálvt formansvalið varð soleiðis fyriskipað, at básar vórðu settir upp eins og til kommunu ella løgtingsval. Limirnir vóru skrásettir á einum lista, og eftir at navnið varð krossað av á listanum, so slap hvør limur framat at atkvøða.
Mannagongdin valt verður eftir tekur drúgva tíð, og uppteljingin fór eisini við sínari tíð, tá ið hvør atkvøða sær skuldi lesast upp, og uppteljingin fór fram frammanfyri tí fulla salinum av limum.
Hans Joensen fekk 185 atkvøður, og Jóhan Carl Dam fekk 110 atkvøður, og harvið varð Hans Joensen valdur til formann. Sjey atkvøður vórðu ikki taldar uppí, tí hesar ikki vóru greiðar.
Hans Joensen hevur áður boðað frá, og hann segði tað aftur leygardagin, at hann ætlar at býggja víðari á verandi grundarlag, sum undanfarnu leiðslurnar hava skipað fyri.
Hann ætlar ikki at gera nakrar radikalar broytingar, men arbeiða víðari samvitskufult fyri at tryggja limunum í felagnum betri kor.
Hans Joensen er 51 ára gamal og er ættaður úr Skopun.
Hann flutti sum ungur til Havnar, og hann hevur starvast sum arbeiðsmaður síðani 14 ára aldur.
Seinastu 25 árini hevur Hans Joensen starvast sum frystari á Bacalao í Havn.
Nýggja nevndin
Umframt at velja nýggjan formann vórðu eisini tveir nýggir nevndarlimir valdir í nevndina fyri Havnar Arbeiðsmannafelag.
Jóhan Carl Dam og Eyðbjørn Jakobsen stóðu fyri valið, men teir valdu báðir ikki at stilla upp til valið. í Teirra stað vórður valdir Zacharias Hansen og Niels Holm Johannesen, ið báðir fingu 151 atkvøður.
Nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag er soleiðis mannað:
Hans Joensen, form.
Jan Midjord
Zacharias Thomassen
Zacharias Hansen
Niels Holm Johannesen
Felagið styrkt
Sum partur av aðalfundinum vórður eisini roknskapirnir hjá felagnum, eftirlønargrunninum og verkfalsgrunninum lagdir fyri limirnar. Á øllum frontum er Havnar Arbeiðsmannafelag styrk í 2002. Tað hevur ikki verið neyðugt hjá limunum at rinda fyri verkfall ella nakað annað stórvegis, og hetta merkir, at niðasta linja á øllum roknskapunum bar brá um betri tíðir.
Serliga fegnaðist nevndin um eftirlønargrunnin, sum við nýggju tryggingarlógini fekk harðari liviumstøður. Grunnurin er væl og virðiliga við at koma fyri seg aftur. Beint omanfyri fýra milliónir var avlopið hjá grunninum í 2002.