VÍF. At liðskipararnir høvdu grein í sínum máli, er lítið at ivast í, og finaludysturin leygardagin man verða eitt gott prógv um hetta. Tað var nevnliga so, at vestmenningar vóru so mikið óhepnir, at ein [...] um í løtuni, og tað kann koma at kosta dýrt, nú landskappingin fer at halla. VÍF hevur ikki so øgiligt fólk at taka av, og spurningurin er eisini, um steypaósigurin er at ávirka sjálvsálitið í hópinum [...] roynt at fáa Inga kláran aftur, so var einki at gera, tí Ingi hevði onga føling í høgra armi. Missurin av Inga var ein dyggur smeitur fyri vestmenningar, sum ongantíð fingu álopsspælið hjá sær at koyra
frá Annitu, at hon tekur Lisbeth til sín á ein so stórsinnaðan hátt. Tað var ógvusligt at lesa, hvussu Lisbeth var úrlatin aftaná, at hon hevði sagt seg frá sum formann. Eg skal ikki mótmæla, at hon "dummaði" [...] í føroyskum politikki megnað at leitt ein flokk úr politiskum stórtrupulleikum til at verða størsti flokkur á tveimum fylgjandi løgtingsvalum. Sjálv megnaði hon eisini at gerast toppskorari í flokkinum [...] ógvusligur, at hon segði seg taka valúrslitið til eftirtektar og valdi at leggja frá sær, sum forkvinna í flokkinum. Í prosentum varð flokkurin nr. 1 Lurtaði ein bara eftir kritikkinum og lat verða við at fylgja
telduni. Malena tykist at vera greið yvir, at hon ikki fer at arbeiða so longi afturat. ? Eg taki bara ein dag í senn, og so fáa vit at síggja. Men tað góða við, at eg eri við hús, er, at eg geri jú sjálv av [...] í nøkur viðurskifti, sigur Malena, sum als ikki heldur, at tað er so óvanligt, at ein 80 ára gomul kona dugir at fáast við teldu. Hon vísir á, at øll tey, ið í dag skriva endurminningar ella hvat tað nú [...] real. Beinanvegin komu boð frá J.J. Jacobsens handli um at fáa hana til arbeiðis at passa bøkurnar, sum hon sjálv tekur til. ? Ja, eg varð biðin um at koma til arbeiðis hjá teimum, so har stóð eg í læru,
er at varpa ljós á tað góða, har borgarar í Klaksvíkar kommunu fáa høvi at heiðra onkran av teimum, sum altíð eru klár at rætta eina hjálpandi hond uttan at gera nakað hóvasták. Og oftast, uttan at vit [...] brævi varð mælt til, at hesin persónurin ?verður valdur til at fáa Ársins Rósu fyri góða hugin og ágrýtni at verða gomlum, sjúkum og einsligum til hjálpar á ymiskan hátt, so sum at ganga ørindir, taka hond [...] odda sum hevði gjørt av at geva Karl Josephsen úr Klaksvík Ársins Rósu fyri sítt framúr stóra hjálpsemi. Steinbjørn Jacobsen duldi ikki yvir, at tað var við einum klumpi í hálsinum at hann sat og las tey mongu
undir at látast at vera ímóti ólógligum flutningi og píning av fangum, umframt at hann sum talsmaður fyri alt tað góða og reina royndi at geva mær ábyrgdina av 34.452 drápum í Irak. Tá var tað, at søgufalsanin [...] búgvið at taka støðu til”. Tí undrar tað meg ikki sørt, tá Hergeir Nielsen skírir meg søgufalsara, tá eg í fyrru grein míni sigi, at Javnaðarflokkurin í 2002 var einsamallur um at gera greitt, at flokkurin [...] ætlan Føroya um at tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið kunnu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føroyingar heldur minnilutin, at málið ikki er búgvið
ymisk tiltøk at skránni fyri bæði børn og vaksin. So nógv, at illa bar til at taka lut í øllum. Saman við eini 30 øðrum valdu vit at fara við Jógvan Edmund á Geilini eystur á Hjalla at hyggja at tí tiltiknu [...] út til Svínoyar, so onkur byrjaði at ivast í, hvussu stevnan mundi fara at eydnast. - Veðrið fáa svínoyingar neyvan gjørt nakað við, men teir fara í øllum førum ikki at lata tykkum ganga svong harúti, helt [...] tað var bara at fáa sær. Og kendist tað eitt sindur kølið onkra løtu, vóru gestirnir vælkomnir inn í køkin, har matmøðrurnar fegnar góvu sær tíð til eitt prát, hóast tær høvdu úr at gera við at smyrja meir
fingu oman yvir okkum fyri at royna at steðga okkara ætlanum, tá mál okkara um db flagging var fyri i heyst, var at ein annar fagfelagsformaður, Gunnleiv Dalsgaard, skírdi okkum at hjálpa kriminalitetinum [...] okkara, ja sera illa Teir siga, at tað er i fínasta lagi t. d i fjør at gjalda 70 mill í arbeisloysisstuðuli, tá so at siga einki arbeisloysi var, men tað er als ikki í lagi at seta eina FAS skipan i verk [...] veruleikanum er er at landið fær bert minni inntøku vegna minni skatt fra manningini. Tað má væl verða betur at faa eina minni inntøku fyri landið enn onga inntøku at fáa. Tað nýtist man væl ikki at verða búsk
taktikkur Taktikkurin er lættur at gjøgnumskoða: Jan roynir at samantvinna eina ávísa politiska hugsan ? sjálvstýrishugsanina ? við diktatur og hatur, fyri at fáa fólk at venda sær frá hesi hugsan. Jan [...] umstøðum man hann halda, at hann á hendan hátt sleppur undan at standa til svars fyri síni álop og verða ákærdur fyri ærumeiðing, tí eingin tekur álopini at sær persónliga. Við nú eisini at draga listarfólk upp [...] hesa óhugnaligu myndina, uttan at nevna hvørki nøvn ella dømi. Tað er heldur ikki av umsorgan fyri fólkaræðinum, at Jan skrivar, sum hann ger. Orsøkin er heldur ikki, at Jan Müller líður av psykisku sjúkuni
hetta hevur nakað at siga, heldur Egil, at tað hevur tað. - Vit hugsa ikki so nógv um sjálvt metið, men tað at vinna tvær ferðir á HB er altíð nakað heilt serligt, og tað ætla vit so at gera. Og minnini [...] heilt víst at gera tað sama í ár, og tí mugu vit so royna at steðga. Í B36 mugu tey við vissu vera leikbannaða Pól Thorsteinsson fyri uttan. Harafturat tykist ivasamt, um tað fer at eydnast at fáa Jákup [...] hesum døgum, og í B36 arbeiða tey við at loysa hendan trupulleikan. Gloym taktikkin At enda spurdu vit so teir báðar, hvussu teir rokna við, at dysturin sunnudagin fer at verða, og frá báðum pørtum eru boðini
varð uppringdur nakað seinni av Høgna Hoydal, har hann fekk heilt greitt at vita, at tað, sum skuldi til fyri, at eg broytti støðu ( at leggja frá sær, blaðm) var, varð eitt skriv sum hetta. Og tað havi eg [...] Tórbjørn Jacobsen segði í samrøðu í Degi og Viku, at tað hann hevði fingið at vitað skuldi vera trupulleikin, var setningurin hann skrivaði um, at løgmaður kundi ikki verið leiðari í nøkrum øðrum landi [...] sínum til løgmann ikki tikið aftur orðini um, at tað er ringt at liva við einum løgmanni og einum fiskimálaráðharra, sum í eini greindari fortíð ikki dugdu at skilja millum, hvat var eins egna og annara