11. september doyr Anna Lindh eftir at vera stungin niður dagin fyri. Flest øll bløð í Norðurlondum taka í tí sambandi upp støðuna hjá fólkaræðinum og tí opna samfelagnum.
Spurningarnir, sum verða settir, eru m.a. um orðaskiftið er vorðið ov rátt, um hatur er komið uppí, og um fólkaræðið orsakað av hesum er komið undir trýst.
Mánadagin 15. september, fýra dagar eftir at Anna Lindh er deyð, tekur blaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller, spurningin upp í oddagreinini í Sosialinum.
Hann leggur soleiðis fyri: "Ein og hvør, sum fylgir við tí, sum hendir í heiminum fyri tíðina, má ásanna, at fólkaræðið er undir einum ávísum trýsti". Hetta harmast hann um, tí tað er "ein fortreyt fyri einum vælvirkandi fólkaræði, at orðaskiftið verður hildið á einum sakligum og sømiligum støði". Sum flest aðrir Norðurlendskir blaðstjórar gjørdu beint eftir morðið á Annu Lindh, ásannar Jan, at tað sømiliga støði "ikki altíð er galdandi fyri politiska orðaskiftið í Norðurlondum". Síðani vendir hann kikaran móti Føroyum, og leggur afturat "og heldur ikki her hjá okkum".
Og sambært Jan er støðan rættiliga álvarsom hjá okkum: "Tónin í Føroyum er mangan harður ja, næstan hatskur hjá teimum, sum gera politiskar viðmerkingar og hjá ávísum politikarum", sigur hann.
Síðani kemur staðfestingin av, hvør er offur fyri hesum næstan hatska tóna: "Hetta gongur mest út yvir tey, sum ikki taka undir við fullveldispolitikkinum. (...) Serstakliga gongur hetta út yvir Javnaðarflokk og út yvir fólk, ið verða hildin at hava samhug við hesum flokki," skrivar Jan Müller.
Og tað er ikki bara tað reint politiska orðaskifti, sum er farið av kós. Jan vísir eisini á vandan fyri einsrætting av føroyskum ands- og mentanarlívi, og sigur, at "tá listaverk verða ummæld, tað verið seg bøkur ella onnur list, kann tað tykjast sum politiski litur listamansins ávirkar ummælini."
Einki grundarlag
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Jan Müller málar hesa óhugnaligu myndina av politiska lívinum í Føroyum. Hann hevur áður ført fram, at fólk, ið taka undir við føroyskum fullveldi, eru ódemokratisk, ósaklig og ósømilig. Og at tey eru full í hatri.
Javnaðarfólk, hinvegin, eru demokratisk, góð og saklig. Men tey verða hatað, tí tey stuðla Javnaðarflokkin. Tað nýggja er nú, at eisini listarfólk verða dømd eftir síni politisku sannføring.
Hetta eru ótrúliga grovir pástandir at seta fram móti teimum debattørum, sum stuðla sjálvstýrisgongdini, og teimum, sum ummæla list í Føroyum. Tann, sum aftur og aftur ákærir fólk fyri at hata, má standa á ógvuliga tryggari og próvfastari grund.
Men Jan prógvar ongantíð, hví sjálvstýrisfólk eru so nógv óndari enn javnaðarfólk. Aftur og aftur roynir hann at mana fram hesa óhugnaligu myndina, uttan at nevna hvørki nøvn ella dømi.
Tað er heldur ikki av umsorgan fyri fólkaræðinum, at Jan skrivar, sum hann ger. Orsøkin er heldur ikki, at Jan Müller líður av psykisku sjúkuni paranoia.
Orsøkin er kaldur og kyniskur partapolitikkur!
Greiður taktikkur
Taktikkurin er lættur at gjøgnumskoða:
Jan roynir at samantvinna eina ávísa politiska hugsan ? sjálvstýrishugsanina ? við diktatur og hatur, fyri at fáa fólk at venda sær frá hesi hugsan.
Jan setir ikki nøvn á tey, sum hata. Kanska er hetta tí hann er ov feikur, kanska tí hann rætt og slætt ikki hevur nøkur nøvn. Undir øllum umstøðum man hann halda, at hann á hendan hátt sleppur undan at standa til svars fyri síni álop og verða ákærdur fyri ærumeiðing, tí eingin tekur álopini at sær persónliga.
Við nú eisini at draga listarfólk upp í hetta, signalerar Jan, at hatrið hjá landsins sjálvstýrisfólkið nú breiðir seg útum politikkin, og rakar alt samfelagslívið. Nú ræður altso um hjá øllum at taka dystin upp ímóti fullveldisfólkunum.
Við at seta javnaðarfólk upp sum tey óseku offrini, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, ger Jan greitt, hvørjum tú skalt stuðla, skalt tú vera við til at steðga hatrinum.
Og so setir Jan alt í perspektiv við innganginum til greinina, sum altso varð prentað fýra dagar eftir at Anna Lindh var deyð: Tann, sum fylgir við í heiminum fyri tíðina, sær, at demokratiið er undir trýsti, og at orðaskifti í Norðurlondum er vorðið ósakligt og ósømiligt ? eins og í Føroyum!
Hetta er, snøgt sagt, at fara undir lágmarkið. Hetta er politisk manipulatión tá hon er allar mest ósaklig, allar mest skendsk, og allar mest undirgravandi fyri tað demokratiska kjakið.
(Enn verri verður tað sjálvsagt tá hugsað verður um, at fleiri av Jansa partamonnum teljast millum landsins ósakligastu debattørar).
Nevn nøvn!
Alt tað, Jan Müller kastar sínum landsmonnum fyri, rakar hann sjálvan beint aftur í høvdið.
Men hóast hann avdúkar seg sjálvan, eigur hann ikki at sleppa skriva soleiðis óátalað. Sum blaðstjóri hevur Jan Müller stóra ávirkan og stórt vald. Hetta stóra vald gevur honum eisini stóra ábyrgd. Og tey, sum taka lut í politiska kjakinum, og hava hug at hella sjálvstýrisvegin, kunnu ikki standa model til Jansa afturvendandi, adressuleysu ákærur. Jan Müller eigur tí at svara hesum spurningum:
Hvat eru tað fyri javnaðarfólk, sum verða so illa viðfarin og so illa hatað? Hvørji eru tey, sum eru so órein við javnaðarfólk og hata tey so illa? Hvat eru tað fyri listarfólk, hvørs verk eru dømd eftir teirra politiska liti? Og hvørjir eru teir ummælarar, sum hava dømt listarverk eftir politiska liti listarfólksins?
Ikki fyrr enn Jan Müller hevur sagt nøvnini ber til at reinsa luftina.