Veðrið var gott og hýrurin á fólki av tí allarbesta á Útoyggjastevnuni, sum varð hildin úti í Svínoy leygardagin. Longu kvøldið fyri hevði Másin flutt eini 200 fólk út til Svínoyar, og leygarmorgunin løgdust fleiri skjóttgangandi bátar afturat at flyta stevnugestir til oynna. Út við 600 fólk til samans mundu hava verið á hesi fjórðu Útoyggjastevnuni, tá avtornaði.
Gestablídni og aðalfundur
Tað sá eitt sindur illfýsið út í veðrinum ta einu løtuna umborð á Másanum hendan morgunin á veg út til Svínoyar, so onkur byrjaði at ivast í, hvussu stevnan mundi fara at eydnast.
- Veðrið fáa svínoyingar neyvan gjørt nakað við, men teir fara í øllum førum ikki at lata tykkum ganga svong harúti, helt ein av manningini fyri. Svínoyingar eru jú tiltiknir gestablíðir, og vit fingu skjótt sjón fyri søgn. Komin niðan móti húsunum Yviri í Stovu, rendu vit okkum alt fyri eitt í fleiri vældekkaði morgunmatarborð í túninum við kaffi, te, bollum og køkum, og tað var bara at fáa sær. Og kendist tað eitt sindur kølið onkra løtu, vóru gestirnir vælkomnir inn í køkin, har matmøðrurnar fegnar góvu sær tíð til eitt prát, hóast tær høvdu úr at gera við at smyrja meir bollar og gera kaffi.
Út á fyrrapartin byrjaði so aðalfundurin hjá útoyggjafelagnum, sum er fastur táttur á árligu Útoyggjastevnuni. Formaðurin í felagnum, Óli Jakup úr Dímum greiddi frá árinum, ið fór, og samskiparin Olga Biskopstø legði fram ymsar ætlanir, felagið arbeiðir við í løtuni. Eftir nevndarvalið nýttu fleiri høvið at gera viðmerkingar og siga sína hugsan, og skjótt kom ferð á eitt rættiliga lívligt kjak um støðuna á útoyggjunum og útoyggjapolitikk yvirhøvur. So hóast hetta økið ikki kann sigast at standa ovast á dagsskránni hjá politikarum, var tað týðiligt, at útoyggjafólk sanniliga ikki hava sett seg hendur í favn. Nógvar sera forvitnisligar verkætlanir eru í umbúna, og eftir áræðinum hjá útoyggjafólki at døma, koma vit uttan iva at hoyra meir um hesar ætlanir í nærmastu framtíð.
Árantshola og kórsangur
Skjótt angaði av góðum døgurða niðri við lærarahúsið, og tað gekk íkki lang tíð, til bíðirøðin av stevnugestum rakk næstan oman í Tún. Og hetta var sanniliga eisini vert at bíða eftir, tí komin framat stóru grýtunum í kjallaranum, har fryntligu kokkarnir oystu uppí, stóðu vit næstu løtu við einum rimmars tallkerki av væl kryddaðum grýturætti við oksakjøti og rísi. Sólin kagaði fram hesa løtuna, so bøurin uttanfyri lærarahúsið gjørdist skjótt ein forkunnug og frísklig matstova við framúr góðum útsýni. Sum vit skiltu, var hjálp komin úr Fugloy at gera døgurða, og tað mundi koma væl við, tí tá vit seinni fóru at fregnast, høvdu kokkarnir júst oyst upp í tallerk nummar 450!
Efir at Ólavur Klementsen hevði sett stevnuna beint, vóru nógv ymisk tiltøk at skránni fyri bæði børn og vaksin. So nógv, at illa bar til at taka lut í øllum. Saman við eini 30 øðrum valdu vit at fara við Jógvan Edmund á Geilini eystur á Hjalla at hyggja at tí tiltiknu Árantsholuni, har Árant, sum segðist vera seyðatjóvur, fletti seyðin og goymdi krovini. Jógvan Edmund dugdi framúr væl at greiða frá søguni um Árant, so tað var ein fragd at sita og lurta og njóta góða útsýnið yvir móti Fugloynni.
Heima í bygdini hevði Havnarkórið við Ólavi Hátun tikið pláss frammi í kór í kirkjuni. Eftir langa túrin út í Árantsholu kendist tað fjálgt at sessast í kirkjuni at lurta eftir vakra sálmasanginum og hoyra Ólav Hátún greiða frá, hvussu tað bar til, at Havnarkórið var komið á Útoyggjastevnu. Ólavur er føddur og uppvaksin úti í Svínoy, har pápi hansara stjórnaði fyrsta føroyska bygdakórinum, sum eisini plagdi at syngja her í kirkjuni í 1920unum. Tí mundi tað kennast ikki sørt kensluborið fyri Ólav at fáa høvi at endurtaka søguna á hendan hátt meir enn áttati ár seinni.
Heri Joensen prestur, sum eisini er úr Svínoy, greiddi síðani hugtakandi frá søguni hjá kirkjuni. Sum eitt fríkst og eitt sindur øðrvísi innslag fingu fólk eisini høvi at hoyra vøkru røddina hjá Barnaprix vinnaranum, Ingibjørg Hansen ú Mikladali, sum sang sálmin ?Jesus hitt einasta?, áðrenn seinasta felagssálmin.
Várharra og ferðaætlanin
Ongin Útoyggjastevna uttan eina rætta togtogan, har oyggjarnar dystast móti hvørji aðrari. Fyri nógv var togtoganin uttan iva eitt av hæddarpunktunum á stevnuni, so spenningurin var stórur og rópini ofta øgilig, meðan togarnir reyðir í andlitið settu føtur í spenni og togaðu, alt teir vóru mentir.
Tey, sum ikki høvdu fingið hitan av at vera við í togtogan, kundi nú leita sær oman á støðna, har stóra bálið var við at verða tendrað, og Bjarni Jacobsen helt bálrøðuna.
Summi vóri nú eisini so smátt farin at halda seg framat onkrum av bátunum niðri á keiini at sleppa sær heimaftur. Ta einu løtuna sá tað eitt sindur ivasamt út við næsta túri, so onkur av gestunum fór at sóknast eftir eini ferðaætlan.
- Ferðaætlan? Nei, okkara ferðaætlan er tað bara Várharra, ið ræður fyri, so tú mást bara vera klárur tá hann er, helt ein svínoyingur smílandi fyri. So í staðin fyri at ótolnast settust fólk at njóta frálíka útsýnið yvir Svínoyarvík og fegnast um eina avbera væleydnaða Útoyggjastevnu. Tey flestu bíðaðu tó til seinasta túr við Másanum, tí enn var nógv eftir av kvøldinum. Og fyri tey, sum gistu, bíðaði ein lang og góð dansinátt í góðum vertskapi við bæði enskum og føroyskum dansi.










