StÍF er steypaliðið burturav

Enn einaferð prógvaðu strandingar, at teir eru steypaliðið burturav í føroyskum manshondbólti, tá ið teir leygardagin vunnu uppibornan sigur á VÍF, sum ikki megnaði at fáa glið á spælið hjá sær uttan Inga Olsen.

Leygarkvøldið helt onkur skemtandi fyri, at spurningurin var, um StÍF stóð fyri Stranda Ítróttarfelag ella Steypaliðið Í Føroyum, og tað kann tað verða nakað um. Strandingar vístu nevnliga í finaludystinum móti VÍF, at tá ið talan er um sonevndar alt ella einki dystir, eru teir altíð drúgvir.
 
Stýrmaðurin reyk
Undan steypafinaluni høvdu liðskipararnir hjá hinum fýra liðunum í bestu mansdeildini í hondbólti allir peikað á Inga Olsen, tá ið teir vóru spurdir, hvør var lyklaleikarin hjá VÍF. At liðskipararnir høvdu grein í sínum máli, er lítið at ivast í, og finaludysturin leygardagin man verða eitt gott prógv um hetta.
Tað var nevnliga so, at vestmenningar vóru so mikið óhepnir, at ein skaði í økslini, sum Ingi hevði fingið í dystinum móti Kyndli fyri góðari viku síðani, stakk seg upp aftur, og stýrmaðurin hjá VÌF noyddist tí út, longu tá ið sjey minuttir vóru leiktir av dystinum. Hóast dúgliga var roynt at fáa Inga kláran aftur, so var einki at gera, tí Ingi hevði onga føling í høgra armi.
Missurin av Inga var ein dyggur smeitur fyri vestmenningar, sum ongantíð fingu álopsspælið hjá sær at koyra móti offensivu verjuni hjá strandingum. StÍF vardi sera offensivt við einum  Paula Hansen liggjandi frammi á spælskiparanum og Bent Djurhuus var langt frammi á Sámal Joensen hjá VÍF á vinstra bakki. Júst móti slíkum offensivum verjum er Ingi gull verdur, tí at hann hevur so gott hegni til at finna smá hol í verjuni hjá mótstøðuliðnum og spæla viðleikarar leysar.
Áki G. Olsen er mest náttúrligi avloysarin hjá Inga á stýrmansplássinum, men fyri at gera ilt verri, so fekk hann eisini ein snudd í finaludystinum, og hann var leingi uttan fyri vøllin.
 
Einfalt álopsspæl
Í hinum endanum av vøllinum var meiri bit í álopsspælinum hjá strandingum. Við rættuliga einføldum álopsspæli lirkaðu strandingar tunnu verjuna hjá vestmenningum upp. Pauli Hansen, sum var spælskipari, sendi til annan av bakkunum, og fór síðani inn mitt í verjuna hjá VÍF, har hann saman við strikuspælaranum Bent Djurhuus screenaði miðverjuna hjá VÍF, so at eitt glopp bleiv til tann av bakkunum, ið fór upp til skot. Tá ið so havt verður í huga, at bakkarnir hjá StÍF eita ávíkavist Sveinur og Leivur Justinussen, so vita tey flestu, at fáa teir pláss og tíð at skjóta, so situr bólturin í allarflestu førum í netinum.
Sum áðurnevnt var verjan hjá VÌF rættuliga tunn leygardagin, og tá ið so er, kann tað verða trupult at verða málverji. Hetta sást eisini aftur í finaluni, har teir báðir VÍF-málverjarnir, Dejan Lacok og Eli Müller, ongantíð komu í gongd í dystinum. Tað verður mangan tikið til, hvussu stóran týdning málverjin hevur, men fyri at málverjin skal koma í gongd, er neyðugt, at hann fær stuðul frá verjuni framman fyri sær. StÍF kom ferð aftaná ferð til løtt mál, har teir vóru púrasta leysir við málverjanum.
 
Krevjandi spælistílur
Nógv ferð var á dystinum, og ofta gekk tað rættuliga skjótt úr enda í annan. Serliga hjá StÍF kravdi hetta nógvar kreftir, tí strandingar skiftu ógvuliga lítið út, og tað var fyri tað mesta teir seks, Alexandur, Sveinur, Pauli, Leivur, Borgar og Bent, sum vóru á vøllinum fyri StÍF, bæði í álopi og verju. Spælistílurin hjá strandingum við offensivu verjuni og nógvu ferðini á álopsspælinum krevur nógva orku, men hetta tóktist tó ikki ávirka avrikið hjá strandingum.
Tað hjálpir kanska eisini, at hjá StÍF hvílir tað ikki so nógv á herðunum á einum leikara, soleiðis sum tað kanska ger á øðrum liðum.  Strandingar hava fleiri mans, ið taka ábyrgd, og tað er altíð ein stórur styrkur.
Hjá vestmenningum tóktist tað hinvegin ganga ógvuliga striltið við at finna rútmuna í álopsspælinum, og roynt var við fleiri ymiskum leikarum, so sum Daniel Rapa og Karl Johan Djurhuus á spælskiparaplássinum, men uttan at hetta tó gav úrslit.
 
Marian bjargaði  í avgerandi løtum
Hóast StÍF hevði munin á VÍF so at siga allan dystin, so var tað tó ikki so, at VÍF misti sambandið við strandingar. Vestmenningar royndu at hanga í, og  tvær ferðir í seinna hálvleiki komu teir upp á javnt. Teir høvdu eisini møguleikan til at leggja seg á odda, men málverjin hjá StÍF, Marian Cirloganescu, hevði nakrar frálíkar bjargingar júst, tá ið VÍF var um at venda dystinum.
Hinvegin má eisini staðfestast, at tað er ikki ráð til hjá VÍF at brenna upplagdar málmøguleikar, tá ið teir standa til at venda dystinum.
Bjargingarnar hjá Marian tóktust taka mótið frá vestmenningum, sum fullu í fátt seinastu minuttirnar av dystinum, og sum enn einaferð noyddust at staðfesta, at strandingar framvegis eru steypamarran hjá teimum, nú StÍF sætta árið á rað sløktu steypadreymarnar hjá vestmenningum.
 
Hvussu við landskappingini
Sum  nevnt aðrastaðnis her á síðunum, so eru vestmenningar illa sperdir av skaðum hjá lyklaleikarum í løtuni, og tað kann koma at kosta dýrt, nú landskappingin fer at halla. VÍF hevur ikki so øgiligt fólk at taka av, og spurningurin er eisini, um steypaósigurin er at ávirka sjálvsálitið í hópinum.
Undir øllum umstøðum kann staðfestast, at strandingar leygardagin enn einaferð prógvaðu, at tá ið steypakappingin er á skránni, so hava teir okkurt heilt serligt í sær, og tí kunnu teir annað árið á rað rópa seg steypavinnarar í  manshondbólti.