Jón Ellendersen
????????????????
"Fyri fyrstu ferð hevur ein kvinna í føroyskum politikki megnað at leitt ein flokk úr politiskum stórtrupulleikum til at verða størsti flokkur á tveimum fylgjandi løgtingsvalum. Sjálv megnaði hon eisini at gerast toppskorari í flokkinum báðu ferðirnar - og í fyrra førinum fekk hon enntá flest atkvøður í øllum landinum. Kortini varð kritikkurin av henni so ógvusligur, at hon segði seg taka valúrslitið til eftirtektar og valdi at leggja frá sær, sum forkvinna í flokkinum.
Í prosentum varð flokkurin nr. 1
Lurtaði ein bara eftir kritikkinum og lat verða við at fylgja við tølunum, skuldi ein trúð, at flokkurin varð endaður á 4. plássi. Men í prosentum varð flokkurin nr. 1. Ein skuldi eisini trúð, at forkvinnan kom inn sum vara ella sum eykavald. Men hon varð hinvegin 1. vald við yvir 600 atkvøðum." Annita á Fríðriksmørk, 31.01.2004 á heimasíðuni hjá Tjóðveldisflokkinum. Eg haldi hetta er ein tragisk hending, men samstundis ein flott gestus frá Annitu, at hon tekur Lisbeth til sín á ein so stórsinnaðan hátt.
Tað var ógvusligt at lesa, hvussu Lisbeth var úrlatin aftaná, at hon hevði sagt seg frá sum formann. Eg skal ikki mótmæla, at hon "dummaði" seg, men hon hevði als ikki uppiborið at verða úthongd á ein slíkan vamlisligan hátt. Men sum Annita vísir á, tað er legalt í Føroyum at fremja karaktermorð á eina kvinnu, bert tí hon er kvinna. Og tað løgna er, at aftir eru tað teir persónar, sum rópa seg sjálvar frílyntar, sum ganga á odda. Og niðanfyri er enn eitt dømi um, hvussu málburðurin hjá hesum "frílyntu" er ein rein "ekskursion i underverdenen".
Og so fær Sjálvstýrisflokkurin av at vita
" ?. ringasta, ið kann henda, er, um Sjálvstýrisflokkurin umskapast til ein Kristiligan Fólkaflokk í fáraklæðum, ið soleiðis kemur at kappast við Miðflokkin um at grava fanatiskan lort upp úr kristinfundamentalistiska moraðsinum, og soleiðis at framelska tað ringasta í sinnum teirra føroyingum." Sámal Matras Kristiansen, Dimmalætting 22.01.2004. Aðrastaðni hevur hesin sami Sámal nýtt enn sjendskari orðaval, tá hann lýsir Miðflokkin.
Nú ivist eg stórliga í, at Miðflokkurin megnar at yvirhála Sámal Matras Kristiansen í at "framelska tað ringasta í sinnum teirra føroyingum", tí Miðflokkurin, appellerar hóast alt ikki til rasureinsan, eins og hesin maður støðugt hevur eggjað til í valstríðnum.
Aftur til Annfinn Kallsberg!
Høgni Hoydal skýrdi fleiri ferðir Annfinn Kallsberg at vera kriminellan, og kanska fólk ikki veruliga ímynda sær, hvussu álvarsamt hetta er. At ein vanligur lesari í t.d. Dimmu skýrir Anfinn sum kriminellan, er sín søk, men tá varaløgmaður skýrir løgmann at vera kriminellan, tá eru vit strax úti har vit hav ilt við at grynna. Var Annfinn ikki so mikið at sær komin, kundi hann drigið Høgna í rættin og, fingið hann dømdan fyri bæði hetta og onnur úttalilsir, hann hevur sett fram um Annfinn. Og tað skal Høgni vera ógvuliga glaður fyri, at Annfinn ikki gjørdi.
Eg veit ikki, hvørt Høgni Hoydal, formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins v.fl. halda seg hava politiskan immunitet. Men so er ikki tá tað snýr seg um lógarbrot, tí í roynd og veru, eru tílík úttalilsir lógarbrot, og tað eru ikki so fá dømi úr donskum politikki, har politikarar eru dømdir fyri tílíkt. Best kenda dømið er Glistrup.
Og nú kom so túrurin til Johan Dahl.
Ikki meiri enn setstur í landsstýrissessin, verður hann hunddálkaður við, ja ikki prógvandi tilfari, men illgitingum, avundsjúkukendum brigsli og líknandi. Eisini her verður farið aftur í 80ini, og neyvan skulu vit bíða leingi til næsta álopið kemur úr undirgrundini. "Í Útvarpi Føroya í gjár kom fram, at serliga Fólkaflokkurin setur spurnartekin við leiklutin hjá Johan Dahl og um hesin er skikkaður til ein landsstýrissess. Fólkaflokkurin hevur undir samgongusamráðingunum stríðst við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at tryggja Anfinni Kallsberg ein landsstýrissess, men bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin søgdu seg ikki hava álit á Anfinni.
Undir samgongusamráðingunum heitti Fólkaflokkurin staðiliga á Sambandsflokkin taka fyrilit fyri ivasomu fortíðini hjá Johan Dahl, tí fekk fyrrverandi stjórin á Vágs Skipasmiðju ein landsstýrissess, kundi Sambandsflokkurin verða við til at seta samgonguna, løgmann og Johan sjálvan í eina trupla støðu. Fleiri vilja vera við, støðan hjá Johan Dahl minnir nógv um støðuna hjá Anfinni Kallsberg. Fólk seta spurning við, hvørt Johan Dahl er skikkaður til ein landsstýrissess, tá Anfinn Kallsberg ikki er tað. Er hetta hevnd, ella er hetta bara vorðið ein keðiligur og skitin háttur at dríva føroyskan politikk.
Smáir feilir gerast "stórar skandalur"
Skal hetta vera eyðkennið fyri føroyskan politikk framyvir, verður neyvan nakar egnaður at sita í einum landsstýrissessi, tí øll hava vit okkurt drassandi aftaná okkum úr fortíðini. Og tað nýtist ikki at vera stórt, tað smáa verður blást upp, so eisini tað er "ein stór skandala". Tak nú Jógvan á Lakjuni, eisini hann fær sítt í eini viðmerking í bløðunum: Eg (greinskrivarin í blaðnum) vil minna John Johannesen á, at hann fyri tveimum vikum síðan lovaði okkum c-vitaminir til tónleikin. Tí tykist tað heldur ódámligt, at hann hevur avreitt tónleikaviðurskiftini til ein flokk sum er ímóti eini frælsari mentan, til ein flokk sum kann finna uppá at seta ein mann sum Jógvan á Lakjuni at umsita mentamál. Jógvan hevur fyrr úttala seg ímóti tolsemi og fyri avmarkan av talifrælsinum