Tórbjørn Jacobsen segði í samrøðu í Degi og Viku, at tað hann hevði fingið at vitað skuldi vera trupulleikin, var setningurin hann skrivaði um, at løgmaður kundi ikki verið leiðari í nøkrum øðrum landi. Og tá hann tískil hevur tikið tað orðingina aftur, stendur sjálvandi restin eftir.
Uppá fyrispurning um hann kortini meinar, at løgmaður kundi sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi svaraði Tórbjørn Jacobsen m.a.:
-Nú er tað so, at hasin setningurin er rættiliga yvirflødigur, tí ein føroyingar kann neyvan blíva stjórnarleiðari í nøkrum øðrum landi.
Sambart úttalilsunum hjá tingmanninum í sjónvarpinum, so hevur Tórbjørn Jacobsen í skrivi sínum til løgmann ikki tikið aftur orðini um, at tað er ringt at liva við einum løgmanni og einum fiskimálaráðharra, sum í eini greindari fortíð ikki dugdu at skilja millum, hvat var eins egna og annara.
Anfinn Kallsberg vísir í viðmerking til hesi nýggju úttalilsini frá Tórbjørn Jacobsen til brævið hann fekk frá honum ólavsøkudag. ?Tað er tað eg haldi meg til.
Brævið er soljóðandi:
?Til Anfinn Kallsberg, løgmann, her, dagfest 29. juli 2002. Hervið skal verða sagt frá, at skuldsetingarnar, sum eru setttar fram móti løgmanni, løgmansembætinum og landsstýrismanninum í fiskimálum, hervið eru afturtiknar. Tórbjørn Jacobsen, løgmatingsmaður.?
-Men nú sigur hann nú, at tað er bara tann seinna partin av skuldsetingunum hann tekur aftur?
-Tað er nakað forferdiligt slutur og tvætl. Hann ringdi til mín ólavsøkumorgun klokkan 10.30 minnist meg rætt, og har tosaðu vit aftur og fram. Tá segði eg við hann, at eg vildi hava eina treytaleysa afturtøku av øllum skuldsetingunum, sum hann hevði sett fram móti mær og fiskimálaráðharranum, og eg vildi ikki hava nakað uttanumtos.
Og so sendi hann eitt skriv, sum bara er uttanumtos. Eg havi ongantíð ringt til Tórbjørn Jacobsen og biðið um nakað sum helst. Men eg varð uppringdur nakað seinni av Høgna Hoydal, har hann fekk heilt greitt at vita, at tað, sum skuldi til fyri, at eg broytti støðu ( at leggja frá sær, blaðm) var, varð eitt skriv sum hetta. Og tað havi eg fingið.
-Er nú ikki skuldstingarnar settar fram av nýggjum?
-Tað veit eg ikki. Tað, sum eg havi kravt og fingið haldi eg meg til. Stendur hann ikki við tað hann skrivar, so veit eg ikki um hann ella eg havi ein trupulleika.
Løgmaður spyr, um nakað sum helst trúvirði er eftir í manninum eftir at hann hevur undirskrivað brævið og latið tað víðari, nú framhaldandi fer at leggja eina aðra tulking í tað.
-Men hvussu ber tað til, at Anfinn Kallsberg vil halda fram sum løgmaður í eini samgongu við Tórbjørn Jacobsen sum 17. manni eftir hetta?
-Tað er so aftur ein annar spurningur. Men eg havi valt at halda meg til tað brævið, sum Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað og sum er so klokkuklárt og uttan uttanumtos. Um Tórbjørn Jacobsen í dag ikki stendur við tað hann undirskrivaði í gjár, so hevur hann eitt alvorligt problem.
Anfinn Kallsberg, sum sjálvur sá Tórbjørn Jacobsen í Degi og Viku týskvøldið, sigur, at tað inntrykkið, sum hann gav í hesi tíðindasendingini, vísir, at hann ikki so frægt sum stendur við sína egnu undirskrift. Tá hevur hann ein stóran trupulleika.
Uppá fyrispurning um hetta fær nakra avleiðing fyri samgongusamstarvið sigur løgmaður, at tað skal man bíða við at siga nakað um.
Eftir úttalilsini í Degi og Viku týskvøldið ringdi løgmaður til formannin í Tjóðveldisflokkinum. ?Høgni Hoydal er púra samdur við mær í míni tulking av brævinum frá Tórbjørn Jacobsen. Vit halda báðir, at skrivið frá tingmanninum er púra eintýðugt. Hann tekur allar skuldsetingar aftur.
-Tórbjørn Jacobsen er framvegis 17. maður í eini samgongu, sum bæði løgmaður og varaløgmaður vilja halda fram við. Hvussu ber tað til, at tit vilja halda fram við eini so smælari samgongu og har ein persónur, sum tit eftir øllum at døma hava so lítið álit á, framhaldandi sleppur at vera tungan á vágskálini?
-Eg havi ikki fleiri viðmerkingar til málið og kann bara endurtaka, at eg havi fingið eitt púra greitt svar frá Tórbirni Jacobsen, sum eg eri nøgdur við og sum uppfylti tey krøv eg setti fult og heilt. Um man nú roynir at draga í land og undirminera sína egnu undirskrift, so vísir tað bara, hvørjar politiska bindingar, man kann hava sínamillum.
Løgmaður leggur aftrat, at seinastu úttalilsini hjá tingmanninum frá sínum sjónarhorni eru fullkomiliga hol í høvdið og ógrundað og uttan nakað sum helst perspektiv av nøkrum slag.
-Men hví tá halda fram í fýra ár við einum flokki, sum ikki megnar at hava tamarhald á sínum egnu?
-Tann spurningin skilji eg sera væl. Verður hetta arbeiðslagið, so verða tað ikki vit, sum taka nakrar avgerðir. Tá verður tað tilvildin, sum tekur avgerðir, og tað er ikki tað, sum skal til, um vit skulu gera okkum vónir um at røkka tí politiska setningi vit hava sett okkum. Hinvegin vil eg siga, at skulu vit røkka einum politiskum setningi, og hetta er ikki bara meint millum Tjóðveldisflokkin og okkum, tað er galdandi fyri alt parlamentariska grundarlagið og fyri bæði samgongu og andstøðu, skulu vit røkka tey optimalu úrslitini fyri okkara land og fólk, so ræður um at kasta slíkt brigsl burtur og finna saman, sjálvt um vit eru politiskt ósamdir um nógv mál. Ber tað ikki til, so er eingin meining í at fáast við tað.
-Men er tíðin ikki longu komin til at taka stigið til at breiðka um parlamentariska grundarlagið, so tað slepst undan at vera bundin av einum 17. manni sum Tórbjørn Jacobsen?
-Tað kann blíva ógvuliga aktuelt.