Havnin er størri enn gullið

B36-HB:

Tað tykist partvíst soleiðis, at slagið um høvuðsstaðin telur meira hjá leikarunum á teimum báðum havnarliðunum, enn FM-møguleikin hjá B36 ger tað

 

Grannauppgerð


Grannauppgerð er í Havn sunnudagin, og sum vera man, er spenningurin um hesa stórur. At so annað liðið hevur møguleika at gerast meistari, ger hann ikki minni. Heldur ikki hóast risastórur munur hevur veri á, hvussu kappingarárið hjá liðunum báðum hevur hilnast higartil. Bestu dømini um, at støðan á stigatalvuni einki hevur at siga, skulu hest finnast í ávíkavist 1991 og so í fjør.

Í 1991 gekk alt upp á stás hjá B36, meðan HB hinvegin hevði eina kreppu av teimum heilt stóru. Eldra havnarliðið megnaði tó at vinna heili 8-2 í fyrra grannadystinum, meðan hin seinni endaði við javnleiki, 1-1. Tað kann leggjast afturat, at hevði B36 vunnið seinna dystin, ella »bara« tapt 7-2 í tí fyrra, hevði liðið verið meistari tað árið, men tað mátti so bíða í seks ár afturat.

Í fjør gekk tað minni væl hjá B36, meðan tað gekk framúr væl hjá einum at kalla spildurnýggjum HB-liðið. Fram til næst seinasta umfarið hevði liðið allar møguleikar, men í seinasta minuttinum av grannauppgerðini móti B36 vóru tvær hendingar, sum høvdu avgerandi ávirkan. Fyrst misnýtti HB brotsspark, og løtu seinni javnaði B36 til 2-2, og oyðiliegði har við gull-møguleikan hjá HB.


Torir betri

Nú kunnu teir reyð/svørtu so siga takk fyri seinast, og skal tosast um ein sannlíkan málskjútta hjá HB, so fellur tosið uttan iva á miðvallaran, Hall Danielsen. Tað er ikki so ofta, at Hallur er á talvuni, men seinnu árini hevur hann havt tað fyri at skora móti grannunum. Millum annað í 2-2 dystinum í fjør.

Eftir venjingina hóskvøldið fingu vit orðið á Hall, og spurdu hann, hvussu hetta bar til.

- Tað er nokk tí, at tá talan er um dyst móti B36, so er mann helst eyka nógv uppsettir. Ikki soleiðis, at eg eri meira uppsettir enn hinir, men onkursvegna havi eg fleiri ferðir skorað í júst hesum dystunum, og tí fær mann kanska dirvi til at royna seg, tá møguleikin kemur.

- At mann er so uppsettir, kemst eisini av, at tað eru grannarnir. Tú skalt síggja mótstøðuleikararnir í fleiri mánaðir eftir dystin, og hesa ferð kanska í hálvt ár, har teir kunnu rópa seg føroyameistarar, og tað kann verða tungt.

Hóast tað ikki merkir eitt endaligt farvæl til B36, so kann HB gera tilveruna hjá B36 heldur súra, um teir vinna sunnudagin, og harvið geva teimum eitt takk fyri seinast. Spurdur, um hetta hevur nakra ávirkan, sigur Hallur, at tað hevur tað avgjørt.

- Vit hugsaðu kanska nakað um hetta, undan seinasta umfari, men sum støðan er nú, so avgera vit ikki nakað beinleiðis. Tað er tó so nógv annað, sum eisini spælir inn. B36 kann taka metið hjá HB, um teir vinna dystin, teir kunnu gerast føroyameistarar og havnarmeistarar, so har er so nógv, sum spælir inn.

- Ikki tí. B36 hevur havt tað besta liðið í ár, og teir hava uppiborið at gerast meistarar, men tað skal so ikki verða móti okkum. Sum HB?ari frá barnsbeini av, hevði tað í øllum førum verið eitt sindur tungt at borið, sigur Hallur Danielsen.

Annars tykist einasta ivamálið í HB-hópinum vera Allan Mørkøre, sum ikki hevur vant hesa vikuna, og ivaleyst vóna tey í HB, at landsliðsmaðurin verður tøkur til uppgerðina.


Gullið er eykavinningur

Tann leikarin hjá B36, sum í fjør var høvuðsmaðurin aftan fyri javnleikin móti HB, var Egil Zachariasen, sum í seinastu sekundunum ta ferðina setti bóltin í málið.

Í ár eru leikutirnir undan dystinum býttir um, men hóast teir í B36 eru vitandi um, at tað ikki merkir eitt farvæl til FM, um teir tapa fyri HB, so tykist hetta ikki vera nakað, sum sweeparin á oddaliðnum hugsar um.

- Dysturin sunnudagin hevur alt at siga. Sjálvandi kunnu vit gerast meistarar, um vit vinna, men grannauppgerðir eru nakað fyri seg. At gulið so eisini kann gerast veruleiki, ger tað bara enn meira spennandi.

Umframt FM-heitið, so vil ein sigur geva B36 metið í landskappingini við flest sigrum á rað, umframt at felagið tá vinnur sær fyrsta dupultsigurin á HB í einum kappingarári síðani 1970. Spurdur, um hetta hevur nakað at siga, heldur Egil, at tað hevur tað.

- Vit hugsa ikki so nógv um sjálvt metið, men tað at vinna tvær ferðir á HB er altíð nakað heilt serligt, og tað ætla vit so at gera.

Og minnini hjá Egil móti grannunum eru sjálvandi góð, eftir málið í fjør.

- Tað var sjálvandi eisini eitt upplivilsi, men hinvegin ætla teir heilt víst at gera tað sama í ár, og tí mugu vit so royna at steðga.

Í B36 mugu tey við vissu vera leikbannaða Pól Thorsteinsson fyri uttan. Harafturat tykist ivasamt, um tað fer at eydnast at fáa Jákup á Borg upp til dystin. Hann er í Danmark á skúla í hesum døgum, og í B36 arbeiða tey við at loysa hendan trupulleikan.


Gloym taktikkin

At enda spurdu vit so teir báðar, hvussu teir rokna við, at dysturin sunnudagin fer at verða, og frá báðum pørtum eru boðini á leið tey somu.

Teir siga báðir, at júst í hesum dystinum, hava taktisku bindingarnar, sum venjararnir vanliga nýta, ikki nær til so stóran týdning.

Leikararnir vita, hvat tað snýr seg um. Teir fara at stríðast fyri hvørjum bólti, og sjálvt um hvørgin roknar við, at poleraða fótbóltsspælið verður sett í hásætið, so ivast hvørgin teirra í, at talan verður um ein spennandi dyst.