eisini eftirútbúgving og skeið. Ístaðin fyri at broyta lógina, eiga vit at fáa myndugleikarnar at vakna og játta fleiri pengar til fólkaskúlan soleiðis at vit fáa ein góðan og dugnaligan ungdóm. Sambært [...] fyri, at næmingarnir hava tað gott, er at lærararnir hava tað gott. Tá ið lærarar føla máttloysi og trívast illa í skúlanum, merkja næmingarnir tað. Tað var sera óhugaligt, at vit vórðu noydd at strika [...] eigur ikki at verða broytt, hóast skúlarnir ikki megna at fylgja henni til fulnar, heldur Eyðdis Baldvinsson. - Næmingar skulu fyrireikast til samfelagið sum er í dag. Lógin leggur stóran dent á, at næmingar
ynskt vælkomin, áðrenn farið verður at fáa sær. Men her er ikki at sita, tí nú er so mikið fráliðið, at skal tað eydnast at vera í miðbýnum, tá stevnan verður sett, er at fara til gongu beinanveg. Ájú, vit [...] aftur at fylginum, sum at enda verður bara heilt fitt, nú vit koma inn undir Akurgerð. Summir hava hug at kapprógva. Teir strika seglini á onkrum grindabáti og vilja bjóða av. Jú tað er ikki at siga, og [...] brúksting, tilverugrundarlag so at siga, eins og bygglistarligur gripur at varðveita, segði røðarin. Hann tosaði um menningina av føroyska bátinum, til hann nú at enda tykist noyðast at víkja fyri nýggjum sniði
um, at elva til mistrivnað og vánaligan arbeiðsanda. Aðrar slavsíður hava eisini verið nevndar. Skal ikki gera meira burtur úr enn kanska at seta ein lítlan kíla í við at koma við pástandi um, at tað júst [...] hevur rætt, tá tey siga, at stundin er komin til at fáa skil á og hækka dygdina í almennu umsitingini, men tað skal ikki gerast við at spæla fólk út móti hvørjum øðrum og við at sleiska fyri stjóranum. [...] uppskotið hjá akademikarunum um, at landið nú skal løna starvsfólki í mun til avrikið. Víst hevur verið til ymsar slavsíður við uppskotinum. M.a. at tað er torført at meta um avrik hjá t.d. pedagogum,
oljufeløgini fóru at vísa áhuga fyri okkara landgrunni. Hjalti í Jákupsstovu sigur, at man hevur roynt at fáa oljufeløgini at skilja, at tað mest týdningarmikla við slíkum kanningum er at skilja alla skipanina [...] Jákupsstovu er sera fegin um, at hetta námsskeiðið er vorðið til veruleika og at tað hevur eydnast at fáa fleiri framstandandi granskarar henda vegin, sigur við Sosialin, at ætlanin er, at føroysku granskararnir [...] skipanina heldur enn bara at hyggja eftir nøkrum serstøkum viðurskiftum fyri seg. Endamálið við námsskeiðinum er tí at finna út av, hvar man kann seta inn við meiri gransking fyri at skilja alt havumhvørvið
framtíðini fara at senda gentur og dreingir við unglingalandsliðunum í fótbólti til EM undankappinar úti í heiminum, nýtast ikki at hava ampa av, um nú umstøðurnar fara at vera soleiðis, at trygd verður fyri [...] til UEFA, at føroyski ferðaleiðarin, Børge B. Hansen, mánadagin eftir at føroyingarnir vóru komnir til Tblisi sunnudagin, heitti á franska UEFA umboðsmannin um at koma á gistingarhúsið fyri at fáa viðurskiftini [...] ikki rokna við, at foreldur í framtíðini fara at lata teirra børn spæla á landsliðnum, um møguleiki er fyri, at tey aftur enda í sovornum umstøðum, sigur FSF, sum staðiliga heitir á UEFA um at gera nakað við
trúð, at hann onkuntíð hevur keypt bara fyri at keypa, men soleiðis er ikki. Beinir sigur, at hann altíð veit, hvat hann fer eftir. Beinir greiðir frá, at honum dámar næstan øll sløg av tónleiki og at hann [...] Beinir greiðir frá, at hann fyri tað mesta keypti bond ta fyrstu tíðina. Hann og vinmenninir plagdu at fara inn til Havnar í vikuskiftinum at keypa. Um ta tíðina hann byrjaði at savna, var hann liðugur [...] við skúlan, og fór inn til Havnar at arbeiða. Og tá hann nøkur ár seinni flutti til Havnar var skjótt at fara í handilin at keypa. ? Teir flestu pengarnir fóru nokk til at keypa plátur og bond. Og onkra vikuna
Ein hugsar við sær sjálvum, at tað man ikki vera lukkuligt at standa í millum allar blásararnar inni í hølunum, tí tað hoyrist so væl út. Tað er líka við, at ein umhugsar bara at verða standandi uttanfyri [...] fellur væl í oyruni á fólki. Uttan at ein er greiður yvir tað, byrjar ein at fylgja við taktini. Men nú byrja spælararnir at troyttast. Tað er strævið hjá teimum at sita soleiðis og spæla tað sama umaftur [...] fram við at steðga teimum, hvørja ferð okkurt er, sum eigur at verða gjørt betur, og hvørja ferð hoyrast prutl við varrunum frá spælarunum, sum við hesum gera vart við, at steðgurin ikki eigur at vera langt
fyri at venja fólk frá byrjan at kenna skipanina, sum verður, tá alt er komið í rættlag. At neyðugt er at skriva umsóknarblaðið, sum er at finna á heimasíðuni hjá vágatunlinum, út, heldur enn at útfylla [...] hornið. ?Grundin er einfald tann, sigur stjórin, at fólk eru so ovbyrjað av arbeiði í samabnd við tekning av haldi og útflyggjan av kubbum, at vit hava valt at gera tað soleiðis, so hetta kann avgreiðast. [...] ikki hevur borið til at goldið við kontantum beinleiðis til teirra, sum skriva rokningarnar út við galdstøðina. Grundirnar eru tvær, sigur stjórin. Partvís tí, at tað bara er gjørt av, at kontantir pengar
um, at tað er prinsipielt skeivt, at lógir vera settar í gildi í Føroyum ímóti vilja løgtingsins. Hetta er eitt gott tiltak frá Javnaðarflokkinum, men nú fáa vit at síggja, hvussu besti mátin er at takkla [...] samtyktar heitti á landsstýrið um beinanvegin at boða frá mótmælinum hjá løgtinginum og beinanvegin krevur lógirnar at vera tiknar av. Eg kundi hugsað mær at sloppið at broytt uppskotið eitt sindur. Men tað skal [...] yvir Føroyum er latið føroyingum av dønum at umsita. Um talan er um eina delegatión. Kristian Magnussen hevur ongantíð trúð uppá, at danir kundu funnið uppá at tikið valdið aftur. Men nú danska stjórnin
uppi og vent. Nevnt hevur verið at latið ymsar vinnufyritøkur staðið fyri marknaðarføringini. Men okkurt var, sum bendi á, at vinnan onkunsvegna var eitt sindur bangin fyri at fáa ov lítið burtur úr í mun [...] kortini er tað ikki heilt frítt, at fótbólturin hevur áhuga millum útlendsk tíðindafólk, sum ikki beinleiðis eru ítróttarjournalistar. Til dømis veit Sissal Kristiansen at siga, at enn í dag eru útlendsk tíðindafólk [...] helvt týskarar og skotar. Valt er at satsa upp á hesi bæði londini í fyrsta umfari, meðan Ísland verður goymt til einaferð næsta ár, tá tørnið kemur at spæla í móti teimum. At hetta er handilsliga merkt, er