Bátastevna
Tvøroyri:Vit eiga at minnast og virða gamla, føroyska bátin, hóast vit ikki skulu gráta um, at hann er avloystur av nýggjum sniði og tilfari, segði Jóannes Eidesgaard røðu síni, tá hann setti Báta- og mentanarstevnuna á Tvøroyri seinnapartin leygardagin.
Vágbingar settur sín serliga dám á stevnuna, tá teir við einum heilum flota av gomlum grindabátum undir seglum komu inn eftir Trongisvágsfirði í fylgi við Jóhonnu og eini rúgvu av smærri og størri førum av firðinum, sum farin vóru at taka í móti og luttaka í fylginum.
Tað var sum í grind, tá flotin kom inn móti Høvdatanga. Og soleiðis var helst eisini ætlanin, at tað skuldi síggja út.
?Tað er eitt satt prýði fyri vágbingar, at teir kunnu mynstra alt hetta her, tosa teir á norðafjørðsbátinum, vit eru á. Og fyri suðringar allar yvirhøvur, at teir hava slíka disiplin, at teir halda seg aftan fyri hesar bátarnar og ikki liggja og skúma hvør í sínum lagi at vera fremstir.
Vit fylgjast inneftir. Sigla fram á onkran bát og heilsa. Tvøramaðurin, sum stýrir, býður vælkomin, og vágbingar heilsa aftur og eru kátir.
?Jú, teir høvdu havt góðan túr norður. Høvdu ikki róð allan vegin kortini, men vórðu sleipaðir norður fyri Høvdan.
Fleiri bátar leggjast aftur at fylginum, sum at enda verður bara heilt fitt, nú vit koma inn undir Akurgerð. Summir hava hug at kapprógva. Teir strika seglini á onkrum grindabáti og vilja bjóða av. Jú tað er ikki at siga, og so taka teir á, men eru ikki drúgvir kortini. Einki við at spreingja eg her so uttarlaga. Rógvast skal eisini seinni.
Vit halda inn eftir firðinum og koma inn um Hvítanes, har Jóhanna leggur at, og leggja okkum á Tanganum. Har stendur fólk frá felagnum Naddoddi til reiðari við heitari súpan til teirra, sum komin eru av floti. Fólk sessast við borðini, sum standa uttan fyri í góðveðrinum, og øllum, serliga vágbingum, verður ynskt vælkomin, áðrenn farið verður at fáa sær.
Men her er ikki at sita, tí nú er so mikið fráliðið, at skal tað eydnast at vera í miðbýnum, tá stevnan verður sett, er at fara til gongu beinanveg.
Ájú, vit koma út á torgið, har longu væl av fólki er komið. Sviarnir ganga við flaggi, so eingin ivi er um, hvar tey eru stødd.
Uttan fyri posthúsið stendur Suðringurin og minnist aftur á farnar tíðir, tá hann rann fyrstur í flotanum á so mangari stevnu. Í dag er hann mestsum bara settur til pynt, og man tað kennast mangari gamlari kappróðrarsál á Tvøroyri eitt sindur sárt, at vera í slíkum aldudali, sum felagið har tykist vera í løtuni.
Men sum skilst á teimum, sum varða av Froðbiar Sóknar Rórðarfelag, ætla tey ikki at gevast heilt á hondum kortini. Tey eru avgjørd um, at nú skal rættiligt lív fáast aftur í felagið.
Tað nærkast tíðini, tá stevnan skal setast. Har kemur røðarin so spelkin í føroyskum búna. Líkist burturúr, og fremmandu gestirnir tykjast hugtiknir og vilja síggja nærri. Serliga summar av kvinnunum eru áhugaðr í mynstrinum á vestinum.
Ein spælamaður kemur við harmonikuni í reim um økslina. Saman við honum er forsangarin. Ikki tann frá í gjár, men ein eitt sindur yngri útgáva.
Eftir stuttan felagssang, og vælkomurøðu frá borgarstjóranum, setti Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, norðurlendsku Báta- og mentanarstevnuna 2002 á Tvøroyri.
Hann tók støði í føroyska bátinum og tí týdningi, hann gjøgnum øldir hevur havt fyri føroyingin.
Hann hevur verið bæði brúksting, tilverugrundarlag so at siga, eins og bygglistarligur gripur at varðveita, segði røðarin.
Hann tosaði um menningina av føroyska bátinum, til hann nú at enda tykist noyðast at víkja fyri nýggjum sniði, gjørt úr øðrum tilfari, enn gamli bátuirn varð.
Tó tað er ikki at harmast um, tí tað er framburður, vísti hann á. Men samstundis gleddist hann um, a t okkara kappróðrarbátar enn verða brúktir og minna okkum á tað, sum farið er.
?Við nýggjum tíðum og nýggjum siðum er skylda okkara tess størri at varðveita minnini um dýrgripirnar frá eini farnari tíð. Og ein slík stevna sum hendan stuðlar væl undir, segði Jóannes Eidesgaard og heitti á tey, sum fyri standa, um at halda fram við hesum tiltakinum.
Eftir at Tjóðsangurin at enda var sungin, varð gjørt klárt til kappróður. Og nú vísti tað seg, at heilt eru kenslurnar fyri Suðringinum gamla ikki kølnaðar, tí nú drógu av lunni hann skjótførir menn, og hann kendi hálvgloymdar ræsrur, sum Mikkjal á Rygi tekur til um áttamannafarið, ið Jóannes Eidesgaaard byrjaði røðu sína við at sitera burturúr.