Horntónarnir hoyrast langan veg. Meðan vit ganga móti venjingarhølunum hjá Klaksvíkar hornorkestri í brandstøðini hoyrast tónarnir betur og betur. Ein hugsar við sær sjálvum, at tað man ikki vera lukkuligt at standa í millum allar blásararnar inni í hølunum, tí tað hoyrist so væl út. Tað er líka við, at ein umhugsar bara at verða standandi uttanfyri og lurta. Men tað ber jú ikki til.
Tubbaksroykur og angurin av kaffi taka ímóti okkum, tá vit lata dyrnar upp. Fyrst kemur ein inn í eitt rúm, har tað standa sofur og borð, eitt borð við dupultari kaffimaskinu á og longri inni í einum størri høli sita blásararnir. Teir spæla eitt stykki, sum kallast English Folk Songs. Tað ljóðar avbera væl, men dirigenturin Ulf Nordlund er ikki heilt nøgdur. Ferð eftir ferð steðgar hann spælarunum og minnir teir á at halda tempo, at spæla hart og spakuligt alt eftir, nær tað verður kravt av teimum.
Hvørja ferð Ulf steðgar, so hoyrist onkur blása einar tveir tríggjar tónar afturat, nakað sum irreterar fleiri, so tað verður húsjað nógv ? so nógv, at tað næstan hoyrist betur enn røddin á dirigentinum, sum situr á einum stóli, meðan hann dirigerar. Ulf tosar um tempo, hann sigur við spælararnar, at teir ikki mugu koyra tempoið niður. Og so drívur hann á tey aftur. Tannáringar sum gomul, ung sum tilkomin sita øll fult konsentrerað og spæla upp á teirra ljóðføri, meðan tey lesa nótarnar og av og á hyggja upp á dirigentin fyri at vita, um tey megna at fylgja honum. Av og á sum tónleikurin líður kemur eitt róp frá Ulf, sum er óskilligt fyri okkum, men knipsið við fingrunum sigur, at enn einaferð er tempoið á veg niður. Suff og puff hoyrist frá spælarunum, men hóast tað so ivast tey ikki í, at tað er rætt, sum Ulf sigur, tí tey merkja tað væl. Onkur fær skuldina fyri at draga tempoið niður, og tá tað er rættað, so koyra tey á aftur.
Tá komið er til endan av stykkinum, vil Ulf hava endan tiknan í gjøgnum aftur, tí hann heldur ikki, at teir tungu dreingirnir viga nóg nógv í endanum. Tað vil siga, at bass-trombone, barythone og euphonium, sum hava tann allarseinasta tónan í stykkinum, ikki blása hann nóg hart og reint út. So tey taka seks tær seinastu taktirnar í gjøgnum aftur, og hesuferð eydnast tað til fulnar. Seinasti tónin kennist langt inn í kroppin, og eitt vælnøgt JA kemur frá Ulf.
Steðgur takk!
Síðani er tíð at taka eitt annað stykki fram. Tað er eitt kent stykki, sum eitur Spanish Gipsy Dance. So skjótt sum tey byrja at spæla, merkir ein, at hetta eisini er eitt lag, sum fellur væl í oyruni á fólki. Uttan at ein er greiður yvir tað, byrjar ein at fylgja við taktini. Men nú byrja spælararnir at troyttast. Tað er strævið hjá teimum at sita soleiðis og spæla tað sama umaftur og umaftur. Ulf heldur fram við at steðga teimum, hvørja ferð okkurt er, sum eigur at verða gjørt betur, og hvørja ferð hoyrast prutl við varrunum frá spælarunum, sum við hesum gera vart við, at steðgurin ikki eigur at vera langt burtur. Og tað er hann heldur ikki. Ulf tekur alt stykkið ígjøgnum einaferð, og so er steðgur.
Øll reisast, nógv av teimum reyð í andlitunum av tí nógva hitanum og móð av einum hørðum fyrra hálvleiki. Tey ungu sessast í sofunum og fartelefonirnar verða tiknar fram beinanvegin. Fleiri fáa sær ein kaffimunn og fara út í gongina ella útum at fáa sær eina sigarett. Lagið er gott á monnum uttanfyri og prátið gongur lívliga um tað farna vikuskifti og uppgávurnar hjá hornorkestrinum, sum liggja fyri framman.
Klaksvíkar Hornorkestur er fastur táttur á Norðoyastevnu. Orkestrið spælir vanliga til setanina av stevnuni fríggjadag, til steypahandanina eftir kappróðurin og midnáttarsamkomuna leygardag, til skrúðgonguna og fólkafundin sunnudag og til fótbóltsdystin í fyrstu deild. Nógvar uppgávur, sum tey tó so trúliga møta upp til á hvørji Norðoyastevnu. Hetta ger, at orkestrið má hava nøkur løg liggjandi, sum altíð eru til reiðar at spæla. So plagar okkurt serligt at vera á skránni til midnáttarsamkomuna, har orkestrið plagar at hava eina lítla framførslu upp á einar tjúgu minuttir. Ofta verður okkurt lagið frá Musikkstevnuni spælt tá eisini.
Steðgurin gongur skjótt, so tá sigarettin er roykt, og kaffikoppurin tømdur, verður rópt og floytað úr venjingarhølinum sum tekin um, at nú er tíð at byrja aftur. Fólk sessast aftur, og nevndin kunnar allar spælararnar um ferðaætlan og onnur viðurskifti viðvíkjandi Musikkstevnuni, sum liggur fyri framman í Runavík Dýra Biðidag.
Tá kunningin er av, verða ljóðførini tikin uppaftur og fyri framman liggur enn ein strævin venjingartími. Vit takka fyri okkum og tónarnir frá vakra lagnum Crimond fylgja okkum út og eitt fitt petti burturfrá brandstøðini.