Túsund bilar um dagin

Tað koyra 1.000 bilar gjøgnum Vágatunnilin dagliga. Men tey, sum nýta tunnilin, mugu brynja seg við toli eina tíð afturat, til gjaldskipanin endaliga er komin i rættlag. Sama er við telefon og útvarpi inni í tunlinum. Ljósini uttan fyri fara helst at lýsa í vikuni

Vágatunnilin

Vágar:Trupulleikar eru við gjaldskipanini hjá Vágatunlinum. Kaðalbrot hevur verið, og skipanin er ikki farin at virka enn. Telefon og útvarpssignal fæst ikki í tunlinum, og ljósini uttan fyri lýsa heldur ikki.
Tað eru slíkir trupulleikar, sum skulu loysast sum skjótast, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum.
Gjaldsskipanin kemur ikki endaliga í rættlag, fyrr enn nóg mikið av kubbum eru tøkir. Sum er, manglarí, so tey, sum hava biðið um hald, fáa ikki sínar kubbar rættiliga enn.
Sum útgangsstøði varð roknað við, at einir 400 kubbar vóru nóg mikið. Tað vísti seg kortini skjótt at vera í minna lagi, og helvtin- ella tveyhundrað - vórðu umbidnir afturat. Men tað helt heldur ikki, so nú verður roknað við einum 800-900 haldum ella so, sigur Dávur Reinert Hansen.
Nýggju kubbarnir eru umbidnir úr Noreg, og tey hjá Vágatunlinum rokna við, at teir verða framleiddir í hesi vikuni. Ein dagur, sum eitur 18. december, er nevndur, sigur stjórin fyri Vágatunlinum.
Men so er eftir at fáa teir til Føroya, og tað verður væntandi ikki fyrr enn eftir nýggjár, nú høgtíðirnar koma ímillum. So einaferð út í januar verður helst tað fyrsta, at fólk, sum standa á bíðilista, kunnu rokna við at fáa sínar kubbar.

Nógv ferðsla
Tað hevur verið rættiliga nógv ferðsla gjøgnum Vágatunnilin, síðan hann varð latin upp týsdagin.
Nágreiniliga talið av bilum veit Dávur Reinert Hansen ikki at siga, tí eingin neyv teljing er í tunlinum. Men eftir teimum seðlum og rokningum, sum útskrivað eru við gjaldstøðina, metir hann, at einir 1.000 bilar koyra gjøgnum tunnilin um samdøgurið.
Einasta teljin,g sum er á leiðini, er ferðsluteljarin hjá Landsverkfrøðinginum, sum liggur í Giljum í Sandavági. Har var lopið ógvusligt, tá tunnilin varð latin upp.
Í døgunum fimta til níggjunda december vísti tann teljarin, at har koyrdu umleið 360 bilar í meðal um dagin. Men týsdagin, tá tunnin varð latin upp, var bilatalið, sum skrásett varð í Giljum, umleið 2.455.
Nevnast skal, at teljarin í Giljum telur bara teir bilar, sum koyra eystureftir. Tað vil siga móti tunlinum. So rætta talið er helst tað dupulta.
Mikudagin, dagin eftir, at upp varð latið, var ferðslan eisini ógvuslig. Tá koyrdu einir 5.000 bilar í Giljum. Roknað báðar vegir. Dagarnar síðan hevur talið ligið beint oman fyri 1.000, sum eisini samsvarar við tað talið, leiðslan fyri Vágatunlinum hevur mett, sigur Dávur Reinert Hansen.

Ljósini
Fólk hava undrast á, at eingi ljós eru uttan fyri tunnilin, hóast mastrar standa uppi. Í hvussu er Leynamegin. Eisini við gjaldstøðina, har fólk ganga á vegnum og útflýggja rokningar, halda ferðafólk, at tað er dekan ov myrkt.
Dávur Reinert Hansen, stjóri, sigur, at tann trupuleiki væntandi verður loystur í hesi vikuni.
Í Leynum eru elsteyrarnir uppsettir, og tað sama verður Vágamegin. Talan er mestsum bara um at seta streymin til, sigur hann.
Arbeitt hevur verið einar tvær nætur inni í tunlinum, og eisini í nátt verður tunnilin stongdur frá klokkan eitt til klokkan fimm.
Talan er um tekniskar ábøtur á einar tvær av stóru viftunum undir loftinum, sum ikki hava riggað, sum tær skuldu, sigur Dávur Reinert Hansen.
?Tá sovorðið arbeiði verður gjørt, er neyðugt at steingja heilt fyri ferðslu. Annars ber ikki til at arbeiða, sigur hann.

Telefonstormur
Tann, sum um dagarnar ringir til skrivstovuna hjá Vágatunlinum, fær ein automatiskan telefonsvarara í hornið.
?Grundin er einfald tann, sigur stjórin, at fólk eru so ovbyrjað av arbeiði í samabnd við tekning av haldi og útflyggjan av kubbum, at vit hava valt at gera tað soleiðis, so hetta kann avgreiðast. Vónandi verður hetta skjótt yvirstaðið, so vit aftur kunnu veita eina góða tænastu, sigur hann.
Onkur hevur undrast á,a t tað ikki hevur borið til at goldið við kontantum beinleiðis til teirra, sum skriva rokningarnar út við galdstøðina.
Grundirnar eru tvær, sigur stjórin. Partvís tí, at tað bara er gjørt av, at kontantir pengar skulu ikki vera á staðnum. Og í øðrum lagi fyri at venja fólk frá byrjan at kenna skipanina, sum verður, tá alt er komið í rættlag.
At neyðugt er at skriva umsóknarblaðið, sum er at finna á heimasíðuni hjá vágatunlinum, út, heldur enn at útfylla tað elektroniskt og senda aftur, kemst av, sigur Dávur Reinert Hansen, at talan er um ein spurning um, nær ein avtala er bindandi.
?Tá fólk biða um haldið, vilja vit hava eina persónliga undriskrift. So einfalt er tað. Annars er avtalan ikki bindandi, sigur hann.
Fólk, sum hava biðið um kubbar, fáa eina váttan fyri, at umsóknin er komin, og so verður tikið av konto, so hvørt, brúkt verður. Hava fólk so eina kvittan at vísa fram á staðnum, er tað ikki verri, sigur Dávur Reinert Hansen.