Ein bilførari var í gjár tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann varð máldur til at koyra 111 km um tíman, men tá drigið varð frá fyri óvissu kom tað niður á 107, sum er so mikið nógv, at tað umframt bót gevur klipp í koyrikortið.
Um tveytíðina í gjár gleið ein bilur út av vegnum undir Gøtueiði á Skálafjørðinum. Talan var ikki um fólkaskaða, og materielli skaðin var lítil, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Helst hevur talan verið um tað, sum verður rópt »aquaplanning«, har dekkini missa vegtakið. Men sambært vaktleiðaranum vóru dekkini á bilinum í lagi, og rúsevni vóru ikki uppí.