Avrik ? fyri hvønn

   

Nógv hevur seinastu tíðina verið sagt og skrivað um uppskotið hjá akademikarunum um, at landið nú skal løna starvsfólki í mun til avrikið. Víst hevur verið til ymsar slavsíður við uppskotinum. M.a. at tað er torført at meta um avrik hjá t.d. pedagogum, sosialráðgevarum, sjúkrasystrum, lærarar og øðrum, sum starvast primert við menniskjum.
Um pedagogurin í barnagarðinum skal fáa stig, gráta børnini lítið, ella í mun til, hvussu reyðir og veðurbardir kjálkarnir á børnunum eru, ella í mun til, hvussu kreativur hann er?
Soleiðis kundi ein hildið á við at sett spurnartekin við, hvussu teir ymsu fak-bólkarnir kundu fingið savnað neyðugu stigini til ein feita lønarhækkan.
Onnur slavsíða, ið nevnd er, snýr seg um andan á abeiðsplássunum, tá starvsfólk skulu kappast um at fáa viðurkent sítt avrik sum tað besta. Akademikararnir siga, ja, men tað fer at elva til kapping. Okay, men tað fer sanniliga eisini at elva til øvund, smikran, baktalan, hatur og slíkt, sum verri er. Ein skipan við avriksløn fer á flestu arbeiðsplássum, at elva til mistrivnað og vánaligan arbeiðsanda.
Aðrar slavsíður hava eisini verið nevndar. Skal ikki gera meira burtur úr enn kanska at seta ein lítlan kíla í við at koma við pástandi um, at tað júst eru limirnir hjá Búskapar- og Løgfrøðingarfelagnum, sum hava bestu møguleikarnar fyri at gagnnýta skipan við avriksløn, og vil skipanin tí í hvussu er økja um lønar- og stættamunin.

Avrik ? fyri hvønn
Í uppskotinum um avriksløn liggur ikki bert animering fyri hægri løn, har er eisini animering til betri avrik, eitt betri og kanska í seinasta enda bíligari arbeiðspláss. Men hvat er tað fyri avrik, hugsað verður um. Avrik fyri hvønn. Skulu avrikini tæna brúkarunum ella stjóra og eisini arbeiðsgevara. Skulu starvsfólk premierast fyri at veita brúkarunum betri tænastur, ella skulu tey premierast fyri at spara og gera tænastuna verri?
Er tað nakar í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, sum hevur hugsað um tað? Nevniliga, hvørjum skulu hesi avrikini tæna? Merki tað at avrikið er gott, um starvsfólk ger sum stjórin sigur, tá ein hevur megnað at tulka ivasama lógargrein soleiðis, at viðskiftafólkið einki fekk, hóast tørvurin var eyðsýndur, ella tá ein hevur handfarið eitt mál á rættan hátt, ella tá ein er farin væl við viðskiftafólkunum, ella nær ??
Settu vit ein bólk, mannaður við tíggju viðkomandi persónum, at orða eina lýsing av, hvat eitt gott avrik er í almennum arbeiði. So fingu vit uttan iva tíggju ymiskar lýsingar.

Avrikið hjá arbeiðsplássinum
Nei, eg haldi vit skulu halda okkum langt frá skipanum við avriksløn. Finn Normann doktrinin fekk almennu umsitingina at vassa langt nokk út í in-kompetentan hurlivasa. Almenna umsitingin er, sum er, stødd á djúpum vatni. Alt ov nógv fólk hava fingið alt ov stórt vald í mun til tað, tey megna. Nú skulu vit ikki vassa víðari soleiðis, at ávís skulu kunna profittera upp á tann hurlivasa, sum valdar. Vit hava dugnalig starvsfólk í almennu umsitingini. Tað sum umræður, er at vit koma okkum undan avleiðingunum av óvanliga inkompetentu (og kanska eisini tilætlaðu) ætlanini hjá Finn Normann Christensen.
Búskapar- og Løgfrøðingafelagið hevur rætt, tá tey siga, at stundin er komin til at fáa skil á og hækka dygdina í almennu umsitingini, men tað skal ikki gerast við at spæla fólk út móti hvørjum øðrum og við at sleiska fyri stjóranum. Tað skal gerast við at menna starvsfólk fakliga (eisini tey í Búskapar-&Løgfrøðingafelagnum). Tað skal gerast við, at samlaða arbeiðið (avrikið) hjá stovninum verður mett í mun til játtanina. Tað krevur, at politiska valdið gera sær greitt, hvat skal fáast fyri játtanina, og um tað so kemur burturúr. Hetta krevur, at politiska valdið (ikki blandar seg í smálutir) men kennir økið so mikið væl, at tað veit, hvat tað kostar, og hvat skal koma burturúr. Tað merkir ikki, at politikarin skal krevja meira fyri pengarnar, enn tað er møguligt at fáa fyri teir.
Í einari slíkari prosess vil altíð verða mett um evnini hjá ávísum, og nøkur sita fastari í sessinum, nøkur koma hægri upp, meðan onnur missa tign ella arbeiðið. Soleiðis hevur altíð verið, og soleiðis vil altíð verða. Kanska hevur rættvísi ikki altíð valdað í slíkum prosessum, og kanska hava tað ikki altíð verið røttu áhugamálini, sum hava stýrt teimum.
Men skulu vit meta avrikið, skulu vit meta um politikararnir nú hava fingið tað, teir ynsktu. Tað er samlaða avrikið hjá stovninum sum skal metast um, og ikki avrikið hjá tí mest "stjóravinarliga".
Fáa vit á henda hátt hækkað støðið í almennu umsitingini, fáa vit á henda átt eina betri og meira dynamiska almenna umsiting, ja, so fer lønin uttan iva at koma.