Marknaðarføring
Føroyingar eru av álvara farnir at ganga á seiðaberg úti í Europa. Fótbólturin verður brúktur at gjara við, meðan egnt verður við vinnulívi, náttúru og mentan.
Føroyar skulu marknaðarførast gjøgnum fótbóltin. EM undankappingin komandi er eitt sera gott høvi til tess, og Ferðaráð Føroya er farið undir hetta arbeiðið.
At Føroyar komu í bólk við Týsklandi, Skotlandi, Íslandi og Litava, gevur føroyskari ferðavinnu rímiliga góðar møguleikar at røkka einum stórum kundaskara, siga tey bæði Per Hansen og Sissal Kristiansen, sum á Ferðaráði Føroya arbeiða við uppgávuni at marknaðarføra Føroyar gjøgnum føroyska fótbóltslandsliðið.
Ymsir tankar hava verið uppi. Eitt nú at vinnufyritøkur og mentanarlív skulu vera við í stóru marknaðarføringini. Tað verða tey fyri so vítt eisini, men tað verður í stóran mun ferðavinnan, sum kemur at mynda hesa herferðina.
Ymsar ætlanir
Ymsar hugsanir hava verið frammi um, hvussu best mundi vera at gera vart við Føroyar úti í heimi.
Tosað hevur verið um alt frá pressutúrum hendanveg til at hava smáar framsýningar við básum í samband við fótbóltsdystir uttanlands.
Tað, sum serliga hevur áhuga í hesum sambandi, er dysturin, Føroyar skulu spæla í Týsklandi í heyst. Og í samband við hann hava rættiliga nógv góð hugskot verið uppi og vent.
Nevnt hevur verið at latið ymsar vinnufyritøkur staðið fyri marknaðarføringini. Men okkurt var, sum bendi á, at vinnan onkunsvegna var eitt sindur bangin fyri at fáa ov lítið burtur úr í mun til ísettar pengar, og tí er líkasum gingið frá hesi hugsan aftur, tí mett varð, at vandi kundi vera fyri, at í so nógvur dentur so varð lagdur á egin áhugmál, og tann almenna marknaðarføringini kanska datt afturum, sigur Sissal Kristiansen.
Milum annað tí er málið endað aftur í upprunatankanum, har tað verður ferðavinnan, sum fer at standa fyri tiltakinum.
Og so má hendan vinnan leggja høvur í blot og finna upp á okkurt reiðiliga originalt, sum kann fanga áhuga útlendinga fyri Føroyum.
Eitt nú hevur verið uppi, at stuttligt hevði verið at fingið Rúna Brattaberg, sum er kendur sangari, at sungið tjóðsangin undan landsdystinum í Hannover.
?Tað hevði fangað, halda tey bæði Per og Sissal á Ferðaráðnum, og hevði heilt vist givið nakað nógv meira enn ein lýsing, um hon so røkkur kring allan vøllin eina løtu.
Bólturin sum gjar
Tað verður neyvan bert fótbóltsspæl okkara, útlendingar vilja síggja, heldur Sissal Kristiansen. Heldur er tað annað, sum liggur uttan fyri hetta spælið, sum áhugan vekir, vísir hon á.
Og kortini er tað ikki heilt frítt, at fótbólturin hevur áhuga millum útlendsk tíðindafólk, sum ikki beinleiðis eru ítróttarjournalistar.
Til dømis veit Sissal Kristiansen at siga, at enn í dag eru útlendsk tíðindafólk, sum vilja sleppa at hitta Torkil Nielsen og Jens Martin Knudsen. So heilt hevur sjálvtin í Landskrona ikki lagt seg kortini.
So eru tað mentan og náttúra, sum altíð eru áhugaverd hjá útlendingum, sum hava Føroyar á ferðaskránni.
?Tað frættist skjótt, tá okkurt óvanligt hendir, vísir Sissal Kristiansen á. Til dømis tað, at Sunleif Rasmussen fekk norðurlendsku tónleikavirðislønina, hava tey eisini frætt í Týsklandi, og so eru Føroyar knappliga nakað serligt. Eitt nú er hetta longu nevnt í onkrum teldubrævi, Ferðaráðið hevur fingið.
Eisini náttúran er nakað, sum vit skulu leggja dent á. Sovorðið sum fossar kenna nógv býarfólk einki til, og ein vanligur regndagur í Føroyum kann hava stóra ávirkan á fremmandafók, vita tey at siga á Ferðaráðnum.
Hetta og annað mangt fáa føroyingar høvi at vísa útlendskum tíðindafólkum, sum koma hendanveg seinnapartin í summar. Eini 20 fólk verða væntandi í einum ferðalagi av fremmanfum tíðindafólkum. Býtið verður helvt um helvt týskarar og skotar.
Valt er at satsa upp á hesi bæði londini í fyrsta umfari, meðan Ísland verður goymt til einaferð næsta ár, tá tørnið kemur at spæla í móti teimum.
At hetta er handilsliga merkt, er eyðsæð. Tí eisini eitt annað land, Litava, er við í bólkinum, Føroyar luttaka í. Men har tosar eingin um marknaðarføring. Tað er greitt, at tað er londunum, har nógvu pengarnir eru, vit skulu hava fatur á.
Men einki nyttar við marknaðarføring og pressutúrum ella hvat tað nú kann vera, um ikki føroyingar sum heild eru við í tiltakinum, siga tey Per og Sissal á Ferðaráðnum.
Neyðugt er, at fólk taka væl í móti hesum útlendsku gestunum, sum koma at kunna seg um Føroyar, og vilja tosa við tey.
Tí tað skerst ikki burtur, at nakrar góðar, positivar blaðgreinar ella sjónvarpssendingar hava alstóran týdning fyri at menna vitskuna hjá vanliga europearanum um, hvar og hvat Føroyar eru.