Áhugin at savna plátur bleiv kveiktur úti í Nólsoy, har Beinir er ættaður og uppvaksin. Hann minnist afturá, tá ið hann og vinmenninir plagdu at kappast um at keypa plátur. Og síðani vitja hvønn annan og lurta eftir teimum.
? Men eg eri tann einasti, ið helt fram at savna, sigur Beinir.
Hann minnist væl fyrstu plátuna, hann keypti. Tað var ein pláta við The Glitter Band, ið kallaðist Paris Match. Hon kostaði 59.50 kr.
? Í byrjanini lurtaði eg mest eftir 70 ára tónleiki. Tá vóru mínir favorittar Sweet og Slade, og onnur orkestur, ið spældu líknandi tónleik, sigur Beinir.
Beinir greiðir frá, at hann fyri tað mesta keypti bond ta fyrstu tíðina. Hann og vinmenninir plagdu at fara inn til Havnar í vikuskiftinum at keypa. Um ta tíðina hann byrjaði at savna, var hann liðugur við skúlan, og fór inn til Havnar at arbeiða. Og tá hann nøkur ár seinni flutti til Havnar var skjótt at fara í handilin at keypa.
? Teir flestu pengarnir fóru nokk til at keypa plátur og bond. Og onkra vikuna kundi eg keypa upp til 10 plátur ella bond um vikuna, sigur Beinir.
54.000 sangheiti
Savnið er blivið stórt ígjøgnum árini, so stórt at tað ikki rúmast í stovuni.
? Nakað av plátunum er farið uppá loft, sigur Beinir ímeðan hann vísir mær savnið í stovuni. Ein reol er full av plátum og fløgum av øllum alskyns tónleiki. Og eitt lítið skáp er av fult av bondum. Tilsamans eigur Beinir 1671 bond, 2096 lp plátur, 251 single plátur og 700 fløgur. Beinir metir, at tað munnu vera eini 54.000 sangir í savninum, og at tilsamans hevur tað kostað honum eina hálva millión krónur tilsamans.
Ímeðan vit sita og práta, og fáa okkum ein kaffimunn, spælir Beinir onkra plátu. Serliga fegin er hann um plátuna The Intimate við Jim Reeves, ið hann keypti á einum loppumarknaði í Glasgow, tá hann var við familjuni í Skotlandi og ferðaðist. Serliga ringt hevur verið at fingið fatur á hesi plátini, tí hon verður ikki útgivin longur.
- Tá vit eru uttanlands plaga vit altíð at keypa onkra plátu, antin á loppumarknaði ella onkrum handli, sigur Beinir.
Tá ein eigur so nógvar plátur, skuldi ein trúð, at hann onkuntíð hevur keypt bara fyri at keypa, men soleiðis er ikki. Beinir sigur, at hann altíð veit, hvat hann fer eftir.
Beinir greiðir frá, at honum dámar næstan øll sløg av tónleiki og at hann hevur roynt at variera stílin gjøgnum árini, tó at tey seinastu árini, hevur hansara favoritstílur verið country.
Flestu plátirnar keyptar í Føroyum
Tá ið Beinir og vinmenninir keyptu plátur at byrja við keyptu teir frá Hanseman Tórgarð og SHJ. Og harfrá hevur Beinir tey flestu bondini og pláturnar.
? Eg bílegði nakrar ferðir plátur niðrifrá, men tað var ov dýrt, og tá ein kundi fáa flest allar plátur her í Havn, gjørdi eg heldur tað, sigur Beinir. Beinir sigur eisini, at allar pláturnar eru í fínasta standi, og tá hann hevur havt tær frammi støvar hann tær av.
Tá pláturnar gingu út, og nýggja tíðin við fløgum kom, fylgdi Beinir eisini við, og fór at savna fløgur ístaðin. Hann keypti fyrstu fløguna longu í 1986, men tá vóru tær so dýrar í mun til pláturnar, so tað var ikki fyrr enn fyrst í hálvfemsunum at hann fór at savna uppá tær. Sjálvt um nógvar av plátunum í dag liggja á loftinum, so hevur tað ikki altíð verið so. Mitt í fýrsunum var rættiligt lív úti í Nólsoy, og har hevur Beinir mangan verið plátuvendari. Millum annað var hann tann fyrsti, ið spældi til dans, tá ið bygdarhúsið keypti nýtt annlegg til húsið í 1984.
? Um ta tíðina búðu eini 300 fólk úti í Nólsoy, og í feriunum var nógv fólk har úti. Eisini havi eg spælt til onkra Ovastevnu, sigur Beinir. Umframt tað hevur hann eisini spælt til nógvar veitslur. Eitt nú hevur hann verið fastur fúsur til jólaborðhaldið hjá Poul Michelsen, har hann hevur starvast síðan 1987.
Uppá spurningin, hví ein savnar so nógvan musikk, heldur Beinir, at tað er spennandi at fylgja við gongdini í tónleikinum.
? Eg bleiv bitin at savna uppá plátur beinanvegin, og hugurin er ikki minkaður, heldur tvørturímóti, sigur Beinir. Sum í løtuni er í ferð við at fáa sær fløguna hjá countrybólkinum The Derailers til vega. Bólkurin hevur givið 5 fløgur út, men tann nýggjasta er ikki komin til Føroyar enn, tí hevur Beinir bílagt hana ígjøgnum internetið.









