Ferðin til Georgia fær eftirspæl

Eftir at Fótbóltssambandið hevur kært, sigur UEFA ætla sær at økja krøvini, soleiðis at trygdin verður størri fyri, at tað í framtíðini verður búleikast undir góðum umstøðum, tá altjóða undankappingar verða spældar

UNGLINGALANDSLIÐINI

Foreldur og onnur avvarðandi, sum í framtíðini fara at senda gentur og dreingir við unglingalandsliðunum í fótbólti til EM undankappinar úti í heiminum, nýtast ikki at hava ampa av, um nú umstøðurnar fara at vera soleiðis, at trygd verður fyri reinføri, hita og mati.
Eftir at U?19 landsliðið var komið aftur úr Georgia næstsíðsta mánadag, sendi Fótbóltssamband Føroya bræv við kæru til UEFA, har víst varð á serliga vánaligu umstøðurnar, sum føroyska liðið hevði havt í Tblisi í Georgia í næstsíðstu viku.

Kæran
Í brævinum verður nágreiniliga víst á, hvussu umstøðurnar vóru: gistingarhúsið var skitið, og tað luktaði illa. Har var ikki nóg mikið til matna til spælarar og hini í føroyska ferðalagnum. Har var eingin hiti í rúmunum, og tað hevði við sær, at føroyingarnir svóvu í klæðum. Har vóru eingi rúm til uppihald og fundir. Føroyska ferðalagið varð biðið um ikki at fara út fyri dyr uttan í fylgi við løgregluni, tí talan var um kriminelt øki.
Víðari verður greitt frá í brævinum frá FSF til UEFA, at føroyski ferðaleiðarin, Børge B. Hansen, mánadagin eftir at føroyingarnir vóru komnir til Tblisi sunnudagin, heitti á franska UEFA umboðsmannin um at koma á gistingarhúsið fyri at fáa viðurskiftini í rættlag. Hann kom, og tað eydnaðist at betra um umstøðurnar, men tær vóru á ongan hátt nøktandi, og tær vórðu als ikki á tí støðinum, sum tað eigur at verða roknað við, at tær eru í sambandi við tílíkar kappingar.
Fótbóltssambandið vísir á, at tað er fullkomuliga órímuligt, at spælarar, sum tað verður roknað við skulu vísa sítt ítarsta á vøllinum, skulu ganga svangir, kaldir, illa til passar og harvið ikki í sinniligari javnvág. FSF spyr, hvat tað er, sum hevur verið og verður gjørt við ungu fólkini. Víst verður harafturat á, at samlaða útreiðslurnar, sum UEFA hevur lagt út fyri føroyska ferðalagið, vóru 450 túsund krónur. FSF verður skuldskrivað fyri ein stóran part av útreiðslunum. Harafturat hevur FSF í sambandi við fyrireikingarnar rindað venjaralønir, fyri venjingarlegur og ymiskt annað.
? Vit kunnu ikki liva við hesum, og vit kunnu ikki rokna við, at foreldur í framtíðini fara at lata teirra børn spæla á landsliðnum, um møguleiki er fyri, at tey aftur enda í sovornum umstøðum, sigur FSF, sum staðiliga heitir á UEFA um at gera nakað við hetta.

Nógv strangari krøv
UEFA var ikki óvitandi um ótespuligu umstøðurnar, sum føroyska ferðalagið í Tblisi búleikaðist undir. Avrit av kærunum til georgiska fótbóltssambandið varð sent til UEFA.
Sum sagt so varð sera beinleiðis orðaða brævið sent til UEFA og aðalskrivaran Gerhard Aigner mánadagin í síðstu viku, og UEFA legðist ikki á boðini.
Mikudagin og hósdagin í síðstu viku varð fundur á høvuðsstøðini hjá UEFA í Lyon við aðalskrivararnar í fjúrtan teimum minstu fótbóltssambondunum í Europa. Millum teirra eru eisini fótbóltstjóðir sum Norðurírland, Wales og Ísland, og Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF var eisini á fundinum.
? Eg kendi tað, sum um kæran hjá okkum var komin á rætta staðið og í røttum tíma. Allir UEFA stjórarnir við aðalskrivaranum Gerhard Aigner úr Týsklandi á odda vóru á fundinum, og teir tóku málið, sum vit høvdu kært um, upp. Teir nevndu tað ikki ítøkiliga, men tað varð undirstrikað, at ætlanin hjá UEFA var at gera greiðar og strangar rætningslinjur fyri, hvørji krøvini eru til uppihald, mat og umstøður annars til plássini, har undankappingar av tí slagnum, sum yngru landsliðini hjá okkum taka lut í, verða hildnar í framtíðini, sigur Ísak Mikladal, sum ásannar, at tað var neyðugt hjá teimum at kæra:
? Vit kunnu ikki standa model til, at ungdómarnir, sum føroysk foreldur sýna okkum álit at hava við á sovornar ferðir, búleikast og liva undir sovornum umstøðum, sum tær, ið U?19 landsliðið upplivdi í Georgia. Vónandi verður avleiðingin av brævinum, sum vit hava sent, at sovorðið ongantíð aftur fer at koma fyri, sigur Ísak Mikladal.
? Tað er ivaleyst einki at ivast í, tíverri, at onnur áður hava verið úti fyri tí, sum okkara vóru úti fyri hesa ferð. So verður tosað og murrað um vánaligar umstøður, men tá ið eingin ítøkilig skrivlig frágreiðing um tað, sum hevur gingið fyri seg, verður send rætta viðkomandi, so verður einki meiri gjørt. Viðhvørt skal ein spaki kallast ein spaki fyri rætta viðkomandi. Tað gjørdu vit yvirfyri UEFA hesa ferð. Mín fatan er, at teir vóru hjartans fegnir um brævið, og um vit við tí kunnu vera við til at tryggja øllum europeiskum unglingalandsliðum sømilig kor í framtíðini, so er nógv vunnið. So verður tað líka mikið, hvat teir í Georgia kanska halda um okkum í Føroyum, heldur Ísak Mikladal.